Kommunumál
Runavík:
Brúk er fyri fleiri parkeringsplássum í Runavík. Ein part av tørvinum nøktar kommunan við at ger nøkur pláss millum ítróttarhøllina og fótbóltsvøllin.
Nú apotek verður bygt innan fyri ítróttarhøllina, verða fleiri parkeringspláss burtur, og tørvurin gerst uppaftur størri, enn hann leingi hevur verið, sigur Hans Petur Ellingsgaard, formaðurin í mentanarnevndini hjá Runavíkar Kommunu.
Hann sigur, at parkeringsviðurskiftini í kommununi hava ikki verið nøktandi í longri tíð, men at tað, sum gjørt er nú, heldur ikki er nøkur endalig loysn, men bara ein roynd at nøkta tann akutta tørvin, sum hann tekur til.
Gjørd verður ein heildarætlan fyri alt økið, sum tað er, sigur Hans Petur Ellingsgaard, og tá fara parkeringsviðurskiftini sjálvandi eisini at verða tikin við.
Økið, har nú eini 100 til 125 parkeringspláss verða gjørd, er umleið 2.800 - 3.000 fermetrar til víddar. Tað hevur ligið har, uttan at nakar hevur brúkt tað til nakað, sigur mentanarnevndarformaðurin. Men nú er so moldin tikin omanav, og slættað verður. Seinni kann tað so brúkast til mangt og hvat, alt eftir hvør loysn verður vald fyri økið.
Men givið er, sigur hann, at tað liggur á ítróttarøkinum, og har eru nógvir ymsir møguleikar, sum tað er væl egnað til.
Kostnaðarætlanin, gjørdd varð, áðrenn byrjað varð at grava, lá um 300.000,- krónur, men Hans Petur Ellingsgaard roknar við, at tað helst verður bíligari, tí minni avgrevstur vað enn væntað.