vinningurin hesi árini er farin. Føroya Brunatrygging er eitt sínámillum felag, so tey árini, felagið hevur havt yvirskot, er alt yvirskotið lagt afturat eginognini til at økja um fíggjarligu styrkina hjá [...] tryggja tygum móti fleiri skaðaorsøkum enn í 1980, og eisini kann nú teknast ein pakkatrygging, ið veitir besta dekningin. M.a. er eingin vandi fyri undirtrygging, um tygum velja eina pakkatrygging. Lækkingin [...] Til hetta kann upplýsast, at um tygum í 1980 høvdu tryggjað ogn tygara móti fylgjandi skaðaorsøkum: eldi, vatni, stormi, omanlopi, glopraregni og frostspreinging, var gjaldið fyri hesa trygging 4,5 o/oo
úttala seg um, at hámarksferðin átti at verið hækkað. Hetta tykir mær sera løgið at hoyra frá einum manni, sum við hinari tunguni samstundis sigur, at promillumarkið eigur at verða lækkað. Hetta hongur als [...] hækka hámarksferðina. Spyrjið heldur fakfólkið um ráð, tí tað er jú tað, tey eru til. Men lat tað vera sligið fast alt fyri eitt, at eingin grund í verðini er fyri at hækka hámarksferðina. Fyri tað fyrstu [...] soleiðis at so lítið av tíð er at vinna inn, hóast tú setir ferðina upp. Siga vit, at vit t.d. koyra av Eiði til Hoyvíkar (her byrjar tað bygda økið í Havn), so er hetta eitt strekki upp á 49 km. Av hesum
Spurningurin er so, um ikki hetta er ein óheppin gongd, ið fer at hava stórar ójavnar við sær. Altíð eitt politiskt element - Tað kanst tú siga, men tað er trupult at síggja, at hendan gongd er undansleppandi [...] d. Danmark er at fáa í lag eina skipan, sum eisini er nøktandi fyri tey, sum eru komin upp um tey 50 árini og sostatt hava lutfalsilga stutta tíð at spara upp til eftirlønarárini. So mikið er greitt, at [...] líkinda eftirlønir í staðin fyri ta einu lønina. Í hesum viðfangi er vert at geva gætur, at sjálvt um lønarlagið í Føroyum var munandi lægri enn í Danmark, so var eftirlønarupphæddin tann sama í báðum londunum
»stovnspeningur« er at finna í Føroysk-donsku orðabók hjá Chr. Matras og M. A. Jacobsen, og tað merkir: Grundkapitalur, meðan orðið »stovnsfæ« uttan iva er samansett, av tí at hetta orðið ikki er at finna í [...] løgmanni loyvi til í felag at konvertera (sí áðurnevndu frágreiðing um hetta orðið) tær 198 mill. kr. Tað, ið eg vil viðmerkja í kortum er hetta: »At umleggja/umbroyta lánspening ella skuld ? til eginpening [...] og kom fram á hetta: »Tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá!« (orðt. 22,7). Tí vil eg stilla upp hetta á hendan hátt: 1) Lán er skuld, ið gjaldast skal aftur! 2) Skuld er upphædd, ið
120 limir vóru á fundi og tað er av tí mesta. Men tað vóru eisini álvarsmál á skránni. Eitt stórmál var eitt uppskot frá nevndini um at fáa undirtøku frá aðalfundinum um at melda seg úr Føroya Handverkarafelag [...] Men tað er fullkomiliga misskilt. Vit ætlaðu ikki at taka ræði í meginfelagnum. Men vit kravdu okkara lógliga rætt - og tað er hvør sítt. Eyðfinn Petersen sigur, at ikki minst kom hetta til sjóndar [...] lønini, at umsita sjálvi. Men har var onki at gera. Øll okkara krøv blivu afturvíst. Og so er onki at gera enn at okkara vegir skiljast, sigur Eyðfinn Petersen.
at hetta er við til at avlaga kappingina, tí tað er oyðileggjandi fyri bátar, sum ongan stuðul fáa, um henda milliónin t.d. verður brúkt til at keypa fiskidagar fyri. Annars heldur hann, at tað er nógv [...] trýsti, sum liggur á honum frá teimum, sum ikki vilja missa stuðulin. Tí hann er púra sannførdur um, at hann er ikki einsamallur um at ynskja allan stuðul, har ið piparið grør. Tað eru nógvir reiðarar, sum [...] ss. Fremsta uppgávan er at skapa ein vinning. Tað hevur spilt manga fyritøkuna, at hugsað verður fyrst og fremst um at skapa arbeiðspláss. Tað er ein grund til, at skilið er so illa vorðið í føroyskum
Um somu tíð, sum Skipafelagið ger vart við, at Pasadena er passé, krevja føroysku ráfiskakeypararnir at fáa eitt skjóttgangandi skip at sigla til Skotlands tríggjar ferðir um vikuna. ? Tað er rætt og slætt [...] á, at tað er alneyðugt fyri tey, ið framleiða fesk fløk, at økt verður um siglingina til evropeiska meginlandið. ? Sum nú er, verður allur fiskur landaður mikudag og hósdag. Orsøkin er, at øll tey, sum [...] slætt neyðugt, um vit skulu standa okkum í kappingini, sigur formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum Páll Gregersen. Hann vísir á, at allir Ráfiskakeyparar eru samdir um hetta. Páll Gregersen leggur dent á
deild í ár, er hann framvegis sera virkin í felagnum. GÍ hevur lið í øllum teimum fýra ovastu vaksnamannadeildunum í ár, og hann ætlar sær at vera við á 3. deild ella 4. deild. Og harafturat er hann farin [...] hevur eisini verið um at fáa onkran føroyskan álopsleikara til GÍ, men sum skilst verður tað eisini av ongum. GÍ gjørdist nummar trý í landskappingini í fjør, men vann kappingina um løgmanssteypið. Sostatt [...] Tey, sum hava hugt eftir onkrum av venjingardystunum hjá GÍ í ár, hava verið bilsin um at sæð Símun Petur Justinussen úti á vøllinum. Móti kappingarenda í fjør segði Símun Petur við fjølmiðlarnar, at hann
biðja dómararnar um at steðga tíðini, tá dysturin er so javnur, at hvørt sekund kann telja. H71 fekk stigini, teir komu eftir, men tey vóru ikki løtt at hála í land. Kyndil vísti, at um teir veruliga vilja [...] vann ? sum væntað ? dystin móti Kyndli mikukvøldið, men tað bleiv meira spennandi, enn nakar hoyvíkingur brýggjaði seg um. Eftir ein beinleiðis keðiligan fyrra hálvleik kom rættiligt lív í aftan á steðgin [...] teir í seinasta enda uppá. At nógv sekund kundu verið spard, um dómararnir høvdu verið kvikari at steðga tíðini í øllum steðgunum, sum vóru, er ein onnur søga. Men tað kann ikki vera rætt, at tað so at siga
seg inn. Limagjaldið er 1.500 krónur um árið fyri einstaklingar. Eru 2-5 starvsfólk í eini fyritøku, er limagjaldið 3.000 krónur um árið og fyri størri fyritøkur er tað 5.000 krónur um árið. Brynja seg til [...] Síðani eru næstan15 limir komnir afturat so nú er limatalið næstan 50. Sostatt er tað bara hendinga fyritøka á Tvøroyri, sum ikki er limur í felagnum. Enn eru bara vinnurekandi limir í felagnum, men e [...] at er olja at finna, ger tað næstan tað sama, hvat oljuhavnin liggur, tí tá verður nóg mikið at gera til allar hendur í Føroyum. Tað, sum er meiri umráðandi, er, hvat oljufeløgini sjálvi siga. Er Suðuroggin