Strandferðslan eitt bein í oljuvinnu

Møguleiki er fyri, at Strandfaraskip Landsins kann gerast partur av komandi virksemi í sambandi við oljuleiting á landgrunninum.

 

Onkur feløg í Føroyum og í útlandinum, sum ætla sær at vera við í útbjóðingini av virksemi í sambandi við oljuútgerðarhavn, hava sent Strandferðsluni fyrispurning, um hon er sinnað at vera við í hesum arbeiðinum.


Heini á Borg, leiðari á farmadeildini hjá SL sigur, at tað er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um hetta, tí higartil eru teir bidnir um at koma við upplýsingum um trygd og kvalitet í arbeiðinum, um útgerð, sum er til taks og annars annað, sum hoyrir til ein firmaprofil.


Talan er um einar sjey ymsar fyritøkur, sum helst fara at bjóða uppá útgerðarvirksemið. Sosialurin skilur, at fleiri av hesum fyritøkum arbeiða út frá havnini í Havn, og tí er hugsandi, at nettupp Tórshavnar Havn fer at royna at liggja frammaliga, tá avgerðin um, hvar útgerðarhavnin skal liggja, verður tikin í næstum.


Strandferðslan skuldi havt góðar møguleikar at givið eitt týðandi íkast til eina útgerðarloysn. SL hevur, sum hevur drúgvar royndir við logistikki, eitt nú í sambandi við Norrønu gjøgnum øll árini. Teir hava eisini nógva útgerð, sum er týðandi partur av virkseminum.


Heini á Borg vil einki siga, um SL ætlar sær at fara upp í hetta virksemi. Hann heldur tó ikki, at nakað er forgjørt í tí, nú teir eisini hava verið við í slíkum arbeiði fyrr og vísir til, at SL hevði ábyrgdina av logistikkuppgávunum, tá borað varð í Lopra fyri nøkrum árum síðani. Tað heldur hann gekk væl.