Summardekk/vetrardekk ? 2. partur

Sum eg nevndi í tí fyrra partinum, havi eg sera gott álit á lamelldekkum til vetrarkoyring, og tí skal eg greiða eitt sindur nærri frá, hvat hesi í veruleikanum eru, og eisini um fyrimunir og vansar. Hetta fyri at frágreiða, hví eg meti lamelldekk ta skilabestu loysina.

Tað at hava lamelldekk ella onnur vetrardekk undir bilinum er onki garanti fyri, at vinnast kann á øllum vetrarveðri. So einfalt er tað ikki! Val av dekkum til vetrarkoyring er altíð eitt kompromis, og tað finst als einki dekk, sum er ført fyri at klára alt slag av vetrarveðri eins væl samstundis. Eitt og hvørt dekk hevur veikar og sterkar eginleikar; til dømis kann eitt dekk hava góðar eginleikar í kava, meðan tað kann hava minni góðar eginleikar á onkrum øðrum øki, og øll dekk eru als ikki eins. Og tess smalri og hægri eitt dekk er, tess lættari er at koma fram í kava, tí mótstøðan gerst minni.
Fyrst og fremst er tað umráðandi at finna tað rætta dekkið, sum hevur teir bestu eginleikarnar til egnan tørv. Men um eitt dekk var best egnað á øllum økjum í fjør, er tað neyvan galdandi í ár, tí menningin av nýggjum og betri dekkum gongur við rúkandi ferð. Av hesari orsøk verða hvørki merki ella sløg nevnd, men verða tey øll løgd undir eitt heiti: Lamelldekk.
Eg vil eisini vísa til greinina »Vinterdæk i test« í blaðnum Motor nr. 11, november 2002. Hendan gevur eina áhugaverda og frálíka mynd av lamelldekkum.
Eitt nýmótans lamelldekk er framleitt av eini gummiblanding, sum varðveitir sína smidligheit sjálvt um tað gerst sera kalt. Serliga gummiblandingin ger tað, at dekkið næstan klistrar seg á vegbreytina, og sjálvt á spegilsblankum ísi roynast tey rættiliga væl, men ikki eins væl og píkadekk.
Slitbanamynstrið er uppbygt av smáum klossum, sum síðani eru sundirlutaðir í eina røð av fínum lamellum; klossarnir í slitbanamynstrinum flyta seg í mun til hvønnannan, og ávirkar, at mynstrið gerst sjálvreinsandi fyri kava ella ís. Hetta er ein umráðandi eginleiki í hálkukoyring, tí hetta ger tað gjørligt, at flyta mest møguligt av stýri- og bremsukreftum frá hjólunum til vegin, og varðveita gott samband við vegbreytina ? hóast hálku! Tey eru merkt M+S, Mud + Snow (runa og kavi).
Tá ið dekk verða roynd út í æsir av serkønum fólki, verða tey vanliga bólkað í seks ymiskar greinar: turrur vegur, vátur vegur, kavi, ísur, slitstyrki og komfort. Tey fáa síðani 1-5 stig í hvørjari grein, alt eftir hvussu tey klára seg. Tað er teoretiskt møguligt at fáa tilsaman 30 stig; tað er helst ongantíð komið fyri, men okkurt dekk hevur tó megnað 25 stig í ár. Og eg loyvi mær at ivast í, at nakað píkadekk hevur møguleika, at fáa eins gott skoðsmál!
Tað kann kanska tykjast løgið, men eitt og sama dekk frá sama framleiðara kann fáa heilt ymiskt skoðsmál, alt eftir hvat stødd dekkið er. Til dømis kann eitt 15 tumma dekk fáa 25 stig, meðan eitt 13 tumma dekk fær 23 ella øvugt. Eisini kann tað vera sera ymiskt frá grein til grein.
Men fyri brúkaran er tað skilagott at kanna, hvussu úrslitini frá slíkum royndum kunnu flytast til føroysk viðurskifti. Greinirnar kavi og ísur eru mest umráðandi til okkara brúk, og er eitt dekk samstundis gott á turrum sum vátum asfalti, er tað bert at frøast um, meðan komfort helst hevur minni týdning og slitstyrki heldur ikki er nær so umráðandi sum tey fyrst nevndu.
Eitt vetrardekk hevur ikki eins langa livitíð og eitt summardekk, tí tað er gjørt av bleytari gummi, og eftir 3 vetrar er tað helst niðurslitið og kanska eisini vorðið hart og rivnað. Hóast ferðslulógin sigur, at slitbanin skal vera í minsta lagi 1,6 mm, er tað ov lítið til vetrardekk, sambandið við vegin fer fyri skeytið við so lítlum slitbana og tá er dekkið alt ov vandamikið. Tað er nógv betri at blaka dekkið burtur, tá umleið 3 mm eru eftir ? áðrenn skaðin er hendur!
Tað føroyska vetrarveðrið er mangan sera ófantaligt, men ringast er, tá svartakálk er á vegnum, tí ofta varnast ein tað ikki, fyrr enn tað er næstan ov seint. Koyrir ein bert eitt lítið vet skjótari í hálku, enn umstøðurnar loyva, er tað skjótt at missa tamarhaldið á bilinum, og tá er tað næstan líkamikið, hvat slag av dekkum tú brúkar.
Ofta hoyra vit slík tíðindi í útvarpinum: »bilurin fór út av vegnum vegna hálku«. Hetta er tvætl. Ein bilur fer neyvan sjálvur út av vegnum av hálku, men heldur av vantandi umhugsni og ansni hjá bilføraranum, loyvi eg mær at pástanda!
Sjálvandi kann ein vera óheppin í hálku, men ein meginregla er, at sum oftast eru menniskjalig mistøk atvoldin til óhapp. Eg havi mangan verið »líka við« ? av berum kleyvarskapi!
Tað ger ivaleyst stóran mun, um ein koyrir ovarlaga á fjøllum, har tað er turrari, í mun til at koyra niðarlaga við sjógvin, har tað er vátari og tí nógv hálari í køldum veðri.
Tað er á oftast slíkum støðum, at óhapp henda. Og er ivamál um, hvørt ein er førur at koyra trygt í nógvari hálku, er tað nógv klókari at lata bilin standa og finna sær annan flutning.
Vit kunnu tilskila: »uttan trygarbelti ? eingin koyring«! Hóast ferðslulógin sigur, at ein altíð skal koyra við trygdarbelti, skal ein ikki gera tað fyri lógarinnar skyld ? men fyri eins egnu trygd!
Er ein óheppin í hálku, hóast fyribyrgjandi tiltøk sum lamelldekk, til dømis, er tað kanska ein 90% møguleiki fyri, at ein ikki fær álvarsligan skaða og varandi mein av einum óhappi, meðan tað helst er 90% møguleiki fyri tí mótsatta uttan trygdarbelti.
Um tú brúkar píkadekk, hvussu nógvir píkar sita eftir í dekkunum, tá vit nærkast Grækarismessu, eftir ein langan vetur, kanska uttan nógvan kava ella frost? Liggja píkarnir kanska tá og sløðast á alfara vegi? Nei, eg spyrji bara! Men lamelldekkini eru helst enn eins góð og fyrsta dagin.
Eg tosaði nú ein dagin við ein sera royndan og kønan mann á ferðsluøkinum um hálkubreytir. Hesin skilamaður greiddi mær frá, hvussu stuttligt, spennandi og læruríkt tað hevði verið hjá fólki at sloppið at roynt seg við egnum bili á slíkari hálkubreyt ? undir tryggum umstøðum!
Úti í ferðsluni er bert ein einasti háttur at læra hálkukoyring ? ein háttur, sum bæði er ótryggur og vandamikil fyri ein sjálvan og onnur! Lærdómur kemur av royndum, men tað kann taka nógv ár, at uppbyggja neyðugar og nøktandi royndir í hálkukoyring, hvat mong prógv eru um.
Á eini hálkubreyt kanst tú royna alt tað, ið tú ikki kanst í ferðsluni, og sleppa snikkaleysur undan tínum mistøkum. Og kemur tú seinni út fyri trupulleikum í hálku, hevur tú kanska nøktandi royndir at bjarga tær burtur úr vandastøðuni.
Hesar seinastu dagarnar havi eg fingið fleiri viðmerkingar um ta fyrru greinina; nakrar negativar, men tó flest positivar. Tað vil siga, at fólk hava lisið greinina og tikið hana til eftirtektar, og tað var júst ætlanin við henni. At fólk so ikki eru á einum máli ásamd við meg um hetta viðkvæma evni, er púra greitt og skilligt, og soleiðis eigur tað helst at vera.
Men mín meining er júst mín meining og onki annað! Sum eg fyrr havi sagt: Lamelldekk kunnu ikki alt ? men næstan!
Eg vil at enda siga sum ein serfrøðingur í ferðslui Noregi segði: »Kør pigfrit ? hvis du kan«! Tað kann skiljast soleiðis: Dugir ein at koyra í hálku, hevur ein ikki brúk fyri píkum! Men noyðist ein at brúka píkar, er tað tí at ein ikki er nóg dugnaligur at koyra í hálku! So einfalt er tað!
Við hesum er greinin summardekk/vetrardekk at enda komin.