Um somu tíð, sum Skipafelagið ger vart við, at Pasadena er passé, krevja føroysku ráfiskakeypararnir at fáa eitt skjóttgangandi skip at sigla til Skotlands tríggjar ferðir um vikuna.
? Tað er rætt og slætt neyðugt, um vit skulu standa okkum í kappingini, sigur formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum Páll Gregersen.
Hann vísir á, at allir Ráfiskakeyparar eru samdir um hetta. Páll Gregersen leggur dent á, at tað er alneyðugt fyri tey, ið framleiða fesk fløk, at økt verður um siglingina til evropeiska meginlandið.
? Sum nú er, verður allur fiskur landaður mikudag og hósdag. Orsøkin er, at øll tey, sum liva av at senda heilan, óviðgjørdan fisk av landinum ikki bjóða upp á fiskin, fyrr enn hesar báðar dagarnar. Og tað er tí, at skipini sigla ikki til Skotlands fyrr í vikuni. Tað verður bara siglt hóskvøld og fríggjadag. Fáa vit harafturrímóti ein bát, sum fer at sigla týsdag, hóskvøld og leygardag, so fara føroysku bátarnir eisini at landa mánadag. Og so verða føroysku virkini meira kappingarfør, sigur Páll Gregersen
Formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum vil tó ikki koma inn á, hvussu ein slík skjóttgangandi farleið skal fíggjast. Hann vísir bara til at Ráfiskarafelagið er í gongd við eina kanning, har eisini tann spurningurin verður vendur.