Skal fólkaatkvøðan um at loysa syðra part av Sudan frá hinum partinum av landinum fáa gildi, skulu í minsta lagi 60 prosent av teimum skrásettu veljarunum greiða atkvøðu. Tað verður sum skilst ikki nakar trupulleiki, tí sambært suðursudansku frælsisrørsluni SPLM hava meiri enn 60 prosent longu verið í valhøinum.
Almenna valnevndin hevur ikki váttað hetta.
Fólkaatkvøðan endar leygardagin, og talskvinnan hjá SPLM, Anne Itto, sigur við fjølmiðlarnar, at tað er ikki óhugsandi, at valluttøkan kemur upp á 100 prosent, tá valhølini lata aftur.
Tað endaliga úrslitið av fólkaatkvøðuni kemur ikki fyrr enn í næsta mánað.