Rúsan má missa einkarrættin til at innflyta rúsdrekka. Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelagi. Felagið hevur akkurát havt aðalfund og har verður staðfest, at seinastu árini hevur tað gingið fram á í ferðavinnuni.
Endamálið hjá landsstýrinum er, at um seks ár skal ferðavinnan verða tvífaldað. Men í hesum sambandi heldur Arbeiðsgevarafelagið, at tað verður neyðugt at seta tiltøk í verk, sum fáa kostnaðartøðið í Føroyum niður, tí tað er ov dýrt at ferðast í Føroyum aftur ímóti hvat tað kostar at ferðast í okkara grannalondum.
Og eitt tilmæli frá Føroya Arbeiðsgevarafelag er, at Rúsan missur einkarrættin til at innflyta rúsdrekka. Tað er avmarkandi fyri úrvalið og dygdina, at tað bara er Rúsan sum sleppur at innflyta rúsdrekka til Føroya, sigur felagið. Hesin einkarrætturin ger tað eisini kostnaðarmikið fyri matstovurnar.
Tí heldur vinnan, at Føroyar eiga at fáa somu reglur sum í Svøríki og Noregi, har tað ber til hjá heilsølum at innflyta drykkjuvørur. - Hetta fyri at fáa lægri prísir, og serliga betri úrval, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Tað er eisini dýrari hjá ferðafólki at leiga bil í Føroyum enn tað er í Danmark og aðrastaðni. Hetta kemst av, at í Føroyum ber ikki til at innflyta avgjaldsfríar bilar til at leiga fólki. - Hevði hetta borið til í Føroyum, kann tað eisini hugsast, at standurin á leigubilunum hækkaði, ella prísurin lækkaði, sigur Arbeiðsgevarafelagið. |









