Listaframsýning
Ragnhild Ellingsgaard
Runavík:
Hetta var 32 árið á rað, at Lions Club í Eysturoy skipaði fyri árligu listaframsýningini.
Samstundis var hetta eisini einasta listaframsýningin í landinum, ið hevði opið um páskirnar.
Sum heitt breyð
Listarfólk frá øllum landinum høvdu sent tilsamans 346 málningar inn til framsýningina, og millum hesar vóru eisini fleiri væl kend nøvn innan føroyska list. Men hendan framsýning er fyri øll, og tí hingu málningar hjá bæði kendum og minni kendum listarfólki lið um lið yvir allan skúlan.
Áhugin fyri árligu listaframsýningini hevur altíð verið stórur, og so var eisini í ár.
- Longu fyrsta dagin vitjaðu 582 fólk framsýningina, og eftir tveir teir fyrstu tímarnar høvdu vit selt eina rúgvu av málningunum, sigur Harley Joensen, formaður í Lions Club Eysturoy.
- Framsýningin í ár er eitt sindur øðrvísi, enn hon plagar at vera, men fólk dáma hana ótrúliga væl. Hetta sæst eisini aftur á søluni, tí málningarnir ganga sum heitt breyð í ár, greiðir formaðurin frá.
Harley fortelur eisini, at framsýningin er ætlað sum eitt slag av sparki tann rætta vegin til nýbyrjarar og onnur, sum ikki hava so góðar møguleikar fyri at stilla út. Tískil er einki eftirlit á málningunum, og hetta sæst eisini aftur.
- Framsýningin er ótrúliga fjølbroytt av tí sama, og okkurt skuldi verið at funnið til einhvønn, sigur hann.
Vanliga plaga um 900 fólk at vitja framsýningina teir báðar dagarnar, hon hevur opið, og hetta talið væntaðu fyrireikararnir eisini at náa í ár.
Ágóðin til lyftir
Ágóðin frá øllum tiltøkum hjá Lions Club fer til vælgerandi endamál, og so er eisini við framsýningini.
Hesuferð er ætlanin at keypa tríggjar lyftir, sum skulu latast til trý eldrabýli í Eysturoynni.
Hetta eru lyftir, sum kunnu lyfta óhjálpin fólk upp úr seingini, eins væl og tær styðja fólki, ið hava fyri neyðini at læra seg antin at standa ella ganga.
Hesar lyftir koma tilsamans at kosta 60.000 krónur, og verður hetta alt goldið av Lions Club Eysturoy.