Fronsk framsýning

Tá stóru londini veruliga spíla seg út, er ikki stórvegis, sum føroyingar kunnu gera. Tað varð staðfest í Lens, har bert stórspæl frá Jákupi Mikkelsen forðaði fyri einum veruligum avsmurningi av føroyska fótbóltslandsliðnum

Landsdystur

Lens, Frakland: Tá Røoyar fyri 15 árum síðani trinu inn á altjóða pallin, var grundarsetningurin fyrstu árini, at vit vóru við fyri at læra. Ein veruleiki, sum aftur og aftur varð endurtikin av Páll Guðlaugsson, og sum táverandi liðformaðurin eisini tóktist taka til sín. Ferð eftir ferð vóru boðini, at alt undir 4-0 var eitt úrslit, sum Føroyar kundu góðtaka, og í nógvar mátar var veruleikin tann sami, nú Føroyar á útivølli royndu seg móti einum av heimsins sterkastu landsliðum.

Ov spjaddir á vøllinum
Tí hóast føroyska fótbóltslandsliðið gjøgnum árini hevur tikið seg nógv fram. Hóast spælskipanin er broytt, og dirvið er vorðið størri, so var tað ein heldur løgin kensla, sum flestu áskoðararnir mundu sita við kring leikvøllin. Í øllum førum var spenningurin ikki tann sami, sum hann plagar at vera, tá landsliðið fer í eldin. Einki hevði verið at hoyrt um møguleikan fyri eini sensatión undan dystinum, og sjálvur hevði Henrik Larsen eisini sagt, at talan gott kundi gerast um eina óbehagiliga uppliving. Tann vandin vil sjálvandi altíð vera til staðar hjá føroyingunum, men samstundis hevur liðið ofta ignorerað veruleikan, sum sigur, at mótstøðan er nógv sterkari.
Og leiklutirnir hjá liðunum báðum vóru eisini greiðir, frá fyrsta bríksli leygardagin. Frakland hevði kanska í nógvar mátar eyguni vend móti stóru uppgávuni mikudagin, tá teir skulu spæla móti Írlandi, men teir vóru so sanniliga eisini nóg professionellir, at teir gjørdu arbeiðið móti Føroyum liðugt. Og tað varð gjørt eftir púrasta greiðari uppskrift. Teir brúktu fyrstu 20 minuttirnar ella har á leið at koma á 2-0, og tá hetta var veruleiki, kundu teir taka sær meira av løttum.
Føroyingar royndu sjálvandi tað, sum teir vóru mentir, at standa ímóti trýstinum, men tað var mest sum alla tíðina til fánýtis. Ikki minst, tí føroyski miðvøllurin tóktist standa rættiliga »breiður«. Hetta merkti kanska, at Jákup og Claus í størri mun kundu forða fronsku bakkunum í at koma niðaneftir, men tað kostaði so sanniliga eisini mitt á. At Fróði og Ingi skuldu fáa tað trupult, var einki at ivast í, men tá teir so samstundis spældu tveir móti trimum, gjørdist uppgávan púrasta vónleys. Ikki minst, tá teir tríggir mótstøðumenninir itu Patrick Viera, Claude Makelele og Zinedine Zidane. Ein miðvøllur, sum væl og virðiliga mann liggja oman fyri miliardina, um tosast skal um marknaðarvirðið.
Ætlanin í uppstillingini var kanska, at Andrew skuldi vera framrættaði miðvallarin, sum skuldi binda miðvøll og álop saman, og partvíst var hann eisini tað. Men í nógvar miseydnaðist ætlanin, og kanska einamest, tí Andrew ikki er vanur við hendan leiklutin. Eitt sindur óreint kann kanska sigast, at tað vildi verið betri, um Rógvi var maðurin á hesum plássinum, men ivaleyst fekk Andrew eisini eitt stórt herðaklapp fyri dystin móti Kypros, har í øllum vónbrotinum um úrslitið kortini var ein av føroysku spælarunum, sum tað veruliga glógvaði í.

Hepni ella ikki
Hvussu var og ikki, so tóktust vertirnir ikki leggja so nógv í, hvørjar trupulleikar føroyska liðið hevði. Frá fyrsta bríksli fóru teir í holt við at skræða bæði miðvøll og verju á føroyska liðnum sundur, og tað gekk heldur ikki so leingi, áðrenn hol kom á.
Fyrstu ferðina vóru tað Henry og Makelele, sum kombineraðu seg ígjøgnum høgra verjuborð hjá føroyingunum, og tá innleggið so kom, kundi Cisse eitt sindur heppið »stútað« bóltin inn við økslini.
Seinnu ferðina varð Cisse stungin avstað í okkara vinstru síðu. Hann smekkaði hart innfyri, og so var Súni Olsen somikið óheppin, at hann beindi bóltin meskarnar aftan fyri ein prísgivnan Jákup Mikkelsen.
Tvey mál, sum meira ella minni kunnu skýrast fyri heppin. Og tá Føroyar beint undan 2-0 málinum høvdu sína bestu roynd í øllum dystinum, kundi bent á, at marginalarnir ikki vóru í okkara parti. Men hetta var nú ikki dystargongdin kortini.
Tí fraklendingarnir kundu og áttu kanska eisini at skora í fleiri øðrum førum. Ikki minst var Henry stóri syndarin, men eisini Veira og Cisse vóru fleiri ferðir í góðari støðu, men ein stórspælandi Jákup Mikkelsen forðaði tó fyri, at málini gjørdust so nógv fleiri í tali.

Eyðsýndur klassamunur
Og eftir 2-0 málið, tóku hinir sær so av løttum. Í øllum førum trýstu teir ikki longur eins nógv oman móti føroyska málinum, og í nógvar mátar varð ferðin eisini tikin av spælinum, soleiðis at okkara so dánt megnaðu at fylgja við.
Men spennandi gjørdist tað ongantíð. Franski klassin var alt í verðini ov eyðsýndur til, at okkara veruliga kundu muta ímóti, og málið til 3-0 var eisini ein góð undirstrikan av hesum. Hóast Lilliam Thuram stóð hálvskaddur uttan fyri vøllin, høvdu 10 fraklendingar ongar trupulleikar móti yvirmannaðu føroyingunum. Bólturin varð koyrdur skjótt runt í tryggum mynstrum, og brádliga breyt Wiltord ígjøgnum okkara vinstra borð, og við eini flatari sending fann hann Cisse, sum bankaði bóltin upp undir tvørttræið.
Tá var franska avspákingin longu farin ígongd. Zidane, Henry og Thuram vóru allir farnir av vøllinum, soleiðis at ikki tann smásnuddurin kundi órógva luttøkuna til dystin móti Írlandi. Tí sum onkur franskur tíðindamaður staðfesti eftir dystin, so var tað ikki uppgávan móti Føroyum, sum varð avgerandi fyri, hvørt Frakland kemur til HM-endaspælið. Tað er ein spurningur, sum dystirnir móti Írlandi og Sveis fara at gera av.

Læra enn
Sum dysturin spældi av, so ber illa til at staðfesta annan veruleika enn tann, sum kann lesast í yvirskriftini. At vit enn ikki hava tað allar minsta orðið at siga, tá stóru tjóðirnar veruliga seta ferð á.
Hinvegin er tað eisini ein veruleiki, at vit á heimavølli hava argað bæði Frakland, Írland, og Týskland umframt at sama Týskland var illa spert í Hannover á sinni. Partvíst man munurin í hesum dystum tó hava verið ein ávís undirmetan frá mótstøðuni.
Tað hendi ikki hesaferð. Fraklendingar fóru konsentreraðir inn á vøllin. Teir gjørdu sítt arbeiði 100% til lítar, og hóast sigurin væl og virðiliga kundi verið størri, so mundi tað ikki níva sjálvsálitið nakað serligt. Fatanin var kanska heldur, at var hetta ein avgerandi dystur, har Frakland hevði havt tørv á átta málum, so vórðu hesi eisini fingin til høldar uttan stórvegis hóvasták.
Og í tí spælinum bar illa til at gera annað, enn bara njóta fronsku fótbóltsframsýningina.