Nólsoyarbygd kókaði

Rytan flutti tilsamans 3.500 fólk um Nólsoyarfjørð í vikuskiftinum, bátatalið var umleið 140, og nakrir skjóttgangandi glastrevjabátar sigldu stútt ímillum við fólki.
<DPTAB>    - Leygarkvøldið var fólk at síggja allastaðni í Nólsoy ? bæði ovarliga og niðarliga í bygdini, uttanfyri bygdina og í bønum, har tey tjaldaðu. Eg haldi, vit kunnu siga, at Nólsoyarbygd kókaði í veitslurómi, sigur Jógvan Thomsen, bygdarráðsformaður

Ovastevna

Hýrurin á fólki var sum altíð góður, tá ið ovastevna á ellivta sinni varð hildin í Nólsoy um vikuskiftið.
Fríggjakvøldið var klárt í veðrinum og lýtt og gott veður. Beint áðrenn vit løgdu leiðina úr høvuðsstaðnum og út um fjørðin klokkan 19 hetta kvøldið, máldi hitamátarin við ovara enda í Bøkjarabrekku í Havn heili 18 stig!
Eitt óvanliga lýtt summarkvøld í Føroyum.

Mjørki og turt

Nakað væl út á seinnapartin leygardagin var eisini hampiliga klárt í veðrinum, men mjørkin úr eysturættini lá og lúrdi eystanfyri oynna. Stundum rakk hann nakað niðan á bakkan eystanfyri og hevði hug at hála seg longur og longur vestur á oynna.
Sum leygardagurin leið, køvdi hann rættiliga av við mjørka, sum lá allan seinnapartin, alt kvøldið og náttina við. Tá ið tjúkkast var, sást valla millum húsini í bygdini, og tú sást verri enn so tvørtur um vánna.
Men veðrið var turt og gott meginpartin av vikuskiftinum. Kanska føldist onkur dropi niður úr mjørkanum onkra løtu, men hetta hevði ongan týdning.
Umframt hópur av fólki í trongu bygdargøtunum, stóðu fleiri tjøld stóð ymsastaðni í bønum. Fólk vóru at síggja allastaðni. Tey hugnaðu sær og høvdu tað gott. Hugnaligt var at síggja roykin standa upp frá grillunum úti í bønum, meðan onkur góður biti lá og ringdi seg omaná heita kolinum.
Fólk forsýnaðu seg bæði við mati og vætu.

Jú, hýrurin var góður ? av besta slag!
Tíðliga fríggjakvøldið sóust tveir løgreglumenn ganga í nólsoyargøtum, men neyvan hildu teir, at brúk fór at verða fyri teimum, tí longu seinni um kvøldið fóru teir innaftur við Rytuni og sóust ikki aftur í bygdini.

Enn eitt met

Rytan sigldi við hópin av fólki út um fjørðin, og leygarkvøldið var bíðirøðin á bryggjuni í Havn i mangan stór ? eins og hon eisini var stór á bryggjuni í Nólsoy, tá ið tey fyrstu byrjaðu at leita sær til hús aftur leygarkvøldið og leygarnáttina.
Skiparin á Rytuni, Erlendur Simonsen, sigur, at teir sigldu við umleið 500 fólkum frá fríggjamorgni til leygarmorgun, 2600 frá leygarmorgni til sunnumorgun og umleið 400 fólkum sunnudagin.
- Vit sigldu í pendul-farti, so leingi fólk bíðaðu á bryggjuni, og leygarkvøldið sigldu vit sjey túrar í slag út um fjørðin og heili níggju túrar innaftur leygarkvøldið og sunnunáttina.
Hann vísir á, at frá leygarmorgni til sunnumorgunin sigldi Rytan 17 túrar við tilsamans 2.600 fólkum.
- Samanlagt fluttu vit umleið 3.500 fólk um Nólsoyarfjørð í vikuskiftinum, og tað eru í minsta lagi 500 fólk fleiri enn á seinastu ovastevnu.
Erlendur sigur, at seinastu árini er flutningurin á ovastevnu øktur, og líkt er til, at hann setir met á hvørjum ári.
- Tað er ikki bara sum at siga tað at flyta so nógv fólk, men í ár høvdu vit fyrireikað okkum betur við portrum á brygguni, soleiðis at fólk ikki bara tustu umborð. Somuleiðis høvdu vit vaktir umborð sum gjørdi, at flutningurin fall lættari.

Bygdin kókaði?

Jógvan Thomsen, bygdarráðsformaður í Nólsoy, sigur, at leygarkvøldið var fólk at síggja um alla bygdina.
- Líka mikið, hvar túr gekk, so sást tú fólk ? í uppi í bygdini, á bryggjuni, uttanfyri bygdina og í bønum, har fleiri tjøld stóðu. Eg vil siga, at bygdin rættiliga kókaði í veitslurómi hetta vikuskiftið.
Jógvan veit at siga, at umleið 150 fólk vóru í dansi í tjaldinum í skúlagarðinum fríggjakvøldið, og leygarkvøldið var talið helst meira enn 800.
- Tað merkir, at út við 1000 fólk vóru í dansi í tjaldinum fríggjakvøldið og leygarkvøldið, sigur Jógvan Thomsen, ið var ein av teimum mongu, sum tók sær av at halda skil á í tjaldinum.
Leygarkvøldið var eisini dansur í Royndarhúsinum, har Fimmbogi Lisberg og Jógvan Olsen spældu. Eini 250 fólk vóru í dansi.Fríggjakvøldið og leygarkvøldið spældu Showmenn í tjaldinum, og gestatónleikarar vóru Anfinn Nielsen og Terji Rasmussen.
Jógvan sigur, at hópur av bátum komu til Nólsoyar leygardagin.
- Í fyrsta lagi komu regatta-bátarnir úr Hósvík, umframt fleiri aðrir bátar, sum komu úr Havn og aðrastaðni.
Hann heldur, at tá ið flestir bátar lógu inni í havnini í Nólsoy, mundi talið tátta í 150.
- Aftrat flutninginum við Rytuni, sigldu eisini nakrir glastrevjabátar stútt um fjørðin leygarkvøldið og sunnunáttina við fólki, sigur Jógvan Thomsen.

Svimjari setti met

Erlendur Simonsen, sum hesaferð á sjeynda sinni skipaði fyri stuðulssvimjingini um Nólsoyarfjørð, sigur, at bert fýra svimjarar royndu seg á ovastevnu í ár.
Sjálvur hevur hann svomiið um fjørðin á hvørjum ári, síðan farið varð undir hetta tiltak.
- Hóast talið av luttakarum ikki var so stórt hesaferð, so fingu vit kortini eitt nýtt met.
Tað var 20 ára gamli, Jóannes á Fløtti, sum setti metið í ár við at svimja um fjørðin uppá ein tíma og 17 minuttir. Gamla metið var ein tími og 20 minuttir. Á øðrum plássi í ár endaði Evald Rasmussen, sum brúkti ein tíma og 23 minuttir - og á triðja plássið var Erlendur Simonsen sjálvur, sum svam um fjørðin uppá ein tíma og 31 minuttir, ið er sama tíð hjá honum sum seinasta ár.
Erlendur veit at siga, at Jóannes fyrstu ferð svam um Nólsoyarfjørð sum 13 ára gamal fyri sjey árum síðan.
- Hann hevur ikki verið við árini síðani, fyrr enn nú hann varð við aftur og setti metið, sigur hann.
Fjórði svimjarin, sum roydi seg hesaferð, Fríða við Streymin av Norðskála, er bert 13 ára gomul. Hon hevði ein triðjing eftir av fjørðinum, tá ið hon noyddist at gevast, tí hon var vorðin so køld.
- Líkindini at svimja vóru av teimum bestu. Veðrið var gott, og streymurin góður, sigur Erlendur Simonsen.


Góð kabarett

Eitt afturvendandi og nógv eftirspurt tiltak á ovastevnu, er afturvendandi kabarettin, sum ungfólk í Nólsoy spæla.
Malan Hansen sigur, at tilsamans fýra sýningar vóru í vikuskiftinum, og tann seinasta skuldi vera mánakvøldið.
- Eg vil meta, at eini 300-400 fólk hava sæð kabarettina, sum aftur í ár eydnaðist stak væl, sigur hon.
Kabarettin, sum hesaferð bar heitið, " Nólsoyarbygd? ein býlingur í Havn", viðgerð sum áður ymiskt, sum er hent í Nólsoy síðan seinastu ovastevnu.
Tá ið sunnumorgunin kom, var minni fólk at síggja í gøtunum í Nólsoy, men sunnukvøldið savnaðust eini 100 fólk aftur í tjaldinum niðri á kaiuni til harmoniku-og orgultónleik aftur við felagssangi.
Enn er ov tíðliga at siga, hvat ovastevnan í ár hevur givið í peningi.