ikki av, tí vit vóru so mong í ferðalagnum. Vit gingu heimaftur gjøgnum tunnilin. Hetta var ein øðrvisi túrur, tí myrkt var at ganga. Tað er nú ikki so ofta, at tú gongur úti í føroysku náttúruni ? á alljósum [...] hvíld og gott brúsubað til kalt borð á hotellinum. Á kalda borðinum var bæði heitur og kaldur matur, og tú saknaði einki. Við borðhaldið var undirhald, og tá ið fólk vóru mett og væl sett, kundu tey fara inn [...] hugna sær, til dansurin byrjaði. Í Gásadali Seinasta leygardag var starvsfólkið á Sosialinum og Hestprenti aftur "fit for fight" til ein nýggjan túr í Vágarnar. Vit fóru úr Havn við bussi um middagin,
ns Sosialinum, gjørdist ein ræðusøga av teimum heilt stóru fyri tjóðveldis- og fullveldisfólk í øllum Føroyum. Sum kunnugt, var tað hjá Tjóðveldisflokkinum, at afturgongdin var hin mest merkisverda og [...] løgmans ?Ákæran er sum ein lítil neisti, ið festir í ein stóran eld. Boðað verður frá, at hvørki løgmaður ella flokkur hansara kunnu liva við, at sovorðnar álvarsligar ákærur kasta ein myrkan skugga yvir [...] Men, at ein tjóð má og skal grundast á tað meginreglu, at øll eru líka fyri lógini og at landsins leiðsla má ganga fremst sum eitt fordømi og ein stoltleiki fyri fólki, heldur enn at verða ein skomm. Men
Rasmus Johannesen ein son. Tíðina, Helena gekk við soninum, hevði hon havt tað gott og hevði ein vanligan gerandisdag við skúla og arbeiði. - Alt gekk væl, og eg merkti ongantíð, at nakað var, sum tað ikki [...] Men í løtuni kann eg ikki gera annað enn at vera ein góð mamma og hjálpa og stimbra hann sum frægast, sigur Helena Jørmundsson. Átti ov tíðliga Tá Helena var komin í sjeynda mánað, hevði hon tað framvegis [...] seg sum vaksin? Hví hevur hann fingið hetta? Men samstundis royndi eg at ugga meg sjálva við at hugsa tankan, at Immanuel ikki var í lívsvanda, og at tað “bara” var Downs. Torført at fortelja Beint eftir
hevði avgjørt ikki ætlað mær at komið til Føroya, men eftirsum eingin onnur loysn er funnin, so kenni eg meg noyddan at koma”, segði Rógvi Winthereig Rasmussen hóskvøldið, tá hann var ávegis úr Lund til Føroya [...] Hvønn gert tú hetta fyri? ” Kvinnurnar”, svarar Rógvi Winthereig Rasmussen, sum kennur eina stóra ábyrgd, eftirsum eingin annar er settur at taka sær av økinum, síðan hann fór. ”Um ein avtala verður gjørd [...] Rasmussen, koma til Føroya við flogfarinum í kvøld, so hann nær at gera kanningar av bróstum í morgin. Hetta hendi eftir, at Sosialurin varpaði ljós á ósemjuna millum Landssjúkrahúsið og serlæknan, sum altso
Streymoyar Sjálvstýrisfelag 4. desember 2018 var lógligur og viðtøkuførur. Sostatt hevur man ógildað avgerðina hjá Streymoyar Sjálvstýrisfelag um sama fund. Meira um hetta málið seinni í kvøld. [...] - Eg havi slett ikki ætlað mær at stilla upp. Tað hevur slett ikki verið upp á tal. So avgerðin er fullkomiliga irrelevant. Tað er eitt tekin um armóð, at man kemur við slíkari fráboðan. Hvat er tað gott [...] avgerðina hjá landsnevndini hjá Sjálvstýrinum, um ikki at lata hann stilla upp til komandi løgtingsval. Hetta tí hann sambært landsnevndini ikki umboðar sjónarmiðini hjá flokkinum. Ikki óvæntað er formaðurin
graslíki seinastu trý árini, síðani eg skifti frá FC Nordsjælland. Hetta eru treytirnar og eg eri vísur í, at vit eisini fara at klára hetta. Eg var her fyri fýra árum síðani við U21-landsliðnum og tá trillaði [...] skal vinna dystin við ferðmiklum spæli. - Hesar oyggjarnar eru serliga. Eg havi verið her fyrr og mær dámar tað væl. Vit vita at vit eru favorittar, men eg havi virðing fyri føroyska liðnum og sálarliga [...] Nørregard í prát. Hann sat millum Kasper Hjulmand og Mathias Jensen, men hann takkaði fyri, tá hann fekk ein spurning, um at sleppa at byrja inni. - Takk fyri! Nú hevur venjari sagt, at eg byrji inni um eg raki
materialistisku greðingarnir gjørdust tyngri og tyngri av mati og drykkju fyltu og skolaðu í seg eins og hetta marglætisgildið varð teirra síðsta væl vitandi at svá livdu teir hvønn dag í ováti og drykkju [...] líki ein privat kapitalistiskur meldur ósmæðin og grammur sita her vælnøgdir kúgandi yvirstætturin ? snákurnar við lið ? flennur at hesum býttlingunum fæloysingunum ið fylla alt teir hava í hetta yvirfylta [...] á veg við øllum gripum fæloysinganna tann kúgaða fjøldin yvirstætturin kom til himnaborgar men har var stongt mistu flogið fullu aftur maktgirndarleiðin dró hesar greðingar snobbaraskaran kystu skitnu leiðina
Tað var ein heldur lættur og hugagóður forsætisráðharri, sum Sosialurin fekk í hornið í gjár. Poul Nyrup Rasmussen hevði fyrrapartin latið frætta, at hann kom á vitjan í Føroyum, umframt at hann eisini [...] Danmarkar 8. januar. - Nú er ætlanin, at vit skulu koma aftur á vitjan seinni í ár. Eg kundi hugsað mær, at hetta kundi verið í summatíðini, so vit kunnu njóta náttúruna og ferðast kring landið, sigur Nyrup Rasmussen [...] - Eg havi júst tosað við Jóannes Eidesgaard, formann í Javnaðarflokkinum, og vit avtalaðu at seta ein dag av til at vitja flokkin, sigur Nyrup Rasmussen. Forsætisráðharrin kemur við Atantc til Føroya 6
línuskip yvir 110 brt. Einir 13-15 mans eru umborð á hvørjum av hesum skipum, og soleiðis er hetta vorðin ein stórur skipabólkur við nógvum arbeiðsplássum. Rólant Poulsen sigur, at á aðalfundinum hevur [...] formaður. - Eg bjóðaði mær at fara úr nevndini á aðalfundinum næstseinast, tí eg hevði selt skipið, Morgunstjørnuna, men aðalfundurin ynskti tá, at eg helt fram. Men nú verður tað so bara hetta árið aftrat, sigur [...] Aðalfundur Felagið Línuskip hevði aðalfund á Bátasavninum í Leirvík í síðstu viku. Eins og Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Fiskimannafelag, heldur felagið Línuskip eisini aðalfund millum jól
mugu síggja hetta bragdið av einum leiki." – Kinna Poulsen, Listaportal.com "LORTIÐ fær fimm stjørnur frá mær." – Høgni Djurhuus, Sosialurin "Eg bleiv still. Og fyrst og fremst var tað ein framúrskarðandi [...] (La Merda) eftir Cristian Ceresoli. Tað er Durita Dahl Andreassen, sum einsamøll á palli í meira enn ein tíma framførir og tulkar tekstin, meðan leikurin er týddur og leikstjórnaður av Maritu S. Dalsgaard [...] einari ungari kvinnu, sum eg haldi, at eg kenni meg aftur í." – Gunnvá Zachariasen, Vágskálin KvF "Hetta er á heilt ótrúliga høgum støði og ótrúliga stór list." – Niels Uni Dam, Vágskálin KvF Tíð og stað: