Herfyri gjørdust havnafólk ikki sørt skøkk, tá ein riðil av burkukløddum kvinnum komu gangandi gjøgnum býin. Tó so, kvinnurnar vóru ikki allar kvinnur, og burkurnar vóru ikki heilt ektaðar heldur.
Hetta vóru næmingar og lærarar á Føroya Fólkaháskúla, sum gjørdu eina lítla fólkalívsfrøðiliga kanning, um hvat fólk í býnum hugsa og halda um kvinnur í burku.
Uppskotið kom á einum samansjóðingartúri í Fugloynni, tá næmingarnir fóru at kjakast um muslimar. Meiningarnar hjá næmingunum vóru ógvuliga ymiskar, og sum skilst var kjakið til tíðir heitt. Onkur fekk tá hugskotið at kanna, hvussu føroyingar høvdu borið seg at, um teir møttu muslimum í Havnini. Endin var, at hendan lítla verkætlanin gjørdist veruleiki.
Sambært næmingunum var endamálið tvífalt: Fyrst at síggja, hvussu fólk bera set at, tá tey møta kvinnum í burku, síðani at fáa eina fatan av, hvussu tað er at ganga soleiðis ílatin. Næmingarnir avgjørdu, at tey ikki skuldu siga nakað ella á nakran hátt samskifta við fólk.
Tey seymaðu sær búnar, og so var klárt at fara í býin. Leiðin gekk fyrst við bussi niðan í SMS og so til gongu oman í Vágsbotn.
Øll reageraðu, siga næmingarnir, og tíverri vóru eisini nógv, ið reageraðu neiliga.
- Tað var óbehagiligt at ganga soleiðis, eitt sindur undarligt, siga næmingarnir.
- Ein bilførari gav okkum fingurin. Hann slakkaði av, og koyrdi sera spakuliga framvið okkum, meðan hann vísti okkum fremsta fingur, sigur ein av næmingunum. Fólk róptu eisini ókvæmisorð eftir teimum. Atburðurin hjá onkrum var so hóttandi, at næmingarnir ikki vildu gingið soleiðis einsamallir, siga teir.
Fólk vóru tó eisini heilt eyðsæð forvitin. Ein av næmingunum spældi leiklutin sum ferðafólk og tók myndir av hinum næmingunum, meðan hannn eygleiddi atburðin hjá áskoðarunum.
- Øll steðgaðu á, tá tey sóu tey. Ógvuliga nógv tóku myndir og filmar, og nógv royndu at fáa samband við næmingarnar, sigur Sigmar Mørkøre, næmingur á háskúlanum og myndamaður.
Børnini vóru tey mest forvitnu, siga háskúlanæmingarnir. Tey peikaðu og tosaðu sínámillum, tó at eitt av teimum helt fyri vist, at tey vóru spøkilsi.
Nógv skiltu, at talan var um onkra verkætlan, tó ikki øll. Á Facebook hevur onkur viðmerkt, at í kjakinum teirra millum, eftir at hava møtt teimum burkukløddu, var staðfest, at hesi máttu vera komin við einum ferðamannaskipi, og tí allarhelst máttu av landinum aftur innan sólsetur.
Næmingarnir upplivdu eisini fleiri seksualiseraðar viðmerkingar. Tveir menn sótu og tosaðu saman.
- Tak uppundir hana, segði ein. Ja, eg burdi, svaraði ein annar.
- Er eingin lekkur tykkara millum, spurdi ein annar.
- Ein kona er ein kona, segði ein triðji, meðan aðrir floytaðu eftir teimum.
Háskúlanæmingarnir siga, at tað var ein tankavekjandi uppliving. Endamálið var tvífalt, og næmingarnir halda seg hava fingið eina góða fatan, bæði av hvussu fólk høvdu tikið ímóti burkakløddum kvinnum í Havnini og hvussu tað er at ganga soleiðis ílatin.
- Vit høvdu væntað reaktiónir, men kortini ikki so nógvar so neiligar, sigur ein av næmingunum. Men tað er kanska verri at vísa eina jaliga reaktión til tílíkt, og tí verður heildarmyndin kanska eitt sindur vanskeplað.
- Tað er kanska lættari at vísa fíggindskap móti onkrum navn- og andlitsleysum, sum tú tí ikki skalt fyrihalda teg til, enn um tað eru fólk, hvørs andlit tú sær og hvørs eygu tú mást møta í øðrum samanheingi eisini.
Hvuss var so at ganga ílatin burku?
Onkur av næmingunum segði seg skilja, at burkan hevði eina javnandi funku, har hon á ávísan hátt strikaði stættarmunir og annað, soleiðis at allar kvinnur vóru á jøvnum føti, og tað ei heldur var neyðugt at samanbera seg sjálva við aðrar, grundað á tað, ið er útvortis.
- Tað er ein ávísur trældómur, men kortini ein loysing. Ein kennir seg frælsan í síni egnu verð og væl vardan, burkan virkar sum eitt slag av skjølduri.
- Og undir burkuni kundi eg jú bara geva teimum fingurin aftur, sum vóru ljót móti mær.
Eingin háskúlanæmingur umhugsar tó at fara at nýta burku til dagligt.