Aksel Haraldsen, dagligur leiðari á Televarpinum sigur, at bæði Televarpið og kundarnir hava rent seg í fleiri byrjunartrupulleikar enn væntað. Og tí hevur Televarpið gjørt av, at bjóða sínum kundum tann fyrsta mánaðan ella so sum eina ókeypis royndartíð.
Aksel sigur, at sendarin hjá teimum í Nólsoy hevur ikki víst seg at virka so væl, og tað letur eisini til, at forstáilsi fyri skipanini hjá teimum millum fólk ikki er so gott, helst tí at tøknin er nýggj og tí uppførir seg øðrvísi. Og so undirmettu tey antennurnar, sum fólk nýttu til at síggja Rás Tórshavn. Hetta seinasta hevur so við sær, at fólk mugu ogna sær eina nýggja antennu fyri at kunna síggja Televarpið.
- Hetta eru alt byrjunatrupulleikar, sum hvørki vit ella kundarnir høvdu væntað fóru at verða so umfatandi, og tí vilja vit vísa ein góðan vilja, sigur dagligi leiðarin fyri Televarpinum, sum í løtuni hevur um 700 haldarar.
Spurdur um hetta ikki er eitt fíggjarligt bakkast fyri Televarpið, svarar Aksel, at soleiðis kann ein síggja upp á tað, men at tey heldur vilja hava 700 glaðar kundar enn nakrar hundrað sera ónøgdar.
Henda royndartíðin gevur so samstundis eisini Televarpinum eitt skoðbrá, har tey kunnu arbeiða við at fáa viðurskiftir í rætt lag, sum ikki eru tað enn. Millum annað er SvF ikki hektað upp á sendaran enn, men tað vónar Aksel verður áðrenn jól. Nær DR 1 og 2 rásirnar verða at síggja, veit Aksel ikki at siga enn.