Á fundinum 19. febr. fingu vit at vita, hvussu umsitingin hevði hugsað sær at íløgustuðulin skuldi halda fram sum ein nýbyggingar-umbyggingar og javnskipanarstuðul. Grundarlagið undir hesum er álitið frá endurskoðanarnevndini, sum við eini kopiering av stuðulsskipanum aðrastaðni frá finnu fram til, hvussu føroyski skipaflotin skal síggja út. Hetta er nakað serstakt, tað er roynt nógva aðrastaðni við misjøvnum úrslitum og avleiðingum, t.d. í Íslandi, har man mátti banna einum verkfalli við lóg fyri at trýsta eitt system ígjøgnum, sum ikki allir trúgva uppá.
Landsbankastjórin segði í sending í sjónvarpinum, at tað var ikki nøkur náttúrulóg, at tær boðaðu broytingarnar í fiskivinnuni koma at føra til eina óróliga yvirgangstíð? Eg veit ikki hvussu ofta ein náttúrulóg skal prógvast fyri at fáa gildi, men vit vita, at har hetta modellið verður roynt í løtuni, er nógvur turbulensur. Eisini hevur man sæð seg noyddan til at økja um stuðulin til at uppfanga tann triðingin av arbeiðsorkuni innan fiskivinnuna, sum tað ikki longur verður brúk fyri.
Eitt nýtt argument, sum nú verður roynt, er at vit skulu halda uppat at hugsa um arbeiðspláss. Tí halda vit tað er neyðugt at fáa svarað spurninginum: hvat er mest forsvarligt fyri samfelagið, at hava ein flota har ein hampuligur partur av veiðuvirðinum fer til lønir, ella ein flota, har kapitalkostnaðurin fer avstað við stórum parti av tí, sum fiskurin gevur.
Í álitinum frá endurskoðanarnevndini koma teir fram við ymsum tilmælum um hvussu fiskivinnan skal geva avkast og eru hesi:
?at arbeiðsmarknaðurin
lækkar sínar útreiðslur,
?at vinnan gerst so liberal
sum møguligt
?at myndugleikarnir eru
við til at lækka útreiðslu-
støðið, t.d. við eini FAS-
líkandi skipan,
?at t.d. íløgustuðul verður
veittur
Er alt hetta ikki stuðul bert í maskeraðum líki?
Taka vit t.d. at arbeiðsmarknaðurin lækkar sínar útreiðslur, og ein FAS-skipan verður innførd, so førir hetta við sær, at tær minstu skattainntøkurnar verða tilførdar vinnuni sum rakstrarstuðul. Hvørki meir ella minni. Eru vit tá ikki hildin uppat at kalla ein spaka fyri ein spaka.
Og til tess at fáa betri rentabilitet í fiskiskipaflotan verður mælt til:
?umsetilig fiskirættindi
?liberalisering av virkis-
økinum hjá veiðuliðnum
?tættari samstarv millum
veiðulið, framleiðslulið
og sølu
Umsetilig fiskirættindi geva færri og størri eindir, um framleiðslu og sølulið skulu fylgja við verða tey eisini at skipa seg hareftir. Hetta er ikki nøkur náttúrulóg, men botnurin til eitt stórt privatmonopol er lagdur.
Mær tykir, at allir, sum einki hava at risikera, sita og rópa á partar av vinnuni um at loypa útí, men fiskivinnan undir Føroyum hevur givið John Petersen sítt svar. Eitt uppskot á tingi um at geva einum parti av flotanum framhaldandi íløgu/rakstrarstuðul má tí takast sum ein panikkloysn at bjarga sær sjálvum, antin privat ella lokalpolitiskt. Vit mæla tí til, at áheitanin frá teim 8 feløgunum, sum veiða á landgrunninum, verður fylgd, og at eitt meira breitt kanningararbeiði liggur til grund fyri tær avgerðir, sum tá skulu takast fyri okkara fiskiflota, eisini av teim negativu avleiðingunum, sum nýggju tankarnir um strukturin í veiðiflotanum koma at føra við sær.
Jan Chris Michelsen