- Í AB lurta vit ikki eftir "ekspertunum". Hava teir meira skil fyri fótbólti enn vit sum fáast við hann? Hetta spyr Sorin Anghel, høvuðsvenjari hjá AB, sum hevur lisið og hoyrt fleiri fótbóltsserfrøðingar mett AB at blíva nummar 10 í Betri Deildini hetta kappingarárið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Sorin Anghel, høvuðsvenjara hjá AB í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 fyrr í kvøld.
Sorin Anghel er stoltur av hugburðinum sum AB-spælararnir hava víst í 1-1 javnleikinum ímóti 07 Vestur farna sunnudag, og í 0-0 javnleikinum ímóti EB/Streymi í Hólmanum á Eiði í dag.
Tó iðrar Sorin Anghel seg um, at talan ikki er um tveir sigrar heldur enn tveir javnleikir, tí AB hevur sambært høvuðsvenjaranum havt nóg mikið av málmøguleikum til at vinna á bæði 07 Vestur og EB/Streymi.
Samrøðan Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham hoyrist HER