Eldrasambýlið á Eiði letur upp í heyst.
Um mánaðarskiftið august-september sleppa tey átta føstu búfólkini, og tvey til umlættingar, at flyta inn.
Nú verður lýst við, at fólk kunnu biða um umsóknarbløð, og so verður hugt at tørvinum.
Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður á Eiði, sigur, at longu áðrenn liðugt er, er bíðilisti.
Og tað eru ikki bara fólk, sum búgva á Eiði, sum hava víst áhuga. Eisini eiðisfólk, sum flutt eru aðrastaðni. Onkur, sum býr uttanlands, kundi eisini hugsað sær at sloppið aftur á klettarnar á gamalsaldri.
Fólk vilja vera í góðari tíð, tá soleiðis er. Og tað er eisini neyðugt. Tí at søkja, tá tørvurin knappliga er har, kann vera svikaligt.
Eitt eldrasambýlið er ikki nakað røktarheim, men roknað verður tó við, at eini tvey umlættingarpláss fara at vera.
Sambýlið verður rikið í samstarvi við heimahjálpina.
Tíggju eru rúmini, og Hans Jákup í Kollsbyrgi sigur, at heimið verður innrættað við einarúmum. Tó eru tey so mikið stór, at um eini hjún koma til umlætting til dømis, ber væl til at búgva tvey í sama rúmi eina tíð. Men fólk, sum annars koma at búgva, verða ikki løgd saman.
Annars eru nøguleikar fyri at innrætta kjallaran, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður. Pláss er fyri umleið seks rúmum har, sum passandi kundu verið nýtt at bjóða røktarsjúklingum. Til dømis dementum fólki.
Men tað krevur aðrar fyrireikingar, sum enn ikki eru avgreiddar.
Um hendan ætlanin verður veruleiki, kunnu hesi plássini bjóðast út til fólk úr øllum landinum. Og tørvurin er avgjørt har, sigur bygdarráðsformaðurin á Eiði.
Tað hevði so eisini borið til at samstarvað við eldrabýlið um ymiskar hentleikar so sum køk og reingerð.
Tá klárt er hjá fyrstu búfólkunum at flyta inn í Korndalsbýlið, stendur bygningurin í trimum milliónum krónum. Tað er áðrenn kjallarin er innrættaður.
Eiðis Kommuna ber størsta partin av byggikostnaðinum, hálvatriðju millión krónur. Seinasta hálva milliónin er stuðul, sum fingin er sambært kunngerð frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, sum heimilar at lata 50.000 krónur fyri hvørt búfólkið.
Tað eru í høvuðheitinum fólk úr kommununi, sum hava bygt húsið. Tó er el- og rørarbeiðið gjørt av fólki úr Sundalagnum.
Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður, sigur, at umframt Korndalsbýlið hevur kommunan gjørt veg til húsini og parkeringspláss í grannalagnum.
Hetta arbeiðið hevur einki við sjálvt eldrasambýlið at gera, annað enn, at vegurin sjálvandi liggur at húsinum.
Eldrasambýlið liggur í øki, har bæði kirkjan, missiónshúsið og EB-húsið eru frammanundan, so har koma parkeringsplássini eisini væl við, heldur bygdarráðsformaðurin.