Læknatrotið hevur fylt nógv í miðlunum um vikuskiftið, og alt bendur á, at tað hevur fingið leiðsluna á Landssjúkrahúsinum at rakna við.
Hósdagin frættist, at Johnny í Grótinum vegna Landssjúkrahúsið bað røntgenlæknan, Rógva Winthereig Rasmussen, koma til Føroya við flogfarinum í kvøld, so hann nær at gera kanningar av bróstum í morgin.
Hetta hendi eftir, at Sosialurin varpaði ljós á ósemjuna millum Landssjúkrahúsið og serlæknan, sum altso hevur ført við sær, at eingin lækni er at taka sær av bróstkrabbasjúklingum í Føroyum.
Men bróstkrabbasjúklingar hava einki at óttast, tí sjúkrahússtjórin váttar, at arbeitt verður við eini semju.
- Vit vænta at hava eina loysn klára fyrst í juli, sigur Johnny í Grótinum.
Kendi seg noyddan at koma heim
”Eg hevði avgjørt ikki ætlað mær at komið til Føroya, men eftirsum eingin onnur loysn er funnin, so kenni eg meg noyddan at koma”, segði Rógvi Winthereig Rasmussen hóskvøldið, tá hann var ávegis úr Lund til Føroya.
Føroyski røntgenlæknin, Rógvi Winthereig Rasmussen, hevur ongan skrivligan sáttmála við Landssjúkrahúsið. Millum annað tí valdi hann 31. mei at trekkja seg úr samstarvinum við Landssjúkrahúsið.
Men tú hevði ikki ætlað tær at komið til Føroya, fyrrenn tú hevði eina avtalu við Landssjúkrahúsið. Hvønn gert tú hetta fyri?
”Kvinnurnar”, svarar Rógvi Winthereig Rasmussen, sum kennur eina stóra ábyrgd, eftirsum eingin annar er settur at taka sær av økinum, síðan hann fór.
”Um ein avtala verður gjørd við privatsjúkrahúsið, sum eg starvist á, merkir tað, at vit koma at taka okkum av øllum bróstkrabbaøkinum líka frá screening til viðgerð. Okkara visjón er at gera Føroyar til undangonguland, og tað merkir at vit fara at hava eitt støði sum er hægri enn okkara grannalond”, greiður Rógvi Winthereig Rasmussen frá og gleðist um, at Landssjúkrahúsið endiliga hevur reagerað.
”Men tað krevur sjálvandi, at ein avtala veruliga verður gjørd”, leggur hann afturat.
Les alla greinarøðina í VikuskiftisSosialinum, sum kann keypast í handlunum og á www.sosialurin.fo fyri 10,-