Spennandi mentanarligt umhvørvi

– Eg havi altíð trivist væl í Tórsgøtu, og tí helt tað vera áhugavert at søkja oman aftur her, nú møguleiki var til tað, sigur Bogi Andreasen, sum settur sum samskipari á Reinsarínum og í Perluni. Í morgin letur Reinsaríið upp sum spælistað.

Hátíðarhald verður í gamla Reinsarínum í Tórsgøtu, sum nú letur upp sum spælistað. Tað verður í morgin klokkan 16, at almenn móttøka verður í húsinum, sum hevur verið umvælt seinnu árini og nú er liðugt og klárt at taka í nýtslu.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fer at bjóða vælkomin, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, fer at greiða frá verkætlanini.

Umboð fyri tónleikararnar fara eisini at hugleiða um, hvørjir møguleikar eru í húsinum.

Trýstið á pílin undir myndini at hoyra samrøðu við samskiparan, Boga Andreassen. Niðanfyri síggjast fleiri myndir úr nýumvældu húsunum.