samanlegging beint tá, sigur hon. Bygdaráðið í Hvannasundi hevur ikki síðani havt hetta málið til viðgerðar. Men tað verður helst einaferð í framtíðini. - Eg vænti, at vit fara at taka málið fram aftur um [...] Eingin ivi Tá málið um ætlaðu samanleggingina við Klaksvík var fyri, fylgdi Irdi eitt sindur við orðaskiftinum. Her hevði ein partur av bygdaráðnum arbeitt við at gera eitt upplegg um økt samstarv millum [...] søgdu nei til spurningin. - Eg haldi ikki, at málið var nóg búgvið, sigur hon. Goymd hóttan Sum so mong onnur var Irdi eisini á umrødda borgarafundi. Frammanundan hevði hon onga greiða støðu til hetta
sum búði í grannalagnum. Hon fekk loyvi frá honum at fara upp á loftið at leita. Har rann hon seg fram á upprunahandritið til bókina, sum hevði ligið har meira enn hálva øld. Eg fekk tískil eitt fotokopi [...] Louis Helt. Vildi geva føroyingum bókina Fyrr í ár kom teldupostur frá Dorte Weiss við boðum frá Louis Helt, at hann vildi lata upprunahandritið hjá Onnu Evensen til Føroya. Hetta merkir, at tað verður [...] Tískil bar til at hava alla hesa søguna í sjey pørtum í FF-blaðnum saman við øðrum viðkomandi tilfari, har Dorte Weiss útvegaði ein stóran part. Síðani tá havi eg havt eitt neyvt samband við Dorte Weiss og
hvussu tað sær út innanfyri. Brimil hevur havt froskmenn niðri at hyggja eftir botnventilum. Nú ætla vit at royna at pumpa sjógvi úr skipinum. Sunleiv Højgaard sigur, at einir 15-20 mans eru við í átakinum [...] ikki skal detta út frá bryggjuni, um tað skuldi hent, at tað tók í botn. Er nakar vandi fyri, at Athena søkkur við oljubryggjuna? - Ja, nú noyðist eg helst at vanda mær um orðini, men um skipið tekur sjógv [...] fráboðan um, at fólk høvdu sæð royk koma úr skipinum aftur. Vit gjørdu eina rutinukanning og fingu staðfest, at eitt sindur av royki sást aftur koma úr skipinum. Undir kanningini staðfestu vit eisini, at Athena
hann slett ikki at koyra, og ofta gjørdist ov lætt hjá Drátti at sleppa fram við blokkinum. Móti endanum av øðrum setti tóktist Dráttur taka sær av løttum, og hetta loyvdi KÍF at koma heldur nær. Sigurin [...] ivaðist í, at Dráttur fór avstað við sigrinum. KÍF vildi tó ikki geva skarvin yvir. Tær kempaðu nú við øllum tí tær áttu, og tær megnaðu eisini at verja seg uppá 14-13. So kom servan, sum skuldi vísa seg [...] heili 8-3. Longu tá valdi Dráttur at taka sítt fyrsta time out, og hetta vísti seg rættiliga at geva úrslit. Leikararnir hjá Drátti kempaðu nú ótrúliga væl fyri at koma innaftur í fyrsta sett, og mitt í
loyvi til at fara í kríggj ímóti okkum fyri at noyða okkum at taka eina loysingaryvirlýsing aftur. Henda rætt hevði Danmark nú givið frá sær við at loyva okkum at samtykkja á fólkaatkvøðuni at vit vildu [...] okkum og Danmark at hava í 1946. Men er tað ikki so langt síðani, at henda fólkaatkvøða var hildin, at hon er fyrnd? Orsøkin til, at hon ikki er sett í gildi fyri langari tíð síðani er tann at danska stjórnin [...] tøkum tíma, at vit siga við donsku stjórnina, at nú hevur hon drálað ov leingi við at fáa loysingarsáttmálan avgreiddan, undirritaðan og ratifiseraðan av báðum pørtum. So kann drotningin koma og fegnast
plagdi at stoyta heitan løg í ánna, og segði hon altíð, í tí hon stoytti : Allir Guðs vættrar, varið tykkum, eg stoyti heitt! Soleiðis var eisini jólaaftan, hon fór oman at ánni, og var eg við henni og [...] bóru skaldskap við sær, fekk teg at rakna við og fara á dyr oman í kirkjuna, nú Jógvan var farin upp í tornið klokkan seks jólaaftan at ringja jólini inn. Hann dugdi so væl at fara við tí smáa slagnum [...] smáfólk, so hetta bar okkurt gott við sær, og eg trúði henni. Jógvan undir Garði var klokkari. At ringja jólini inn sluppu børnini at vera við til. Per ringjarin var undan Jógvani. Bert eitt skot er ímillum
Føroyum og í útlandinum, sum ætla sær at vera við í útbjóðingini av virksemi í sambandi við oljuútgerðarhavn, hava sent Strandferðsluni fyrispurning, um hon er sinnað at vera við í hesum arbeiðinum. Heini á [...] á Borg, leiðari á farmadeildini hjá SL sigur, at tað er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um hetta, tí higartil eru teir bidnir um at koma við upplýsingum um trygd og kvalitet í arbeiðinum, um útgerð, [...] sum helst fara at bjóða uppá útgerðarvirksemið. Sosialurin skilur, at fleiri av hesum fyritøkum arbeiða út frá havnini í Havn, og tí er hugsandi, at nettupp Tórshavnar Havn fer at royna at liggja frammaliga
hugsaði á føroyskum, at tað bara er skræðan, sum er donsk. Og hann leggur aftrat, at hann hevur funnið sær ?eina organiska uppgávu í at fortelja útlendingum um Føroyar, og eg vóni, at eg á tann hátt tæni mínum [...] góð, so var tað ikki honum líkt at gremja seg. Hann vildi vera við, at tað var ættarbregði ikki at duga at øsa seg upp av stórum vanlukkum. Hann legði somuleiðis dent á, at tað nettupp var spenni millum [...] Jacobsen nevnir, at hann umhugsar at fara undir eitt skaldaverk er í brævi frá 10.- 11. dec. 1933. Hann hevur verið saman við Otto Gelsted, og hesin hevur biðið hann lova sær, at fara í holt við skaldsøguna
Eg haldi, at hetta er sera óheppið. Tað er mest sannlíkt, at avleiðingin verður, at fyristingin í Tinganesi verður báði dýrari enn neyðugt og ikki so effektiv, sum sum hon átti at verið. Zakarias Wang [...] ábyrgdina av, at hon virkaði úti í minstu smálutum. Hinvegin sær stjórnamálafrøðingurin ikki tann stóra vandan í, at landsstýrið verður so væl mannað, sum tað verður hóast hann heldur, at tað skuldi verið ó-neyðugt [...] n sigur, at ein so lítil fyrisiting sum okkara krevur ein sterkan skipara og ógvuliga neyvt samstarv. Og fyrisitingin er ikki størri enn so, enn at tað átti at borið til at havt ein mann at staðið á odda
blóðtøpp, fáa at vita, hvussu vandamikið tað er fyri heilsuna at roykja, so hava tey ilt við at leggja av. Eisini um tey fáa at vita, at vandin er størri fyri at fáa blóðtøpp aftur, og at æðrakálkingin [...] fólk byrja at roykja. Sigarettpakkin átti at kosta 100 krónur ? Eg haldi, at loyvda aldursmarkið fyri at keypa sigarettir átti at verið 20 ár, og sigarettpakkin skuldi kosta 100 krónur, sigur yvirlæknin. [...] kvikar sær at siga, at tað er enn vandamiklari at roykja 20 sigarettir um dagin, enn at viga ov nógv. Spurdur um kløn fólk ikki fáa hjartasjúkur, sigur Heðin Thomsen, at tað kemur fyri, men at 90 pst.