og tí er tað gott, at nýggir modernaðir bygningar verða reistir. Teir eru snøggir, ikki ov høgir ella “kaldir” og tú sært, at fólk gera sær ómak. Tað stóra spøkilsið í býnum tykist vera Steinatún, so lat [...] karakterleysa ongamannalandi átti at verið eitt fjálgt stað við vakrari ljósseting. Einki undarligt er í, at okkara arkitektar blaka seg yvir hetta túnið og royna at gera nakað nýtt, vakurt og slóðbrótandi [...] Steinatúni vera eitt sindur kaldliga, men vit at hyggja gjøllari, sæst ein góð ætlan, sum kanska er betri enn tann í “Havnin innan fyri Stóragarð”. Spurningurin er, hvat gera vit? El-ljósið hevur alt at siga
Saksøkjararnir meta ikki, at BankNordik hevur heimild at gera hesar broytingarnar, ei heldur at grundgevingarnar fyri broytingarnar eru nóg væl grundaðar. Saksøkjararnir meta eisini, at fráboðanin um broytingarnar [...] lofti. Flótandi rentan var knýtt at ymiskum pørtum, sigur BankNordik. Tó vil sakførarin hjá saksøkjarunum, Jakob Grøndahl, vera við, at hendan rentan í stóran mun var knýtt at sokallaða CIBOR tríggjirmána [...] vístu, at broytingin í RentuLoft-lánunum alla tíðina fylgdi broytingunum í CIBOR-rentuni, at rentuískoyti oman á CIBOR-rentuna hevur verið støðug alla tíðina. Jakob Grøndahl førdi í rættinum fram, at hesi
greiðir frá, at sandjørðin, sum eplavelturnar hjá honum liggur í, ofta gerst ov turr. - Sandjørðin her er so góð at fáast við, og við at tað er so lítið regn her, so ber til at fáa nakað at veksa í henni [...] tann trupulleikan, at tað ofta er ov turt. Tað kemur meiri enn so fyri, at eplini liggja omaná, eftir at vit hava sett tey, tí at jørðin er ov turr. Jóannes í Miðstovuni greiðir frá, at tá eystanvindurin [...] n liggur oman yvir bygdina er tað sum stormur. Eystanættin er so ring, at onkuntíð síggjast guvur av sandinum blása inn yvir bygdina, sum jarðrok. Fyrr, tá vindeygu vóru ótøtt, lá sandur ofta í vindey
náttúrliga at servera fyri børnum og vaksnum. At vísa seyð, ið dettur oman mátti verið tað mest náttúrliga í okkara landi. - Eg havi tað soleiðis við hasum klippinum, at eingin hevur ísenusett at tað skuldi [...] nógvar og hava tað til felags, at tey helst skuldu verið hasar myndirnar fyriuttan. Onkur eru, sum halda, at hatta er í lagi at vísa, tó ikki í Degi og Viku. - Eg haldi, at hatta brotið kundi sagtans verið [...] Fólk tykjast vera býtt í tveir partar. Tey, sum siga, at hóast hatta er ein nátúrligur partur av heystinum og lívinum, so átti tað ikki at verið víst í Degi og Viku, og tey, sum siga, at somikið mugu vit
Havnini. Endin var, at hendan lítla verkætlanin gjørdist veruleiki. Sambært næmingunum var endamálið tvífalt: Fyrst at síggja, hvussu fólk bera set at, tá tey møta kvinnum í burku, síðani at fáa eina fatan [...] av teimum helt fyri vist, at tey vóru spøkilsi. Nógv skiltu, at talan var um onkra verkætlan, tó ikki øll. Á Facebook hevur onkur viðmerkt, at í kjakinum teirra millum, eftir at hava møtt teimum burkukløddu [...] fóru at kjakast um muslimar. Meiningarnar hjá næmingunum vóru ógvuliga ymiskar, og sum skilst var kjakið til tíðir heitt. Onkur fekk tá hugskotið at kanna, hvussu føroyingar høvdu borið seg at, um teir
– Eg havi altíð trivist væl í Tórsgøtu, og tí helt tað vera áhugavert at søkja oman aftur her, nú møguleiki var til tað, sigur Bogi Andreasen, sum settur sum samskipari á Reinsarínum og í Perluni. Í morgin [...] verður í morgin klokkan 16, at almenn móttøka verður í húsinum, sum hevur verið umvælt seinnu árini og nú er liðugt og klárt at taka í nýtslu. Heðin Mortensen, borgarstjóri, fer at bjóða vælkomin, og Helena [...] forkvinna í mentamálanevndini, fer at greiða frá verkætlanini. Umboð fyri tónleikararnar fara eisini at hugleiða um, hvørjir møguleikar eru í húsinum. Trýstið á pílin undir myndini at hoyra samrøðu við samskiparan
frá, at hon var á veg til Suðuroyar at vera avloysari sum urguleikari í kirkjuni á Tvøroyri í tveir mánaðir. Hon hevði bil sjálv og fór fyrst til Klaksvíkar at vitja familju. Ingrid legði afturat, at hon [...] upplivilsi. At sita saman við henni, fáa nótar, sangir og hoyra hennara lívssøgu, var heilt einastandandi. Hon segði mær, at hon sum ung lærdi at spæla eftir nótum, og at hon tíðliga varð boðsend at spæla bæði [...] aftur. Tað var løgið, men eg kendi á mær, áðrenn vit fóru avstað, at eg fór at møta onkrum, sum fór at hava týdning fyri meg. Eg visti, at Várharra hevði eina ætlan við hesum túrinum meira enn góða njótilsið
kommununi. Men borgarstjórin ásannar, at higartil hevur tað verið vónleyst at fáa løgting og landsstýri at gera tær neyðugu lógarbroytingarnar, sum krevjast, so at kommunan kann yvirtaka parkeringsviðurskiftini [...] samstundis, at hetta er eitt mál, sum býráðið fer at raðfesta nú eftir summarfrítíðina. Hetta er eitt mál, vit av álvara fara at taka upp hesa næstu tíðina, tí vit vilja hava viðurskiftini broytt, so at kommunan [...] bussi úr Gundadali, ella longur uppi í Havnini, oman í býin - ella fólk nýta høvi til at fáa ein friskligan gongutúr um morgunin. Heðin Mortensen sigur, at ístaðin skulu parkeringsplássini niðri í Havnini
Russlands Spunasøgan er gjørd soleiðis, at vit fáa fatan av, at sjálvur Putin hevur boðið Kaj Leo til Russlands. Og Sjúrður. Skaale vil vera við, Kaj Leo er brúktur til at "seta hol á verjugarðin hja NATO og [...] til, at Russland ikki boykottar Føroyar. At vit sjálv taka avgerðirnar, viðgera málini ordiliga og kunnu reka okkara egna uttanríkispolitikk, er sjálvandi lykilin til at røkja okkara áhugamál og at taka [...] halda Norðuratlantshav og Arktis uttanfyri støðuna í Ukreina. At løgmaður letst sum hann hevur nakran leiklut í, at vit ikki eru boykottað - og at hansara vitjan hevur nakran týdning í hesum – er reint bluff
sum til at ákæra undirritaðu fyri at lúgva. Orsøkin er, at eg í lesarabrævi endurgav frá seinasta býráðsfundi og vísti á, at meirilutin í býráðnum hevði slept ætlanini um at nýta sjóhita til at hita gamla [...] skrivliga í einum telduposti segði tað vera “søtur tónleikur í hansara oyru”, tá ført varð fram, at tað ikki er burðardygt at gera íløgur í fjarhitaleiðingar oman í býin. Elin Lindenskov tekur rívan til [...] annað enn at endurgeva frá tí, sum hendi á býráðsfundinum. Nevniliga, at meirilutin ætlaði sær at fara frá sjóhitanum, sum annars var ein partur av endurbyggingini av saltsølubygninginum. Hetta tí, at innkomnu