hent, um danir høvdu onkran eksklusivan rætt. So eg eri ikki so bangin fyri framtíðini á hasum økinum. Atli Dam sigur víðari, at høvdu danir havt fingið henda framíhjárætt, so hevði tað ikki verið so lætt [...] soleiðis, at har kom at standa nakað um afturgjalding av lánum, um so var, at olja var funnin. -Men har gjørdi Marita Petersen, sum tá var løgmaður, bart og gav dønum greið boð um, at undirgrundaravtalan skuldi [...] Rasmussen, ið snúði seg um yvirtøku av undirgrundini. Har kom fram, at eftir at Schlüter hevði boðað flokkunum á fólkatingi frá, at hann fór at undirskriva avtalu við føroyingar um undirgrundina, fór danski
einsamøllum, so er hetta ikki rætt. Vit vita, at spurningar sum ognarrættur og Højhedsrættur eru hugtøk uttan veruligt innihald, men til tess at sleppa undan framhaldandi tjaki og misskiljingum um hetta, er [...] Dam heldur tí ikki, at útlendsk oljufeløg hava nakra orsøk til at bera ótta fyri tí, sum er komið fram um, at vit ikki eiga rættin til undirgrundina. -Rætturin til at umsita tilfeingið eiga vit sambært hesi [...] num og als ikki tá sjálvstýrislógin er fingin til høldar. Tí skilji eg ikki, at teir, sum tosa so nógv um sjálvstýri, ikki hava viljað farið til verka í Stjórnmálanevndini. Tað er ongantíð ov skjótt at
hevur verið sera svikaligt av kavanum. Bussarnir sleppa ikki vegin fram. Landsverkfrøðingurin ger hvat hann kann, men tað fýkur og rýkur so skjótt í aftur, at tað næstan ikki er til nakra nyttu. Seinnapartin [...] So nógvan kava sum føroyingar hava nú, skulu vit langt aftur í tíðina fyri at finna makan til. Eldri fólk siga, at tey ikki minnast slíkan kava síðani 1947-48. Og kavin gevur trupulleikar. Bussambandið [...] sperraði eitt skalvalop landsvegin, og løgreglan stongdi hann. Løgreglan heitti leygardagin á foreldur, um at ansa eftir tá børnini fóru út at spæla. Tvær smágentur, sum spældu tætt undir einum sethúsum, fingu
frælsi býr. Og annars fevnir orðið frælsi so ógvuliga víða. Og tað ber eisini væl til at vera ófrælsur, hóast tú býr í einum frælsum landi, sum óteljandi dømi eru um. Tað var onkur sum nevndi, at vit áttu [...] fullkomiliga samdur. Men hví eru tað so mangir eldhugaðir tjóðveldismenn, sum eru millum teir fyrstu, ið renna undan tá ið á stendur? Tað varð eisini sagt, at tað vóru so mong fátæk lond, sum høvdu valt frælsi [...] tjóðveldinum Føroyar skal síggja út. Har hongur alt í leysum lofti. Ístaðin roynir hann at føra seg fram við ymiskum rakstrarrópum, og tí var tað við einum ávísum áhuga, at eg setti meg at lurta eftir f
føroyska íkastið til positivt samstarv í ríkisfelagsskapinum. Tó so, at neyðugt hevur meira enn so verið at langa nevan í borðið við hvørt, um føroysk áhugamál ella rættindi vóru sett til viks. Fólkatingsarbeiðið [...] endurgjald fyri tapið í samband við yvirtøkuna av Føroya Banka. ?Ávirkan í tingbólkinum hjá Vinstra- sum fram um aðrar er flokkur føroyinga í Danmark. Fólkatingslimurin hjá Vinstra, Pia Larsen, ið er framsøgukvinna [...] fólkatingslimir um Føroyar og føroysk viðurskifti. Tá ið eg kom á fólkating í 1994 legði eg merki til, at javnaðar- og fólkafloksumboðið høvdu misrøkt sína uppgávu. Fólkatingslimirnir vistu ikki nógv um Føroyar
seta vælferð føroyinga fram um kenslubornu rakstrarrópini um loysing, tí loysing í dag kostar okkum ein nógv størri prís, enn vit sum fólk vilja gjalda. Fáa vit nýggjar rammur um okkara felagsskap við Danmark [...] er heilt óhugsandi, at danir vænta sær at sleppa upp í part, um vit fáa eitt føroyskt oljuríkidømi? Og er hetta alt so, sum vit pástanda, so kunnu vit við enn betri samvitsku móttaka teir fyrimunir, sum [...] fólkum, so er væl vunnið. Tá eiga vit at taka hendur saman um ætlaðu sjálvstýrislógina, sum helst allir flokkar á løgtingi skuldu staðið aftanfyri. Tá bleiv eisini torført hjá dønum at komið uttan um okkara
okkum, at vit »gloyma« hvat er hent og hugsa kanska ikki so nógv um, hvat er farið fram tey seinastu 10 árini. Men veljarin í Vágum eigur at leggja sær í geyma: 1) Fyri 9 árum síðan gjørdi sitandi løgmaður [...] Vit er jú so tolin. Væl vitandi, at hetta er eitt fólkatingsval, so má eg koma inn á tann førda politikkin mótvegis Vágoynni. Eisini tí at úrslitið av einum fólkatingsvali er ein ábending um, hvussu úrslitið [...] veljari í dag at geva hesum sama flokki ein so dyggan politiskan ósigur, at hesin flokkur helst ongantíð kemur fyri seg aftur í Vága valdømi. Tíðin gongur so ómetaliga skjótt, og vit hava tað øll í okkum
23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Týsdagsdøgverðarnir eru hvønn týsdag fram til 26. mai. Bingo er annan hvønn týsdag fram til 28. apríl. Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag [...] ella skriva nakrar reglur til vitin@get2net.dk. Freistin at tekna seg er 1. apríl, og enn er pláss, so tekna teg áðrenn nábúgvin. Vinarliga, Vitin Haurumsvej 35 st th Tilst DK-8381 Mundelstrup Danmark [...] hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V
endurskoðanarnevndini koma teir fram við ymsum tilmælum um hvussu fiskivinnan skal geva avkast og eru hesi: ?at arbeiðsmarknaðurin lækkar sínar útreiðslur, ?at vinnan gerst so liberal sum møguligt ?at myn [...] halda fram sum ein nýbyggingar-umbyggingar og javnskipanarstuðul. Grundarlagið undir hesum er álitið frá endurskoðanarnevndini, sum við eini kopiering av stuðulsskipanum aðrastaðni frá finnu fram til, hvussu [...] at risikera, sita og rópa á partar av vinnuni um at loypa útí, men fiskivinnan undir Føroyum hevur givið John Petersen sítt svar. Eitt uppskot á tingi um at geva einum parti av flotanum framhaldandi í
Listin snýr seg, tá ið av tornar, um tað at vera menniskja og tí um at rannsaka, royna og ? velja. Tí er tað, at list og frælsi hoyra saman. Og hóast list og politikkur ofta tykjast at hava ikki lítið [...] lítið men als einki hvørt við annað at gera, so koma tær royndarstundir, at tað kemur fram, at mentan, politikkur og list eru samantvinnað, tó at tað ikki ger vart við seg dag og dagliga. Tá ið Janus Kamban