Nógv virksemi í Nesvík

Nú skúlarnir fara í summarfrí, byrja summarlegurnar hjá sunnudagsskúlunum. Í Leguhúsinum í Nesvík er fult hús alt summar

Edvard Joensen


Leguhúsið, sum Heimamissiónin eigur í Nesvík, verður fult av børnum og ungum fólki alt summar.

Sjey barnalegur og tvær ungdómslegur verða hetta til skúlarnir byrja aftur.

Kristianna Berthelsen, fyrisitingarleiðari hjá Heimamissiónini, sigur, at umframt tær legurnar, sum verða í Nesvík í summar, verða eisini tvær legur ávikavist í Sørvági og í Porkeri.

Kristianna Berthelsen sigur, at tað eru børn, sum heldur vilja fara á smærri legur, enn tær stóru, sum vanliga eru í Leguhúsinum.

So tann møguleikan hevur Heimamissiónin alla tíðina latið staðið opnan.

Og so vísir tað seg, at áhugin fyri hesum legunum er so stórur, at tær umtrent eru líka stórar sum tær stóru í Nesvík. Eini 100 børn eru á hvørjari.

Alt í alt fara nakað oman fyri 800 børn á summarlegu hjá heimamissiónini í summar.

Talan er um børn, sum ganga í øðrum til sjeynda flokki.

Hesar barnalegurnar verða frá 25 juni til 26 juli.

Eftir ólavsøku verða so tvær ungdómlegur í Nesvík. Umframt verður ein familjulega.


Nógv fyrireiking

Tað krevur nógva fyrireiking at standa fyri slíkum legum. Hædd skal takast fyri so mongum. Ikki minst veðrinum.

Vanliga gongur nógv fyri seg uttandura. Men tað verða tó dagar, hóast summar er, tá ikki er útfarandi. Og tá er neyðugt at hava innanduraskránna klára.

Sum vera man eru Bíbliukunnleiki og andakt fastir tættir á slíkum legum. Men nógv verður gjørt burtur úr kappingum av ymsum slag. Bæði slíkum, sum eru uttandura og innandura. Eisini verður dentur lagdur á at hava ymisk ítriv við børnunum, so tey fáa eitthvørt heim aftur við sær, sum tey sjálv hava evnað til, sigur Kristianna Berthelsen, fyrisitingarleiðari.


Sjálvboðin hjálp

Tað eru tó ikki bara børn, sum eru á barnalegunum. Onkur skal eisini vera at ansa teimum. Til tess eru sjálvbodnir leiðarar. Og tey eru nógv, sum soleiðis brúka sína tíð í Nesvík og øðrum støðum, Heimamissiónin hevur sínar legur.

Tað er soleiðis, sigur Kristianna Berthelsen, at hvør legan hevur ein høvuðsleiðara, sum so hevur fulla ábyrgd av, at alt koyrir, sum tað skal.

Tó er ein persónur, sum burtur av stendur fyri øllum keypi av slíkum, sum brúkt verður á legunum.

Aftur at sær fær høvuðsleiðarin so teir undirleiðarar, sum tørvur er á. Ofta verða tað fólk, sum høvuðsleiðarin kennir ella hevur eitthvørt samband við. Soleiðis kann tað henda, at mestsum heilar bygdir eru á legu í senn.

Í húsinum eru 96 koyggjupláss, sum býtt eru út á kømur við átta plássum í hvørjum. Vanliga er so ein leiðari til hvørt kamar.

Tað vísir seg, at børnini koma aftur ár um ár. Og eisini síggjast fleiri teirra aftur á ungdómslegunum, sigur Kristianna Berthelsen.

Sjálvandi kostar tað pengar at hava slíkar legur. Men tað verður goldið við tí luttakargjaldi, legurluttakararnir lata.

Umframt koma gávur, sum latnar verða til tiltøkini, ið hildin verða. Og tað er leiðslan sera takksom fyri og letur gjøgnum blaðið heilsa og takka øllum teimum, sum hava tey í huganum.


Nógv upptikið

Leguhúsið í Nesvík verður rættiliga nógv brúkt.

Húsið er upptikið næstan hvørt einasta vikuskifti hiðani og líka til várs aftur, sigur Kristianna Berthelsen, fyrisitingarleiðari.

Heimamissiónin hevur sjálvandi síni egnu tiltøk í húsinum. Bíbliuskeið, landsstevnur, sangskeið og tað, sum vanliga er. Øll tey føstu tiltøkini, Heimamissiónin skipar fyri, verða løgd til rættis í rættiliga góðari tíð.

Umfamt verður húsið so leigað út.

Tað hendir seg, at ferðafólk gista í húsinum.

Men vanliga eru tað legur av ymsum slagi, sum eru um vikuskiftini. Familjur - ella viðhvørt heilar bygdir - taka seg saman og leiga húsið eitt vikuskifti, sigur Kristianna Berthelsen, fyrisitingarleiðari hjá Heimamissiónini.