alt um rættarfatanina hjá tjóðveldisflokkinum. Høgni Hoydal hevur nevniliga úttalað, at hetta mál er júst eitt prógv um at stýrisskipanin virkar sum hon eigur! Grundgevingin hjá Heina var, at nú var tíð [...] løgtingslóg, bert tí honum ikki dámdi eitt ískoyti sum løgtingið hevði gjørt í einum lógaruppskoti hjá honum. Tá Annfinn Kallsberg yvirtók málsøkið »adopteraði« hann lógarbrotið. Afturat hesum kann prógvast [...] so talan er um eina miðvísa villeiðing av løgtinginum. Sum kunnugt er tað ein av høvuðsuppgávunum hjá løgtinginum at hava eftirlit við at landsstýrið fylgir løgtingslógum. Tískil kundu samstundis staðfestast
Ein bólkur av fólki á Økrum og í Lopra hevur tikið stig til at savna inn undirskriftir fyri at loysa frá Sumbiar Kommunu. Tey ynskja heldur at vera partur av Vágs Kommunu, hóast skattaprosentið har er [...] hevur bygdarráðsformaðurin onga aðra viðmerking til málið. Hann sigur bert, at eingin hevur verið inni hjá sær og heitt á hann um at skriva undir.
støðuføst Í eini søgu hjá Eli Wisel er ein prædikumaður, sum kemur til Sodoma. Hann finnur sær ein kassa at standa á, og fer at prædika fyri sodomabúgvum. Í fyrstuni er fitt av fólki og lurtar eftir honum [...] ræðist seg sjálvan. Tað eru tað tíverri nógvir føroyingar, sum gera. Mótvegis tí hjá nationalistunum, so er hugburðurin hjá hesum fólkum grundaður á leti, mótloysi, og ótta. Og tá hann sleppur at ráða ger [...] er bara tað?, svarar maðurin, ?at hasin klovnurin tú tosar um - tað er eg?. Soleiðis er leikluturin hjá so ómetaliga nógvum fólkum. Í síni tráan eftir at gera onnur nøgd og vera so, sum hini vilja at tey
við hesi verkætlan í trý ár er eisini komið rætti-lig væl áleiðis við arbeiðinum, og verður høvi hjá fólki at síggja og hoyra um hetta arbeiðið í dag og hósdagin. Tá fara fólk frá teimum ymsu oljufeløgunum [...] formaður í umhvørivsbólkinum í GEM, og hann er sera fegin um at skula kunna føroyingar um arbeiðið hjá GEM. Sjálvur er hann skoti og hevur drúgvar royndir bæði í fiskivinnu og oljuvinnu í heimlandi sínum [...] ótta fyri umhvørvinum, nú farið verður undir at bora. Sosialurin hitti eisini eitt av GEM-umboðunum hjá oljufelagnum AGIP, Ron Lansdell. Hann heldur tað vera sera spennandi at hava eina slíka framsýning
sínum longu hvítu strondum, sólbrendu kroppum, ³make-it-rich-quick²- mentalitetinum, er dreymurin hjá mongum ungum ferðamanni og studenti. Staturin dregur til sín og hevur sína egnu sjarmu, sum er trupul [...] rundan um okkum. Tað kann tó nevnast, at vanligi føroyski hugsunarhátturin ikki er so sjálvstøðugur sum hjá td. einum San Fransisco-búgva. Vanligt er í Føroyum at siga: "Tað gongur nokk", meðan her yviri vita [...] í ymsum londum. Hetta er ilt at greiða frá, men um tú í eini arbeiðstøðu skalt arbeiða saman við fólki úr td. Sydney, so fellur alt lættari um tí kennir málið, umhvørvið, pengarnar, staðarnøvn osfr. Tú
umleið seks rúmum har, sum passandi kundu verið nýtt at bjóða røktarsjúklingum. Til dømis dementum fólki. Men tað krevur aðrar fyrireikingar, sum enn ikki eru avgreiddar. Um hendan ætlanin verður veruleiki [...] eisini borið til at samstarvað við eldrabýlið um ymiskar hentleikar so sum køk og reingerð. Tá klárt er hjá fyrstu búfólkunum at flyta inn í Korndalsbýlið, stendur bygningurin í trimum milliónum krónum. Tað [...] Tað eru í høvuðheitinum fólk úr kommununi, sum hava bygt húsið. Tó er el- og rørarbeiðið gjørt av fólki úr Sundalagnum. Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður, sigur, at umframt Korndalsbýlið hevur
verður fult av børnum og ungum fólki alt summar. Sjey barnalegur og tvær ungdómslegur verða hetta til skúlarnir byrja aftur. Kristianna Berthelsen, fyrisitingarleiðari hjá Heimamissiónini, sigur, at umframt [...] stóru í Nesvík. Eini 100 børn eru á hvørjari. Alt í alt fara nakað oman fyri 800 børn á summarlegu hjá heimamissiónini í summar. Talan er um børn, sum ganga í øðrum til sjeynda flokki. Hesar barnalegurnar [...] - taka seg saman og leiga húsið eitt vikuskifti, sigur Kristianna Berthelsen, fyrisitingarleiðari hjá Heimamissiónini.
at hann var við til at halda lív í suðuroynni. Var skúlin ikki, vóru tað nógv foreldur at ungum fólki, sum høvdu flutt av oynni, tí tað er ikki sørt av eini ábyrgd at senda 15-17 ára gamlan ungdóm út [...] ?So eri sannførdur um, at skúlin er við til at halda lív í oynni. Tí uttan ungdóm, vildi útlitini hjá Suðuroynni verið sera, sera vánalig. Hann vísti eisini á, at fer ungdómurin ikki at útbúgva seg, verður [...] ánilsi av. Hann kom eisini inn á teir stóru fyrimunirnar við at hava studentaskúlan í nærumhvørvinum hjá næmingunum. ?Tá ið næmingarnir kunnu búgva heima, sleppa teir undan at hugsa so nógv um húsaleigu ella
Olaf Olsen, reiðari, er stúrin fyri høvuðsvinnu okkara. Hann sigur, at sum er, er eingin kjansur hjá einum nýggjum skipi at bera seg, um einans skal dúvast upp á fiskiskap undir Føroyum. »Eg kenni ongan [...] at tá teir gomlu falla frá, og skipini eisini eru gomul, standa vit eftir við ongum flota og ongum fólki við royndum. Og kortini metir Olaf Olsen ikki seg sjálvan sum pessimist. Støðan er bara soleiðis. [...] broytt í so máta seinastu 20 árini, hóast flotin er minkaður,« sigur Olaf Olsen. Olaf Olsen sigur, at hjá teimum skipunum, hann varðar av, eru útlitini ikki góð í løtuni. Upsaprísurin er farin í helvt í mun
Valurin er lagdur á trøðna hjá doktaranum. - Eingir upprunaligir tvøramenn eru til, tí eingin búði her. Men fólk kom allastaðir frá at arbeiða, og so ognartók man jørðina hjá læknanum til bústaðir, tí hesi [...] Gomlu Doktarahúsini á Tvøroyri hoyra til hjarnan í bygdini. Húsini standa á økinum, har Krambúðin hjá Thomsen (fyrrverandi kgl. handilin), Fiskaplássið og Gestastovan eru. Hetta er júst har, ið bygdin [...] eru í dag ymsir lutir á goymslu og bjálkarnir, ið halda húsunum, eru arvaðir úr gomlu krambúðini hjá Mortensen, ið varð tikin niður. Eiga húsini Tvøroyrar Fornminnisfelag og ein deild av felagnum, ið