ikki dugi at fáa eygað á tær átroðkandi ábøtur og tann proaktiva hugsunarháttin, ið krevst til fyribyrgjan av slíkum vanlukkum. Ikki tí, eg veit væl at tað eru tey, ið ganga á odda fyri at bøta um verandi [...] ávísar tíðir. Hetta at løgreglan vísir seg í ferðsluni til dagligt, hevur stóra ávirkan á bilførarar og er mín vón at hesi tiltøk halda fram og enntá verða fleiri sum frálíðir. Tað er gott at bilførarar verða [...] verða revsaðir fyri at koyra ov skjótt, og eisini um trygdarbeltið ikki er fest, ella annað brot verður gjørt á ferðslulógina. Vert er at nevna, at bótin er uml. 300 kr. verður tú steðgaður av løgregluni
Johnsson. At teir vórðu undirmannaðir bar við sær, at í staðin fyri at seta føroyska liðið undir trýst síðsta hálva tíman so noyddist Frakland í heilt ókendan og lítið dámdan leiklut. Teir royndu at berjast [...] royndi onkra ferðina úti frá, men var ikki nóg neyvur. Kenslan var, at franska verjan var at tosa við, og at tað kundi havt borið til at fingið mál, um álopsspælari við skjótleika og samstundis kropsligari [...] serliga í 2. hálvleiki so mikið eyðsýndur, at tað kom óvæntað á, at hann varð tikin út. John Petersen, Andrew av Fløtum og Atli Danielsen høvdu ikki trupulleikar at fella inn í spælið, tá ið teir vórðu settir
her sigst tað, at Lina sat tá hon skrivaði tann vælkenda sangin "Ongin so kann síni varða". Eitt serligt samband kom at verða millum Linu og pápa hennara. Hetta stóðst fyrst og fremst av, at hon varð búgvandi [...] drúgva og álvarsama umhugsan, tók hon við starvinum. Hetta hevði við sær, at hon flutti til Stokholm at búgva. Her kom hon at kenna nógv fólk og fekk virðismiklar vinir sum Carl Oluf Rosenius, og gjørdist [...] gevandi samstarv, sum kom at hava stóra ávirkan víða um í Svøríki, og ikki minst á umhvørvið niðri við havnina í býnum. Eisini gav Lina sær tíð til at skriva og nú var hon eisini byrjað at umseta bókmentir úr
teoretiskt møguligt at fáa tilsaman 30 stig; tað er helst ongantíð komið fyri, men okkurt dekk hevur tó megnað 25 stig í ár. Og eg loyvi mær at ivast í, at nakað píkadekk hevur møguleika, at fáa eins gott skoðsmál [...] turrari, í mun til at koyra niðarlaga við sjógvin, har tað er vátari og tí nógv hálari í køldum veðri. Tað er á oftast slíkum støðum, at óhapp henda. Og er ivamál um, hvørt ein er førur at koyra trygt í nógvari [...] læruríkt tað hevði verið hjá fólki at sloppið at roynt seg við egnum bili á slíkari hálkubreyt ? undir tryggum umstøðum! Úti í ferðsluni er bert ein einasti háttur at læra hálkukoyring ? ein háttur, sum
Gamla klichein um at Dario Fo fær okkum at flenna, men eisini at hugsa, er sonn. Men tá eg so seti meg at hugsa, eri eg at enda bert ikki samdur við Dario Fo. Evni Dario Fo vil hava okkum at hugsa um her, [...] politisk satira. Dario Fo byrjaði at lesa til arkitekt, men gavst, júst áðrenn hann gjørdist liðugur. Frá 1941 til 1945 byrjaði hann at fáa áhuga fyri pallsmíð, og byrjaði at venja dialogar. Hann las Gramsci [...] eftir pávan og fótbóltin, ið er mamman. Hendan mamman (Beinta Clothier) er farin at roykja hash. Verri er at hon er farin at selja tað eisini, samstundis sum hon roykir hash dagin langan. Arbeiðið hevur hon
saman í eina bók. - Er tað fyri at seta suverenitetin í perspektiv, at bókin nú verður givin út? Er siktið politiskt heldur enn bókmentunarligt? Ja, eitt av endamálunum er at seta fullveldisætlanina í søguligan [...] mentamálum eitt skifti. Tað týdningarmesta haldi eg vera, at bókin er erlig. At ein hugsjón og ein politisk gongd verður løgd opin út til lesaran at meta um við kritiskum eygað. Bókin kann geva bæði politiskum [...] hevur gingist við fyrru bókin ?Myten om rigsfællesskabet?? Eg vónaði, at eg við bókini fór at fáa danskar politikarar, blaðmenn og onnur at seta seg eitt sindur inn í grundarlagið undir føroysku sjálvstýrisrørsluni
fullbúnir til at framleiða mjólk. Harumframt hevur Hanus tvey gásapør. Sum frá líður ætlar hann sær at nøra um gæsnar. Vistfrøðin er eisini komin til Norðradals, og bóndin veit, at fólk ikki tíma at eta sal [...] Hartil er Norðadalur ringt terrapláss. Men eg haldi, at tað gongur væl. Eg gleðist um, at børnini eru komin undan, at eg og konan eru virkin og at ongin skuld er í garðinum, sigur hann og fær sær ein prís [...] skal festa garðin tá Hanus fer at leggja frá sær. Men Hanus, bóndi, hugsar minni um at leggja frá sær. Fremst í hansara huga er gerðandis dagurin. Í dag verður farið at leita eftir veðragjólingunum, ið
aldurs- ella bíðiviðbót, koma at varðveita hesar framyvir við somu upphædd sum í dag. Fyritíðarpensiónirnar Treytirnar fyri at fáa fyritíðarpensión eru tær somu sum fyri at fáa avlamispensión, einkjupensión [...] ætlanir um at hækka allar viðbøtur. Í staðin fyri at fáa pensiónsviðbót, avlamisviðbót og óarbeiðsførisviðbót koma tey, sum í dag fáa hægstu avlamispensión - framyvir hægstu fyritíðarpensión - at fáa eina [...] umhugsa møguleikan at søkja pensión av nýggjum. Hetta um ikki inntøkan er so mikið høg, at onki kemur til útgjaldingar álíkavæl. Upphæddir til støk og hjún Í galdandi lóg er tað soleiðis, at ein stakur pensionistur
full um, at vit eru ov fá og smá. At vit ikki megna at standa uppi sum fólk og samfelagsbólkar. At okkara mál og mentan og tilfeingi er alt ov lítið. At onkur annar má hava ræðið á okkum, og at vit ikki [...] hóast vit vita, at tað er verkfólk og løntakarar, ið skapa virðini, og at tann sonevndi blokkstuðulin er mest farin til at gera tey ríku ríkari í Føroyum. Og at sleppa okkum undan at krevja egna fígging til [...] fyri bara 40 árum síðani, at vit fóru at hava egið fiskimark við heimsins ríkasta tilfeingi pr. íbúgva, sum nøkur tjóð hevur? At vit eru ein stórhavstjóð í miðjum Atlantshavi? At vit fingu nýggjari skip
tann 18. november at verja studningin. Tí samstundis var tað sera undrunarvert at lesa, at tað mest umráðandi var at fáa fatur á rávøruni, og ikki at fáa flotan at geva yvirskot ella at skapa eina betri [...] eisini, at fyritøkan er almenn? Fyri ikki at tala um Føroya Banka, ið nú, tá hann er almenn ogn, roynir at liva upp til tey sunnu privatøkonomisku princippini, sum bankin annars ikki megnaði at virka eftir [...] vera heftar at tí almenna sektorinum. Niðurstøðan er tí, at privati sektorurin ikki altíð er meira effektivur enn tann almenni sektorurin, sum mytan annars vil gera hann til. Triðja mytan er, at uppgávan