Útferð
Tíðliga seinasta summar var starvsfólkið á Sosialinum og tey hjá Hestprenti, sum gera tekniska arbeiði fyri Sosialin, á útferð í Vágunum. Tá bar leiðin niðan á Egg, har tú kundi njóta frálíka útsýnið yvir hábærsligar drangar og steyrrætt berg.
Eftir hugnaliga gongutúrin í besta veðri saman við ferðaleiðaranum, Høgna, fóru vit eftir lítla hvíld og gott brúsubað til kalt borð á hotellinum. Á kalda borðinum var bæði heitur og kaldur matur, og tú saknaði einki. Við borðhaldið var undirhald, og tá ið fólk vóru mett og væl sett, kundu tey fara inn í kømrini at hugna sær, til dansurin byrjaði.
Í Gásadali
Seinasta leygardag var starvsfólkið á Sosialinum og Hestprenti aftur "fit for fight" til ein nýggjan túr í Vágarnar.
Vit fóru úr Havn við bussi um middagin, og klokkan 14 seinnapartin byrjaði ferðin av Hotel Vágum.
Eitt lítið lot hevði verið um morgunin, og okkurt ælið. Tó ikki so, at tað bilti, tí ælini vóru stokkut og fóru skjótt fram við.
Stutt vestanfyri tunnilsmunnan til Gásadals steðgaði bussurin, og eftir nakrar leiðbeiningar frá ferðaleiðaranum, sum aftur hesaferð var Høgni, fóru vit til gongu niðan brekkuna.
Tað tekur umleið hálvan annan tíma at ganga til Gásadals við vanligari gongd, men í ferðalagi gongur tíðin skjótt, tá ið fjasað verður um alt millum himmal og jørð á ferðini.
Eitt sindur tungt er at koma niðan brekkuna, um gingið verður ov skjótt, men hendan dagin høvdu vit góðar stundir.
Vit steðgaðu á viðhvørt, tá ið Høgni hevði eitt hvørt at siga frá, men veruliga kaffisteðgin tóku vit ikki, fyrr enn vit sóu omanyvir bygdina í Gásadali.
Á ferðini greiddi Høgni eitt nú frá Líksteini og Kelduni Vívd, sum bæði hava sína søgu.
Tunnilin
Tað eru tey, sum siga, at tað er brattlendi oman til Gásadals. Hetta heldur kanska onkrum aftur í at fara túrin. Men her er einki brattlendi at tosa um og øll, sum eru hampiliga væl gongd, kunnu ganga hendan túrin. Gøtan oman er góð, men tú skalt ansa eftir, at tú ikki glíður í leysa tilfarinum av smásteinum og eyri.
Komin oman til Gásadals, steðgaðu vit eina løtu í bygdini og prátaðu við fólk, sum vóru stødd í Gásadali hendan dagin.
Onkur bjóðaði inn til kaffi, men vit tóku ikki av, tí vit vóru so mong í ferðalagnum.
Vit gingu heimaftur gjøgnum tunnilin. Hetta var ein øðrvisi túrur, tí myrkt var at ganga. Tað er nú ikki so ofta, at tú gongur úti í føroysku náttúruni ? á alljósum degi ? í myrkri!
Gongutúrurin gjøgnum tunnilin tók 18 minuttir.
Um kvøldið var aftur frálíka gott kalt borð á Hotel Vágum við undirhaldi og dansi aftaná.