møguliga um, at MC Hár fer uttanlands at spæla einaferð seinni. Spurdur um hetta gjørdist endin á MC Hár sigur Niels Uni: ? Nei, als ikki. Tað skuldi tað helst ikki verið. Vit hava verið við í Prixnum fyrr [...] kærleikin ikki nóg stórur til at MC Hár slapp uppí part, tá festivalpláss skuldu býtast út, og teir vóru heldur ikki millum tríggjar teir fremstu bólkarnar. Hvør veit? Kanska hetta var tí, Ári Roach í Makrel [...] fyrr uttan at vinna, men tá fingu vit tó eitt betri pláss, umframt eitt festivalpláss á Spotfestivalinum. Í summar kunnu MC Hár fjepparar tó gleða seg til, at bólkurin í øllum førum fer at luttaka á tveimum
har slapp ein røðari ikki at kalla t.d. Torbjørn Jacobsen fyri Tobbi, og heldur ikki slapp Tobbi, v.fl., at sita og rópa upp móti røðarapallinum í tíð og ótíð. Hetta óskil í tingsalinum má tingformaðurin [...] við at vevja uppskotið upp í ein vavgreyt, sum so ofta er hent. Í fyrr umtalaðu útvarpssending nevndi Jógvan Ósá hetta við tygnini í tingsalinum. Hann samanlíknaði við onnur ting rundan um okkum, at har [...] so Edmund Joensen í fjølmiðlunum (má skriva í fleirtal, tí hann sleppur framat allastaðni) nú grætur so sáran og kallar hetta fyri at »halda Føroya fólk fyri spott«, tá kann eg ikki annað enn smílast eitt
kundi vera. Dillan at leypa á bláman fór víða um okkara part av heiminum, og tað var ikki tí, at fólk ikki vildu lata vini ella kenningi eina lítla gávu, at tey lupu á bláman. Nei, hetta gjørdist meira eitt [...] bláman, og hvør minnist ikki klippið, tá landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, tók stigið og leyp? Um 21-tíðina í kvøld lupu fleiri ung aftur á bláman í Nólsoy. Hetta vóru ikki endiliga svimjikvinnurnar [...] regluliga plaga at svimja á Malarenda, men fleiri onnur - mest ungdómar - ið tóku sær ein túr í kalda sjónum. Um hetta kann gerast startskotið til, at dillan at leypa á bláman kanska fer at taka seg uppaftur
seyðurin. Petur sigur, at nú so at siga bara glarfiti er í heimara parti Inni í Haga, er at halda fast um hetta, soleiðis at blandingur ikki kemur í aftur. - Somuleiðis er at halda fast í hinum hagapørtunum [...] um vit fáa feitari seyð í Føroyum, um seyðurin ber tálgafiti, tí tað er ikki vist, at fólk hava áhuga í at eta feitt kjøt, sigur Petur Skeel Skarðsá, sum at enda heldur fyri, at nógv betur hevði verið, [...] lagt alt mítt lív í seyðin, og eg eri slett ikki troyttur av at fáast við seyð, seyðahald og seyðaroyndir, sum eg havi lagt nógva orku í. Samstarvið við eigararnar í heimara parti Inni í Haga er sera gott
er tað sera hugstoytandi, at sjálvt landsins útvaldu ikki duga at síggja hetta. Um føroyska samfelagið og føroyski búskapurin skal hava fleiri bein at standa á, nyttar ikki at landsins kosnu amputera alt [...] Soleiðis hevur hetta einki við digitala sendinetið hjá dóttirfelagnum Televarpinum at gera. 2.Andreas Petersen, formaður í mentanarnevnd Føroya løgtings, meinar, at einki er í vegin fyri at taka digitala [...] fýrfaldað eginpeningin. Við at leita upp úr nýggjum, at vera slóð-brótandi, at rationalisera og við at síggja møgu-leikar í staðin fyri av-markingar, so hava vit m.a. megnað at uppbygt eitt dóttirfelag,
sjúklingum í Danmark er í løtuni tað lægsta í hálvan annan mánaða. Nýggjastu tølini hjá Statens Serum Institut siga, at nú liggja 493 fólk á donskum sjúkrahúsum við koronu, og tað er 11 færri enn í gjár. Hetta [...] eru ikki bara tey, sum vera útskrivað, sum telja niður í tølunum í innleggingum. Tað eru framvegis fólk í Danmark, sum doyggja við koronu, og seinasta samdøgur doyðu 10 fólk. Upplýst verður tó ikki, um [...] Hetta er lægsta tal av koronu-innleggingum í Danmark síðan hin 16. desember í fjør og soleiðis, sum gongdin er í løtuni, minka tølini dag fyri dag. Seinasta samdøgnið eru 25 fólk innløgd, men onnur eru
Rás2 fyrr í kvøld. Sorin Anghel er stoltur av hugburðinum sum AB-spælararnir hava víst í 1-1 javnleikinum ímóti 07 Vestur farna sunnudag, og í 0-0 javnleikinum ímóti EB/Streymi í Hólmanum á Eiði í dag. Tó [...] ingar mett AB at blíva nummar 10 í Betri Deildini hetta kappingarárið. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Sorin Anghel, høvuðsvenjara hjá AB í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 [...] - Í AB lurta vit ikki eftir "ekspertunum". Hava teir meira skil fyri fótbólti enn vit sum fáast við hann? Hetta spyr Sorin Anghel, høvuðsvenjari hjá AB, sum hevur lisið og hoyrt fleiri fótbóltsserfrøðingar
seinastu trý árini, og eru konsertirnar hjá honum í Føroyum væl vitjaðar. Hetta kemst ikki minst av stóra sangskattinum hjá Martini. Hvør minnist ikki klassikarar sum Morgun, Ró, og Svarti Ravnur. Cafékvøldið [...] Joensen fer á pall í Føroyahúsinum í Keypmannahavn leygarkvøldið, við sína lið, hevur hann vestmenningin Palula Magnus, ið spælir bass og syngur kór. Pauli hevur seinnu árini verið fastur maður í bólkinum hjá [...] hjá Martin Joensen, umframt at teir eisini spæla tveireinir. Pauli er eins og Martin Joensen fyrrverandi limur í Vestmonnum, og hevur m.a. verið við til at stovna Showmenn, og spældi við bólkinum, inntil
Kríggið í Ukraina er fleiri túsund kilometrar burtur, men ikki hjá øllum. Bjarti G. Olsen hevur verið í víggi á sjálvum hermótinum í Ukraina fyri at verja landið ímóti russiskum álopum, og hetta fer hann [...] hann at tosa um 10. apríl kl. 19.30 í Norðurlandahúsinum. Bjarti G. Olsen vitjar Norðurlandahúsið fyri at tosa um tey tvey árini, hann var hermaður á hermótinum. Við støði í egnum royndum sum gonguhermaður [...] ærligt innlit í veruleikan í kríggi: um harðskapin, skotvápnini, dronurnar, bíðitíðina – og vinalagið. Bjarti vísir á ósannindi og sannroyndir og gevur innlit í, hvussu hann ímyndar sær framtíðina í Ukraina
Aksel sigur, at sendarin hjá teimum í Nólsoy hevur ikki víst seg at virka so væl, og tað letur eisini til, at forstáilsi fyri skipanini hjá teimum millum fólk ikki er so gott, helst tí at tøknin er nýggj [...] antennurnar, sum fólk nýttu til at síggja Rás Tórshavn. Hetta seinasta hevur so við sær, at fólk mugu ogna sær eina nýggja antennu fyri at kunna síggja Televarpið. - Hetta eru alt byrjunatrupulleikar, sum [...] arbeiða við at fáa viðurskiftir í rætt lag, sum ikki eru tað enn. Millum annað er SvF ikki hektað upp á sendaran enn, men tað vónar Aksel verður áðrenn jól. Nær DR 1 og 2 rásirnar verða at síggja, veit