List og manslæti

Listin snýr seg, tá ið av tornar, um tað at vera menniskja og tí um at rannsaka, royna og ? velja.

Listin snýr seg, tá ið av tornar, um tað at vera menniskja og tí um at rannsaka, royna og ? velja. Tí er tað, at list og frælsi hoyra saman. Og hóast list og politikkur ofta tykjast at hava ikki lítið men als einki hvørt við annað at gera, so koma tær royndarstundir, at tað kemur fram, at mentan, politikkur og list eru samantvinnað, tó at tað ikki ger vart við seg dag og dagliga.

Tá ið Janus Kamban fylti 75 ár í 1988, skrivaði Sigurð Joensen eina heilsan til hansara. Har greiðir hann m.a. frá, at í 1961 fóru Janus Kamban og Hanus við Høgadalsá til Íslands við tí besta, sum vit áttu av myndlist. Vit vóru boðin at vera við við á stórari listaframsýning, sum varð hildin í sambandi við, at Háskóli Íslands fylti 50 ár. Listaverkini vórðu upphongd, og tað føroyska flaggið veittraði saman við hinum nógvu tjóðarmerkjunum á framsýningarstaðnum.

Hátíðargestirnir vóru nógvir og høgir. Millum teirra ikki bara sendiharri dana í Íslandi, men eisini sjálvur kenslumálaráðharri

dana. Tað kom hartil, at føroyska flaggið skuldi verða burturtikið, tí tað bar ikki til, at annað flagg enn dannebrog umboðaði danaveldi.

Tá gjørdu okkar sendimenn seg til at taka tey føroysku listaverkini niður og fara heimaaftur uttan himpr, men við spekt og sóma.

Flagg okkara varð hangandi .

Greinin endar við hesum orðum: »Gævi tann dagur var ikki langt burturi, at føroyingar fingu mentir, moral og mannavit til at fara av danafundi sum av torvheiðum heldur enn at falla til kníggja.«

Ja, latið hann vera komnan nú.