Skandinaviski bankin Nordea skrivar, at hóast ein lítil afturgongd var tíðliga í vár, so koyrir danski búskapurin aftur við fullari ferð. Teir rokna Danmark "en af de sundeste og stærkeste økonomier i Europa med høj vækst, faldende ledighed og overskud på både de offentlige budgetter og betalingsbalancen."
Privat nýtsla og útflutningur eru motorar
Samfelagsligi vøksturin, sum fyri fáum árum var í botni, er í fyrsta lagi settur í gongd, tí privati eftirspurningurin aftur er stórur. Men nú er hetta broytt, soleiðis at útflutningurin eisini gevur eitt stórt íkast til framgongdina og styrkina. Hóast konjunkturirnir eru rættiliga veikir í Eurolandi, sum umfatar mesta av Europa, men ikki Danmark, Svøríki og Bretland, so hevur danski útflutningurin verið í stórari framgongd, eisini til hetta økið.
Við hesum ískoyti frá útflutningssektorinum, hevur vøksturin og framgongdin í danska búskapinum fingið breiðari støði og fastari grund. Hetta er sera positivt, tí ein góður partur av privatforbrúkinum komst av skattalættanum, sum borgarliga stjórnin brúkti sum chokara. Nordea Bank væntar tí, at framgongdin fer at standa við, og at vøksturin í framleiðslu bæði í ár og næsta ár fer at liggja um 2,5%. Danske Bank hevur somu meting.
Stórt avlop á handilsjavnvágini
Munurin millum inn- og útflutning gevur nettoútflutning ella handilsjavnvágina. Danska handilsjavnvágin hevur í fleiri ár verið positiv. Í ár hevur lutfallið millum euro og dollar gingið soleiðis, at euro er blivin 11% minnið verd. Hetta hevur verið ein fyrimunur fyri donsku útflutningsvinnuna. Danske Bank sigur í síni Analyse, at teir vænta at dollarin eisini komandi árið fer at styrkjast, og at tað tí verur lættari at selja framleiðsluna, tí danskar vørur verða relativt bíligari í mun til vørur sum verða framleiddar í USA ella asiatiskum londum, har valutan oftast fylgir dollaranum upp og niður.
Helst hava teir rætt, tí einki bendir á at euran styrkist. Heldur hin vegin í løtuni, tí valið í Týsklandi setti landið í pass-støðu. Eingin klárur meiriluti, og vaksandi ivi um programmið at bøta um búskaparligu rammurnar kann gjøgnumførast.
Oljuprísir skapa óvissu
Danske Bank hevur í mun til prognosuna í mai uppskrivað tann væntaða vøksturin til hægri tøl. Men framvegis eru óvissar, sum eingin, av góðum grundum, torir at siga nakað serligt um. Sum nógv umtalað, hava oljuprísirnir gjøgnum summarið ligið ógvuliga høgt, millum 50 og 60$ fyri tunnuna. Melduródnin Katrina, sum herjaði suðurstrondina á USA, fekk oljuprísin enn hægri upp, og nakrar dagar herfyri var prísurin uppi á 70$ fyri tunnuna, men síðan er hann fallin við 5-6$. Óvissan um oljuprísirnar framyvir kunnu væl ávirka heimsbúskapin.
Serliga lond, sum brúka núgva olju í framleiðsluni kunnu vera hótt av stagnatión og afturgongd, um prísirnir framyvir vera høgir. Her liggja Føroyar illa fyri, meðan Danmark liggur heilt væl fyri, tí teir hava minkað um oljunýtsl-una ella slept vinnugreinum, sum hava høgan oljuintensitet.
Um oljuprísirnir fara at liggja høgt, upp móti 60$ fyri tunnuna, so kemur hetta at ávirka keypikraftina hjá donskum og eisini øðrum brúkarum. Nordea hevur roknað út, at eitt meðal danskt húsarhald kann koma at brúka 6.500 danskar krónur meira um árið til benzin og oljufýring.
Danski búskapurin sum heild er í dag minni bundin at olju í framleiðsluni enn undir fyrru oljukreppuni í 1979, tá oljukranin varð skrúvaður fyri í Iran. Hesin minni olju-intensitetur ge, at negativa árinið í dag av høgum oljuprísum, er nógv minni enn í 1979. Haraftrat er Danmark blivið netto-útflytari av orku og olju. Tí virka høgu oljuprísirnir eisini positivt uppá landsins gjaldjavna og uppá statsinntøkurnar. Hetta svarar til, at Danmark fær ein góðan "blokkstuðul," og politiskur vilji er til at brúka hesa eykainntøku við skili. Millum annað til at minka um statsskuldina og til íleggingar.
Arbeiðsloysið fer framvegis at minka
Tann høgi búskaparligi vøksturin fer frammá at fáa fleiri fólk í arbeiði. Arbeiðsloysið er síðan december 2003, tá tað var í hæddini við 180.000 uttan arbeiði, fallið við 25.000. Roknað í procentum væntar Nordea, at talið fyri alt 2005 verður 5,7%. Bankin væntar at næsta ár koma eini 30.000 fleiri í arbeiði. Hóast talið kann sigast at vera høgt, so er longu nú soleiðis, at sokallaðir trongar (flaskehalse) koma í, tí arbeiðsfólk innan serligar vinnugreinir, eitt nú byggifakunum, ikki eru tøk.
Men globaliseringin, sum til dømis gevur bíligar vørur úr Kina, men eisini tann opni arbeiðsmarknaðurin í ES við bíligari arbeiðskraft úr Polandi, ger eisini, at lønirnar í Danmark í vøruframleiðandi vinnunumi bert vaksa spakuliga. Men service-fakini, sum ikki beinleiðis merkja kappingina frá tí globala, hava havt størri lønarvøkstur.
Størri munur millum rík og fátæk
Í einari kanning frá Arbejderbevægelsens Erhvervsråd hevur M. Baadsgaard víst, at inntøkumunurin millum tey ríku í samfelagnum og tey fátæku hevur verið vaksandi seinastu árini. Hetta hendi eisini undir socialdemokratisku Nyrup-stjórnini, men er versnað nakað undir borgarligi Fogh-stjórnini. Myndin vísir hvussu gongdin í inntøku, víst sum index-tal, hevur verið hjá teimum fátækastu 10% av fólkinum í Danmark, og hjá teim ríkastu 10%, hevur útviklað seg seinastu 8 árini, fram til 2003, sum eru nýggjastu tølini.
Kanningin vísir, at tey 10% av fólkinum, sum hava lægstu inntøku, í tíðarskeiðinum 1995 til 2003 hava havt eina árliga framgongd í inntøku uppá 0,5%. Tey ríkastu 10% av fólkinum hava harafturímóti havt eina inntøkuframgongd uppá 3,6% um árið. Við øðrum orðum hava tey ríku havt eina framgongd í dis-poniblari inntøku uppá 85.499 kr í hesum tíðarskeiði. Teir lægstu inntøkubólkarnir hava bert fingið 2.700 kr.
Orsøkirnar til henda økjandi mun er millum annað avkast av fastari ogn, rentuinntøkur og virðisbrævavinningar.
Konklusiónin er positiv
Tikið samanum, kann sigast soleiðis sum Politiken tekur til 14. september: "Hvad enten det drejer sig om den økonomiske vækst, arbejdsløsheden, inflationen, betalingsbalancen eller de offentlige financer, klarer Danmark sig bedre end eurolandene."
Danski búskapurin "strutter af sundhed" í løtuni, sum Politiken tekur til.
Keldur:
- Nordea: Markets, Økonomisk Perspektiv september 2005
- Danske Bank: Skandinavisk økonomi august 2005, Danmark
- ae-rådet, MikkelBaadsgaard: Indkomstuligheden stiger fortsat, 29. august 2005-09-19
- Lars O. Løcke: Nordea spår ultralav rente et år mere. Politiken 14. sept. 2005