Eirikur Lindenskov
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, varð vald í embætið sum løgtingsformaður. Tað var hon, tí soleiðis segði skipanin, at tað eitur. Føroysk tingfólk vóru í verleikanum »løgtingsmenn«, »nevndarformenn«, »landsstýrismenn«, »løgmaður« og so víðari.
Ein roynd varð gjørd undir undanfarna Løgtingið at broyta lógina, tá nakrar tingkvinnur úr andstøðuni løgdu eitt lógaruppskot fram. Tað var kortini kveistrað til viks við grundgevingum um, at hetta mátti kannast nógv nærri.
Men eitt tað fyrsta, sum núsitandi formansskapur legði fram, var júst uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti).
Hetta varð samtykt 17. mai í fjør, og lógin kom í gildi, tá nýggja tingárið byrjaði á ólavsøku.
Soleiðis gjørdist Bjørt Samuelsen fyrsta »løgtingsforkvinna«, og tað varð eisini broytt á hurðini til skrivstovuna hjá løgtingsformanninum, har tað nú stendur »løgtingsforkvinna«.
Vit hava spurt Bjørt Samuelsen, hvussu tað hevur ávirkað tingarbeiðið, at starvsheitini hjá politikarunum vórðu broytt.
– Tað hevur bara riggað óføra væl, og orsøkin til, at tað hevur riggað so væl er, at tað eru heitini, sum vit brúktu frammanundan, sigur Bjørt Samuelsen.
– Vit brúktu jú bæði heintini »løgtingsforkvinna«, »landsstýriskvina« og »løgtingskvinna« frammanundan, so har er í veruleikanum eingin broyting, sigur løgtingsforkvinnan, sum nú eisini formliga kann kalla seg »løgtingsforkvinna«.
– Øll heitini, sum vóru í uppskotinum frá okkum í formansskapinum, vóru heiti, sum vit mettu høvdu vunnið hevd, sigur Bjørt Samuelsen.
– Tað var líka »løgkvinnan«, sum var eitt undantak, tí tað hevur ongantíð verið brúkt áður, og tað er heldur ikki aktutelt í løtuni, sigur hon.
– Vit høvdu jú eisini kjakið um, hvørt vit skulu brúka kynsneutral heiti, men tey blivu jú ikki brúkt áðrenn. Hinvegin hevur tað føroyska málið ment seg soleiðis, at hesi heitini fyri kvinnur í politikki eru komin inn í málið, sigur hon.
– Eg havi verið í Løgtinginum í yvir 16 ár, og eingin hevur nakrantíð kallað meg »tingmaður«, sigur Bjørt Samuelsen.
Tá hava tingkvinnurnar verið noyddir at skriva seg um »løgtingsmenn«, tá tær hava lagt uppskot fyri tingið ella sett fram fyrispurningar. Men Bjørt Samuelsen sigur, at tá hon sat í landsstýrinum í 2008, tá bar til hjá landsstýriskvinnum eitt skifti at undirskriva seg sum »landsstýriskvinna« - tað var góðtikið í Løgtinginum, men varð tó seinni broytt.
– Tað var løgið, at kalla seg »løgtingskvinna« og skula undirskriva seg sum »løgtingsmaður«.
– Men eg havi roynt tað at undirskriva lógir sum »landsstýriskvinna«, sigur hon.
– Tí er tað ikki sørt stuttligt hjá mær, at eg fór inn á skrivstovuna sum »løgtingsformaður« og á ólavsøku í fjør kundi kom út av aftur skrivstovuni undir einum nýggjum skelti, har tað stóð »løgtingsforkvinna«, sigur hon.
– Tað er stuttligt at hava roynt at verið bæði.
Løgtingsforkvinnan hevur givið gætur, at í summum grannalondum okkara, har leggja tey seg eftir at finna neutral heiti, sum kunnu brúkast til bæði kynini. Eitt nú, at formansskapur verður róptur presidium. Men í eitt nú Danmark halda tey rættiliga fast við mansheitini sum formaður, sjálvt um talan er um kvinnur.
– Men tað stuttliga, sum eg havi upplivað er, at tá eg nú fái innbjóðingar úr grannalondum, so skriva tey »lagtingsforkvinde«, sigur Bjørt Samuelsen.
Tað hevur hon eitt nú fingið frá norska kongshúsinum, har hon varð boðin til døgurða herfyri, tað sama hevur hon upplivað við innbjóðingum úr Danmark, at tey skriva »lagtingsforkvinde«. So tey hava lagt til merkis, at í Føroyum eru heitini broytt eftir kynunum.
Løgtingskvinnan heldur, at sum heild taka fólk sera væl ímóti nevndu broytingunum. Men tað eru tó nøkur, ið halda, at vit áttu at hildið fast við tað gamla. Men tey eru ikki nógv, sigur hon.
Broytingin varð gjørd í samráð við Málráðið, sum eftir áheitan sendi løgtingsforkvinnuni, eina vegleiging, sum milllum annað segði soleiðis um orðið »løgtingsmaður«:
»Á nútíðarføroyskum sipar orðið maður vanliga til mannfólk heldur enn til menniskja. Tí er skilligt og rímuligt, at almenna heitið løgtingsmaður verður broytt. Málráðið mælir til, at heitið løgtingsfólk verður nýtt, tá lívkynið er óvist ella óviðkomandi, men at heitini løgtingsmaður og løgtingskvinna í øllum øðrum førum verða javnsett við heitið løgtingsfólk.Hesi trý orðini eru greið og málsliga góð, umframt at tey longu eru algongd í talu og skrift.«
Hinvegin var fyrrverandi løgtingsmaðurin, Jógvan á Lakjuni sera misnøgdur við uppskotið. Hann sendi skriv til tingið og lesarabræv til Sosialin, har hann skrivar soleiðis:
»...tá ið Løgtingið nú ætlar at gera seg inn á málið og nú ”ger upp við tey almennu kallkynsheitini” í lógini, sum formansskapurin orðar seg, og setur eitt nýtt orð, ”løgtingsfólk / tingfólk”, í staðin, so undrar tað meg.
Hvørki orðið ”løgtingsfólk” ella ”tingfólk” standa í teimum føroysku orðabókunum ella finnast á Sprotanum t.d. Er hetta tann rætta loysnin? Eg haldi ikki!
Eisini haldi eg, at uppskotið byggir á eina fortreyt, sum ikki passar heilt. Sagt verður, at hetta, sum skotið verður upp, avspeglar dagsins talumál. Men er hetta so?
Tað, sum er púra burturvið í hesum uppskotinum, er vanvirðingin av orðinum og tí meir enn túsund ára gamla embætinum, ”løgmaður”, har latið verður upp fyri orðinum ”løgkvinna” (ja, mann trýr, tað er skemt), og eg spyrji bara, um eingin virðing er longur fyri nøkrum traditiónum og siðvenjum. Tað tykist fyri mær, sum at tað er ein politisk korrektheit, ið stýrir øllum, tíverri eisini málráðnum, og at mann púrasta lítilsvirðir og kveistrar burtur málfrøðilig og søgulig aspekt! Grátiligt!«, skrivar Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi løgtingsformaður.
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna skal á ørðum sinna ganga á odda í skrúðgonguni oman í kirkjuna og niðan aftur í Løgtingið. Hon varð fyrstu ferð vald á ting í 2008 og gekk fyrstu ferð skrúðgongu sama ár. Tí verður hetta hennara 17. ólavsøkuskrúðgonga.











