Nes kommuna fyrireikar nú av álvara bygging av eldrasambýli á Toftum. Stórur partur av útgravingararbeiðinum og planeringini er gjørt.
Tað er Fuglø Arkitektar í Klaksvík, sum hava gjørt tekningarnar til eldrasambýlið. Hesar eru viðgjørdar í kommununi í seinastuni.
- Fíggjarkarmarnir eru avmarkaðir. Vit hava tí hugsað okkum at gera
arbeiðið í trimum byggistigum. Ætlandi koma 8 búpláss við í fyrsta byggistigi, sum væntandi byrjar av álvara seinni í ár, sigur Súni í Hjøllum, formaður í teknisku nevnd.
Á fíggjarætlanunum fyri 2000, 2001 og 2002 hevur peningur verið játtaður til endamálið. Á verandi fíggjarætlan fyri 2002 standa 2 miljónir krónur til endamálið.
Eldrasambýlið verður bygt norðanfyri Føroya Banka, og har verður eisini gjørt eitt stórt alment parkeringspláss, sum eitt nú skúlin og onnur, sum virka í kommununi, fara at fáa gagn av.
Stórur tørvur
og góður vilji
Súni í Hjøllum sigur, at viljin í bygdaráðnum at fremja ætlanina um eldrasambýlið er góður.
- Longu bíðilistarnir til ellis-og røktarheimspláss eru týðilig tekin um, at
tørvurin er stórur, og at stovnspláss vanta. Hóast heimarøktin eftir umstøðunum ger eitt gott og samvitskufult arbeiði, má ásannast, at mong eldri fólk sita í rættiliga stórum einsemi og partvís í hjálparloysi, tí neyðuga játtanin til skipanina er alt ov lág í mun til tørvin.
Bygdaráðslimurin fegnast um, at tað nú er líkt til, at bæði kommunal-og landspolitikkarar eru medvitandi um støðuna og viðurkenna, at bøtast má munandi um umstøðurnar hjá teimum eldru.
- Landsfelagið hjá pensiónistunum hevur gjørt eitt megnar arbeiði til
tess at vísa á og lýsa umstøðurnar hjá teimum eldru, sigur Súni.
Útbyggja í Runavík
Nes kommuna hevur annars játtað at vera við í ætlanini at útbyggja Eysturoyar Røktar-og Ellisheim við 24 búplássum
- Vit fegnast um tey framstig, sum eru gjørd seinastu árini, eitt nú við eldrasambýlum í Fuglafirði og á Eiði.
Súni í Hjøllum heldur tað vera rætt at miðja eftir, at kommunurnar sjálvar byggja eldrasambýli og eldraíbúðir og annars samstarva um ellis-og røktarheimini, soleiðis sum kommunurnar í Eysturoynni gera.










