Søgan endurtók seg enn eina ferð

Tað var av kambinum og í dalin og so uppaftur, tá ið tað við rimmar fluktara eydnaðist at fáa væl uppiborna sigursmálið

FØROYAR-MALTA

Søgan endurtekur seg. Soleiðis verður ofta tikið til, og soleiðis er tað. Eisini í fótbólti. Tað var gongdin á Svangaskarði mikukvøldið staðfesting av. Føroyar vunnu 3-2. Tá ið spælararnir fóru at hvíla seg, tóktist spurningurin bara vera, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Akkurát soleiðis var tað fyri sjey árum síðani, tá ið Malta vitjaði. Sum hesa ferð so var støðan ta ferðina 2-0, tá ið tað var hálvrunnið. Ta ferðina kom føroyska liðið í satt ódnarveður beinanvegin eftir steðgin. Tað endaði 2-1, og orsøkin varð mett at vera, at Føroyar beinanvegin í 2. hálvleiki høvdu mist ein mann.
Hesa ferð komu Føroyar beinanvegin eftir steðgin í ódnarveður. Leiðslan hvarv sum døgg fyri sól, og eina løtu vóru ongar ábendingar um, at tað skuldi eydnast at vinna. Heldur var spurningurin, um tað fór at bera til at halda tørn um javnleikin. Men so mannaðu heimamenninir seg uppaftur, skoraðu sigursmálið, og um fleiri mál høvdu verið skorað, so hevði tað verið upplagt, at tey fóru ígjøgnum hjá ikki serliga stóra og sannførandi Malta málverjanum.
Hvørki liðið plagar at seta dagsskránna. Tá ið møguleikin nú var har, tóktist tað vera torført. Eftir føroyskt trýst og málmøguleika í fyrsta álopinum og onkrar afturat stutt eftir, yvirtóku maltesarnir meiri. Liðformaðurin, Luke Dimech, var stinnur í miðverjuni, Antoine Zahara var stýrimaður á miðvøllinum, og Michael Mifsund, sum dagliga spælir í Lillestrøm, var so mikið skjótur álopsspælari, at tað var gott, at Jón Rói Jacobsen var komin afturíaftur í miðverjuni, har hann ikki gjørdi eitt mistak.
Maltesarnir vístu seg í 1. hálvleiki at vera bólttryggari enn heimamenninir, men teir spældu seg ikki til nógvar málmøguleikar, og í avspælinum gjørdu teir stór mistøk, sum bóru møguleikar fyri snarálopum við sær.
Í staðin fyri Toda Jónsson var Hjalgrím Elttør undir liðini á John Petersen í fremstu røð. Kanska eitt sindur óvæntað, tí mótstøðuverjan var ikki av teimum, sum áður hava lagt á blik, at John og Andrew av Fløtum ikki hava neyðuga skjótleikan.
Føroyski miðvøllurin stríddi seg til yvirvág. Julian tuskaði og arbeiddi alla tíðina, Fróði vann nógv og var tryggari í avspælinum, uttan at hann kortini tóktist so væl fyri, sum hann onkra ferðina hevur verið, og í borðunum løgdu Jákup og Rógvi onkra ferðina innfyri.
Súni Olsen hevði ikki fingið møguleikan so frammarlaga, sum tað á hesum síðum var róð framundir. Hann fekk ongantíð møguleikan fyri at royna úti frá og ímóti málinum, hann var ikki so ofta við í gjøgnumbrotum, men tá ið hann legði langar sendingar vóru tær rættuliga neyvar, hann var meistari í deyðbóltsstøðum, og hann var við í báðum málunum í 1. hálvleiki.
Í fyrra førinum kastaði hann langt inn úr vinstru, Julian vann luftstríðið, og miðverjin kiksaði so mikið, at John fekk roynt ímóti málinum. Royndin varð blokerað, bólturin støkk til púra leysa Jákup á Borg, sum úr eitt sindur í høgru setti í handara síðunetið.
Málið lyfti føroyska liðið, sum vann nærdystirnar, men sum hevði trupulleikar í samanspælinum. Ov ofta vóru sendingarnar ikki nóg neyvar, temjingarnar vóru ikki nóg neyvar, og ov ofta tók tað ov langa tíð at orientera seg. Flatar og neyvar sendingar í dýpdina vóru rárar, og tað tóktist sum um Súni Olsen hevði væl betri eyga fyri síðuskiftunum, enn aðrir høvdu tað. Eitt sovorðið var orsøkin til seinna málið. John Petersen snittaði víðari við høvdinum, Jákup á Borg gjørdist enn eina ferð leysur í høgru, har Malta verjan hevði stórar trupulleikar at finna røttu støðurnar, og eftir at skotroyndir frá bæði Hjalgrími og John vóru blokeraðar, vísti Rógvi Jacobsen enn eina ferð, hvussu gott tev hann hevur at vera røttu løtuna á rætta staðnum.

Dalurin
Fyrra partin av seinna umfarinum fór føroyska liðið heilt í dalin. Samanspælið datt sundur, summir meiri ella minni meldaðu seg burturúr, og nú tóktist tað sum um, at tað vóru mótstøðumenninir, ið settu dagsskránna. Tíðliga í 1. hálvleiki hevði onnur av vandamiklu atsóknunum hjá Malta verið, tá ið miðvallarin Stefan Giglio fluktaði av brotsteigarmarkinum eftir hornaspark. Hann var púra blankur, tá ið hann fekk sama møguleikan í 2. hálvleiki, og bólturin streyk í málið.
Málið lyfti Malta uppaftur meiri, og miðskeiðis í 2. hálvleiki var aftur galið. Tvørsending hjá Juliani eitt sindur aftanfyri miðstrikuna kiksaði, og Mifsud hevði merkiliga lætt spæl, tá ið tað eydnaðist honum at draga eitt vet inn um brotsteigarmarkið og eitt sindur úr høgru at smekka upp undir nettakið við nærra stólpan.
Hetta tóktist ov lætt, og føroyska liðið var skelkað og um at kollsigla. Tað regnaði eitt sindur í 2. hálvleiki, og onkrir spælarar høvdu trupulleikar á tættklipta og sjáldsama slætta undirlagnum. Óli hevði undan steðginum sæð gult fyri at halda, og tá ið hann aftur hevði hug at toga í onkra troyggju, kundi tað verið so skjótt, at eitt sindur erkvisni danski dómarin fór í lumman, men tað gekk. Hann og allir hinir komu bæði so og so undan við skrekkinum.

Sigurin
Eingin ivi var um, at Føroyar og føroyingar vildu vinna og harvið prógva, at FIFA styrkislistin hevur verið misvísandi. Søgan endurtók seg. Sum í báðum royndunum fyri sjey árum síðani eydnaðist tað.
Tríggir nýggir menn komu á vøllin, tá ið seinna umfarið var knappliga tjúgu minuttir gamalt. Jónhard Frederiksberg var skjótur og umhugsin, og eisini Andrew av Fløtum fall beinanvegin væl inn í samanspælið. Higartil hevur tað ikki eydnast Hjalgrími Elttør at skjóta mál á landsliðnum. Hann hevur havt møguleikar ímóti Týsklandi, Skotlandi og eisini aðrar møguleikar. Hesa ferð fekk hann risa møguleika eitt sindur í høgru, men hann tøvdi og varð taklaður.
So var tað, at Fróði Benjaminsen syrgdi fyri sigursmálinum. Súni Olsen legði innfyri, bólturin varð stútaður út um brotsteigarmarkið, Fróði sveiggjaði vinstru kølluna, og umvegis stólpan brast bólturin í netið. Málið hevði sama støðið, sum tá ið Todi fyri sjey árum síðani á Malta sveiggjaði vinstra beinið og í evstu løtu skoraði sigursmálið.
Tað var farið at skýma, og tað hevði kenst eitt sindur troystarleyst í fínregninum og maltesisku útjavningini. Áskoðarafjøldin hevði verið reserverað, men síðsta korterið vaknaði hon orduliga. Tað var sum fyri sjey árum síðani, tá ið Føroyar vunnu við einum máli á Malta. Søgan endurtekur seg, og mikukvøldið gjørdi hon tað í fleiri lutum.