Edvard Joensen
Føroyska fiskivinnan koyrir upp á pumpurnar. Nýggj skip hava ongan møguleika at bera seg, sum støðan er í dag.
Fæst ikki stuðul til endurnýggjan av feksfiskaflotanum, býður vinnuni ikki bøtur. Hon doyr út, so hvørt sum tey gomlu skipini gerast ónýtilig.
Olaf Olsen, reiðari, er stúrin fyri høvuðsvinnu okkara.
Hann sigur, at sum er, er eingin kjansur hjá einum nýggjum skipi at bera seg, um einans skal dúvast upp á fiskiskap undir Føroyum.
»Eg kenni ongan,« sigur Olaf Olsen, »sum torir at fara undir at byggja nýtt skip undir teimum treytum, nú eru galdandi.«
Olaf Olsen vísir á, at hóast árið í fjør var metár yvirhøvur, hevði einki nýtt skip klárað at yvirlivað tær fíggingartreytir, sum nú eru galdandi í fiskivinnuni.
Og so torir eingin undir at fáa sær skip. Tað merkir aftur, at tá teir gomlu falla frá, og skipini eisini eru gomul, standa vit eftir við ongum flota og ongum fólki við royndum.
Og kortini metir Olaf Olsen ikki seg sjálvan sum pessimist. Støðan er bara soleiðis.
Olaf Olsen vísir á, at tað neyvan er av tilvild, at einki nýtt skip, sum beinleiðis er smíðað til feskfiskavinnu undir Føroyum, nakrantíð hevur klárað seg.
Víst hevur verið á, at so kunnu vit bara lata tað fara, sum ikki ber seg, og á tann hátt tynna út, til vit hava ein so mikið lítlan flota, at hann klárar seg.
Til tað sigur Olaf Olsen, at hann metir tað sum eitt »farligt eksperiment.«
Hann vísir á, at hóast flotin er minkaður, hava skipini, sum eftir eru, ikki fiskað meira enn tey gjørdu frammanundan.
»Tað er einki broytt í so máta seinastu 20 árini, hóast flotin er minkaður,« sigur Olaf Olsen.
Olaf Olsen sigur, at hjá teimum skipunum, hann varðar av, eru útlitini ikki góð í løtuni.
Upsaprísurin er farin í helvt í mun til í fjør.
Tá so umleið tveir triðingar av veiðuni er upsi, stendur púra einki til.
Hann sigur, at tað kundi verið freistandi hjá mongum, bara at góðtikið støðuna, sum hon er, fiskað, til skip og menn verða pensionerað samstundis, og so bara seta seg aftur á og staðfesta, at:
»Hatta var tað.«
Olaf Olsen dugir ikki at skilja, at tað skal vera so lívsneyðugt hjá føroyingum at ganga undir onkrar reglur, sum áleggja okkum, at eingin stuðul má vera í vinnuni yvirhøvur.
Hann vísir á, at tað ber onga aðrastaðni til at reka hesa vinnu uttan stuðul.
Og í ES tosa teir í hesum døgum um, at bara partar av roknskapunum hjá teimum ymsu limalondunum eru almennir.
Hvat tað man merkja, heldur Olaf Olsen, at vert er at hugsa eitt sindur um.