nna«, sigur hon. – Tað er stuttligt at hava roynt at verið bæði. Løgtingsforkvinnan hevur givið gætur, at í summum grannalondum okkara, har leggja tey seg eftir at finna neutral heiti, sum kunnu brúkast [...] tað hevur ávirkað tingarbeiðið, at starvsheitini hjá politikarunum vórðu broytt. – Tað hevur bara riggað óføra væl, og orsøkin til, at tað hevur riggað so væl er, at tað eru heitini, sum vit brúktu [...] upplivað við innbjóðingum úr Danmark, at tey skriva »lagtingsforkvinde«. So tey hava lagt til merkis, at í Føroyum eru heitini broytt eftir kynunum. Løgtingskvinnan heldur, at sum heild taka fólk sera væl ímóti
verið heilt frammi í oddinum, og at kalla líka síðani sigurin hjá B71 á Toftum fyri trimum mánaðum síðani, hava liðini bæði fylgst. Tí var lítil ivi um, at fór ein vinnari at verða av dystinum leygardagin [...] Og tó at spælið í løtum var nakað rótut, so var eisini greitt, at partarnir hvør í sínum lagi høvdu eina greiða spæliætlan. Vertirnir stillaðu upp í eini 3-5-2 uppstilling, har lagt varð upp til, at nógv [...] dini. Men vinnari var eingin, og tó at sandoyingar - takkað verið sigrinum á Toftum - standa seg best í innan hýsis uppgerðunum, so eru enn tríggir dystir eftir at spæla, áðrenn endaligi dómurin kann avsigast
borgarliga stjórnin brúkti sum chokara. Nordea Bank væntar tí, at framgongdin fer at standa við, og at vøksturin í framleiðslu bæði í ár og næsta ár fer at liggja um 2,5%. Danske Bank hevur somu meting. Stórt avlop [...] soleiðis, at euro er blivin 11% minnið verd. Hetta hevur verið ein fyrimunur fyri donsku útflutningsvinnuna. Danske Bank sigur í síni Analyse, at teir vænta at dollarin eisini komandi árið fer at styrkjast [...] fara at liggja høgt, upp móti 60$ fyri tunnuna, so kemur hetta at ávirka keypikraftina hjá donskum og eisini øðrum brúkarum. Nordea hevur roknað út, at eitt meðal danskt húsarhald kann koma at brúka 6
Sveis fara at gera av. Læra enn Sum dysturin spældi av, so ber illa til at staðfesta annan veruleika enn tann, sum kann lesast í yvirskriftini. At vit enn ikki hava tað allar minsta orðið at siga, tá stóru [...] árini, at vit vóru við fyri at læra. Ein veruleiki, sum aftur og aftur varð endurtikin av Páll Guðlaugsson, og sum táverandi liðformaðurin eisini tóktist taka til sín. Ferð eftir ferð vóru boðini, at alt [...] sami, sum hann plagar at vera, tá landsliðið fer í eldin. Einki hevði verið at hoyrt um møguleikan fyri eini sensatión undan dystinum, og sjálvur hevði Henrik Larsen eisini sagt, at talan gott kundi gerast
prógv um, at ein tann størsta orsøkin til, at Neistin liggur á aftasta plássi í Atlantic Airways kappingini, er tann, at liðið hevur onga breidd. Tað sást millum annað, tá ið farið var undir at mansverja [...] H71 hevur havt ilt við at fáa nøkur stig í hús seinastu umførini, og skal liðið hava nakran møguleika at verða við í stríðnum um heiðursmerkir, er neyðugt, at teir vinna á liðunum, sum eru niðan fyri teir [...] forsvind! Verjumúrur Tað er tó einki at taka seg aftur í, at tað var Neistin, sum setti dám á dystin fyrstu løtuna, og serliga var tað verjan hjá Neistanum, ið var verd at leggja til merkis. Neistaverjan var
1946? Sjálvandi eiga vit at læra av søguni. Eitt søguleyst fólk, verður ikki ført fyri at skilja nútíðina og at taka felags avgerðir í framtíðini. Og vit kunnu jú skjótt staðfesta, at politisku flokkarnir [...] lógir, sum binda okkum fastari at Danmark og fyri fyrstu ferð viðurkenna, at Føroyar eru samansjóðaður partur av Danmark. Ein gleðisdagur Men 14. september er og eigur at vera ein merkisdagur. Ein merkisdagur [...] áhaldandi stríðnum at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð og at skapa eitt sjálvberandi samfelag. Og uttan hesa drívmegina, sum tað áhaldandi loysingarstríðið hevur verið, er sera sannlíkt, at Føroyar í dag
dreingir plagdu at fara sunnudagstúr oman á vatn. Viðhvørt at fiska síl við tráðu ella oddi, ella tá ið tann tíðin var, at henta ber, klintra ymsastaðni o.s.fr. Tað var frítt og gott at vera úti í Guðs [...] familja stríddist við at fáa torvið til høldar. Ein krógv kostaði 10,- kr., sum tey keyptu frá bóndanum. Sum flest øll vita, eru Vatnsoyrar niðursetubygd. Eisini segði hon, at pápin plagdi at brúka eitt móðpot [...] máttu minnast til at hava passið við! Nógvir enskir hermenn vóru í oynni tá og ofta skipaðu teir fyri dansi, men ikki var lukkuligt at gloyma passið eftir við hús, ja, flent var eftir, at fólk máttu hava
tá ið teir heldur ikki megna at halda høvdið kalt, tá ið nógv stendur á, sigur tað seg sjálvt, at trupult verður at vinna eina steypafinalu. Alt ov ofta tóktist tað sum um, at spælararnir hjá SÍ ikki vóru [...] 15-18, komu teir ongantíð av álvara til at hótta fuglfirðingar. Ein av orsøkunum var kanska tann, at leikandi venjarin, Borko Ilic, tóktist hava stórar trupulleikar av at halda høvdið kalt, og menninir á e [...] ið veruliga høvdu spílað seg út til finaluna, bíðaðu bert eftir at seinasti bólturin bleiv sligin, so at tey kundu herja inn á vøllin at feira tað saman við sínum hetjum. Tey bíðaðu heldur ikki so ræðuliga
seinastu ovastevnu. Erlendur sigur, at seinastu árini er flutningurin á ovastevnu øktur, og líkt er til, at hann setir met á hvørjum ári. - Tað er ikki bara sum at siga tað at flyta so nógv fólk, men í ár høvdu [...] brygguni, soleiðis at fólk ikki bara tustu umborð. Somuleiðis høvdu vit vaktir umborð sum gjørdi, at flutningurin fall lættari. Bygdin kókaði? Jógvan Thomsen, bygdarráðsformaður í Nólsoy, sigur, at leygarkvøldið [...] vikuskiftið. Jógvan veit at siga, at umleið 150 fólk vóru í dansi í tjaldinum í skúlagarðinum fríggjakvøldið, og leygarkvøldið var talið helst meira enn 800. - Tað merkir, at út við 1000 fólk vóru í dansi
hvarv sum døgg fyri sól, og eina løtu vóru ongar ábendingar um, at tað skuldi eydnast at vinna. Heldur var spurningurin, um tað fór at bera til at halda tørn um javnleikin. Men so mannaðu heimamenninir seg [...] mikið skjótur álopsspælari, at tað var gott, at Jón Rói Jacobsen var komin afturíaftur í miðverjuni, har hann ikki gjørdi eitt mistak. Maltesarnir vístu seg í 1. hálvleiki at vera bólttryggari enn heimamenninir [...] stórar trupulleikar at finna røttu støðurnar, og eftir at skotroyndir frá bæði Hjalgrími og John vóru blokeraðar, vísti Rógvi Jacobsen enn eina ferð, hvussu gott tev hann hevur at vera røttu løtuna á rætta