Ein mikudag í september mánaði hetta árið fóru fólk í Hvannasunds kommunu til fólkaatkvøðu. Endamálið var at avgera framtíðina hjá kommununi.
Spurningurin var, um tey ynsktu samanlegging við Klaksvík ella ikki. Tá upptalt var vísti tað seg, at av teimum 278 sum vóru á vali, søgdu Irdi Jacobsen og 207 onnur nei til uppskotið.
Við hesum datt arbeiðið niðurfyri, og er ikki uppafturtikið síðani.
- Eg haldi ikki, at fólk beinleiðis vóru ímóti eini samanlegging. Men kanska var málið ikki nógv væl lýst, ella var tíðin bara ikki búgvin til eina samanlegging beint tá, sigur hon.
Bygdaráðið í Hvannasundi hevur ikki síðani havt hetta málið til viðgerðar. Men tað verður helst einaferð í framtíðini.
- Eg vænti, at vit fara at taka málið fram aftur um 1-2 ár, metir Irdi.
Eingin ivi
Tá málið um ætlaðu samanleggingina við Klaksvík var fyri, fylgdi Irdi eitt sindur við orðaskiftinum.
Her hevði ein partur av bygdaráðnum arbeitt við at gera eitt upplegg um økt samstarv millum Hvannasund og Klaksvík á mongum ymiskum økjum.
Í hesum sambandi kom fram, at ein meiriluti í bygdaráðnum við varaborgarstjóranum á odda, ynskti hesa samanleggingina, meðan borgarstjórin als ikki var hugaður fyri hesum.
Áðrenn málið skuldi endaliga avgreiðast í bygdaráðnum, varð hildin ein borgarafundur, eins og neyðugt var at hoyra fólksins rødd, hvørt tey vóru áhugað í eini samanlegging ella ikki.
Men tá til stykkis kom, var als eingin ivi, tí ein sera stórur partur - sløk 75 prosent - av teimum ið greiddu atkvøðu, søgdu nei til spurningin.
- Eg haldi ikki, at málið var nóg búgvið, sigur hon.
Goymd hóttan
Sum so mong onnur var Irdi eisini á umrødda borgarafundi. Frammanundan hevði hon onga greiða støðu til hetta málið. Men øðrvísi var við fundarlok.
- Tá tók eg avgerð um, at hetta kundi ein ikki soleiðis bara fara inn í. Her vóru alt ov nógvir leysir endar, vísir Irdi á.
- Tað vóru eisini onkrar goymdar hóttanir, um at “taka tit ikki við hesum tilboðnum her og nú, ja so fáa tit einki, tá tað einaferð verður aktuelt”.
- Nei, slíkan politikk dámar mær ikki. Eg haldi, at tá tosað verður um samanlegging av kommunum, so eiga samráðingarnar at vera á jøvnum føti, - og ikki sum um, at ein kommuna verður løgd inn undir eina aðra, sigur Irdi.
Broyting í
Fólkaatkvøðan var í september mánaði 2008, og nakrar fáar mánaðir seinni var so valið, sum broytti bygdaráðið í Hvannasunds kommunu rættiliga nógv.
Av teimum fimm limunum í gamla bygdaráðnum, var bert ein teirra eftir - Veronika Petersen, sum síðani gjørdist borgarstjóri í kommununi.
Nýggja bygdaráðið hevur ikki havt málið uppi at venda, og Irdi veit sjálv ikki hvat hinir bygdaráðslimirnir halda um samanleggingar í framtíðini.
Beint eftir atkvøðugreiðsluna kom fram, at fíggjarstøðan í Klaksvíkar kommunu var vánalig, men í dag hevur kommunan á mangar mátar fótað sær aftur.
- Eg trúgvi tí eisini, at tá tíðin kemur til tað, so verður tað tann rætta loysnin at kommunurnar leggja saman, sigur Irdi.