Kommunumál Runavík: Brúk er fyri fleiri parkeringsplássum í Runavík. Ein part av tørvinum nøktar kommunan við at ger nøkur pláss millum ítróttarhøllina og fótbóltsvøllin. Nú apotek verður bygt innan fyri [...] sigur Hans Petur Ellingsgaard, formaðurin í mentanarnevndini hjá Runavíkar Kommunu. Hann sigur, at parkeringsviðurskiftini í kommununi hava ikki verið nøktandi í longri tíð, men at tað, sum gjørt er nú,
Joensen, sum var bóndi í Fuglafirði, doyði mikudagin í syndarligari vanlukku. Hann var saman við systur síni á veg norður í Halgadal at hyggja til seyðin og gera okkurt arbeiði í seyðahúsinum. Tá tey bæði [...] er bóndin áhaldsin og dettur niður í gjónna. Fallið var einar 30 metrar, og hann er eftir øllum at døma deyður í fallinum. Hetta upplýsir løgreglustøðin í Runavík fyri Sosialinum. Sera illgongt var á [...] alibátur úr Oyndarfirði, sigldi inn móti landi og setti tveir ungar mans í land. Teir fóru fyrst niðan til kvinnuna og síðani niður í gjónna eftir manninum. Tá vóru fleiri fólk komin til hjálpar. Teir báðir
Í úti við hálva øld hava møtir verið hildin á páskum í Fuglafirði. Øll hesi mongu ár eru fólk ymsastaðni frá í landinum komin saman í Siloa til páskamøtir. Men nakað eftir at Ítróttarhøllin á Kambsdali [...] samkomurnar í Siloa, Fuglafirði, Hebron í Leirvík og Filadelfia í Gøtu skipa fyri møtunum. Eisini er skipað soleiðis fyri, at møtini tey seinnu árini hava verið annaðhvørt ár á Kambsdali og annaðhvørt í Ítró [...] Ítróttarhøllini í Runavík. Aftur í ár verða so hesi páskamøtir. Byrjað verður í Siloa skírisdag kl. 18, og hildið verður fram langa fríggjadag kl. 11 og 18. Leygardagin verður so farið út á Kambsdal. Har verður
leiðslan í E má taka til takkar við tí eina manninum í oynni, júst sum hon eisini verður at sanna í Norðoyggjum. Eftir øllum at døma hevur víðgongda og lítið semjusøkjandi støðan hjá formanninum í E í full [...] flokkarnar í Eysturoynni eftir valið 30. apríl. B hevur altíð staðið seg væl í oynni. Spurningurin her er heldur, hvør verður valdur. Har verður helst hørð kapping. Fyrrv. borgarstjórin í Runavík stillar [...] um at tvífalda tingmannatalið í bæði Norðoyggjum og í Eysturoynni verður av ongum. So hóast E eydnast at fáa framgongd í atkvøðum kann úrslitið verða, at flokkurin stendur í stað, og tað hevur ongantíð verið
ódámligur og í føroyskum høpi í drúgva tíð ókendur tóni og sikti, sum fær meg at støðga á og undrast. Í báðum førum endar formaðurin í Tingsins Mentunarnevnd við at staðfesta, at mentanin er miðsavnað í Havn. [...] rópiteknið í endanum eigur Jógvan sjálvur í valgreinini í Dimmu týsdagin, so her er neyvan skeivt endurgivið. Hetta orðalag og sikti er, tað eg veit, nýtt í føroyskum mentunarligum kjaki. Ella í hvussu er [...] og ein nevndarlimur eru úr Havn, tvey eru avbygdafólk úr Húsavík og Runavík og ein er ættaður úr Danmark, men í mong ár búsettur í Havn. Skrivarin er sambært Lærarbókini ættaður úr Vík. Og hyggja vit
Arkitektar í Klaksvík, sum hava gjørt tekningarnar til eldrasambýlið. Hesar eru viðgjørdar í kommununi í seinastuni. - Fíggjarkarmarnir eru avmarkaðir. Vit hava tí hugsað okkum at gera arbeiðið í trimum [...] byggistigum. Ætlandi koma 8 búpláss við í fyrsta byggistigi, sum væntandi byrjar av álvara seinni í ár, sigur Súni í Hjøllum, formaður í teknisku nevnd. Á fíggjarætlanunum fyri 2000, 2001 og 2002 hevur [...] parkeringspláss, sum eitt nú skúlin og onnur, sum virka í kommununi, fara at fáa gagn av. Stórur tørvur og góður vilji Súni í Hjøllum sigur, at viljin í bygdaráðnum at fremja ætlanina um eldrasambýlið er góður
Ragnhild Ellingsgaard Runavík: Hetta var 32 árið á rað, at Lions Club í Eysturoy skipaði fyri árligu listaframsýningini. Samstundis var hetta eisini einasta listaframsýningin í landinum, ið hevði opið [...] og so var eisini í ár. - Longu fyrsta dagin vitjaðu 582 fólk framsýningina, og eftir tveir teir fyrstu tímarnar høvdu vit selt eina rúgvu av málningunum, sigur Harley Joensen, formaður í Lions Club Eysturoy [...] Eysturoy. - Framsýningin í ár er eitt sindur øðrvísi, enn hon plagar at vera, men fólk dáma hana ótrúliga væl. Hetta sæst eisini aftur á søluni, tí málningarnir ganga sum heitt breyð í ár, greiðir formaðurin
saman at hyggja at framsýningini, sum fimleikafelagið Støkk úr Runavík skipaði fyri seinasta leygardag. Við í ferðalangnum vóru fleiri lið í ymsum alursbólkum, og var framsýningin sera væl fyriskipað. F [...] fleiri ferðir fyrr verið á vitjan í Klaksvík, og hvørja ferð hevur uppmøtingin til framsýningarnar verið stak góð. Støkk hevur gjøgnum seinasta árið vunnið fleiri kappingar í landinum, og hetta sást eisini
ketlarnir hava, sigur hann. Útlendskur áhugi Tá ið fiskivinnustevnan var í ítróttarhøllini í Runavík í fjør, vóru eitt nú íslendingar í Føroyum og fregnaðust eftir, hvat føroyingar framleiða. - Vit vóru ikki [...] svensku fyritøkuna legði góðan botn í hjá teimum, soleiðis at teir í dag hava ein ketil, sum í allar mátar er kappingarførur við aðrar ketlar á marknaðinum, bæði í dygd og prísi. - Síðan vit byrjaðu, er [...] ikki, og danir meta, at føroysku ketlarnir verða dýrari at framleiða í Danmark enn í Føroyum. - Vit hava tosað við donsku fyritøkuna í eina tíð um hesi viðurskifti, og mangt bendir á, at okkurt fer at spyrjast
Eisini í tí, sum hendir í dag, eru somu felagsnevnarar uppi aftur. Ein er advokatvirkið í Fr. Petersensgøtu í Havn, og ein annar er grannskoðaravirkið Rasmussen og Weihe. Keldur, sum eru innalaga í tí, sum [...] hava verið. Nýggi nevndarformaðurin í Framtaksgrunninum hevur heilt greitt áhugamál í fleiri av feløgunum, sum hava verið uppi í ymsum ætlanum og fyrispurningum í samband við keyp av ognum hjá Framta [...] mikudagin varð valdur formaður í nevndini fyri Framtaksgrunnin. Tá flakavirkið Lynfrost fór á húsaganga undir kreppuni, varð Niels Winther Poulsen settur kurator. Stjóri í Lynfrost í hesum tíðarskeiðnum varð