alment meldað út, at hann vil skifta alla nevndina í Atlantsflogi út tá aðalfundur verður 2. apríl, og at hann harafturat vil skipa so fyri, at privatu partaeigararnir missa rættin til at velja ein nevndarlim [...] soleiðis. »Ætlanin hjá føroysku stjórnini at skifta nevndina út tí, sum tú eisini endurtók fleiri ferðir á fundinum okkara millum, at tú vildi hava fult vald, fer bara at versna um umdømið hjá flogfelagnum og [...] viti at skrykkja nevndina upp við rót, og harvið tveita 53 ára royndir í flogvinnuni fyri borð. Harafturat skrivar hann, at »hvørt nevndin verður skift ella ikki, so tykist eingin ivi verða um, at land
árið ár rað, at lesararnir velja hana til henda heiður, og tað í sjálvum sær er eitt prógv um, hvussu dugnalig Elspa Mørkøre er - Eg eri púra paff. Eg hevði slett ikki væntað hetta, so eg eri ordiliga [...] ordiliga glað fyri henda heiðurin. Eg haldi, at tað er næstan stuttligari at vinna hetta fyri aðru ferð, segði Elspa Mørkøre við Sosialin eftir hon hevði fingið heiðurin. Eru betru megin 30 Tá fyrsta handanin [...] okkara, tá ið vit frættu, at fýra av teimum, sum vóru við flogfarinum, ikki bóru boð í bý, og at millum teirra var Guðrun Hervør Joensen - Guðrun, sum eg sjálvur, eins og mong við mær, munnu minnast sum eina
fekk fatan av, at arbeiðið er væl fyriskipað og til tíðir hektiskt við nógvum uppgávum samstundis, sum m.a. koma inn umvegis Care Call, sum er ein KT-skipan, har til ber hjá deildunum at bíleggja uppgávur [...] møguleika at vera við. Lukkutíð var tað ein heldur friðarligur túrur uttan álvarsligan skaða. Spurdur um hvat hann fekk burturúr degnum, svarar Steinar, at tað var ein sera áhugaverdur dagur. – Eg var væl [...] stjórnargongini á Landssjúkrahúsinum, har dagurin er fyltur við fundarvirksemi og uppgávum á kontórinum. Steinar Eirikstoft roynir tó at koma runt í Sjúkrahúsverkinum, tá høvi býðst, og í sístu viku var
Eg haldi at tað var ein orsøk til, at eftirspurningurin eftir barnagarðsplássum knappliga fór at vaksa. Tað var ikki so nógv tí at mammurnar fóru út at arbeiða, men heldur tí at børnini skuldu hava umstøður [...] Maria enn at siga, hvør er hvør á myndini. - Eg minnist tey flestu, men tað er tó ikki altíð at eg kenni fólk aftur, tá tey koma yvir til mín og siga seg hava verið ansað av mær, tá tey vóru lítil. Eg havi [...] í 1951. Hon greiðir soleiðis frá: - Havnin vaks skjótt tá í 1940?num og sama gjørdi ferðslan í býnum. Tað hevði við sær, at børnini, ið búðu mitt í býnum, ikki longur høvdu so góðar umstøður at spæla. Eg
- Endamálið við politikki er altíð at fáa ávirkan, so vit fara sjálvandi at royna at koma í samgongu. - Vit vita, at enda vit í samgongu, verða vit noydd at gera neyðsemjur og ber tað til at finna eina [...] liggur, at eg eisini eri løgmansevni floksins og tað eri eg fullgreiður yvir, sigur hann. Hann leggur eisini dent á, at eftir næsta løgtingsval, fer Javnaðarflokkurin sjálvandi at royna at koma í eina samgongu [...] Pauli Strøm legði frá sær fyri góðum hálvum øðrum ári síðani. Men sjálvur skúgvar hann allan iva til viks. - Sjálvandi eri eg til reiðar at verða løgmaður. Eg havi bjóðað meg fram at verða formaður floksins
royndirnar mær, og hetta fari eg at arbeiða við. Landsstýrismaðurin hevur stórar heimildir, og eg ætli mær at brúka tær. Tað ræður um at avgreiða mál, og eg síggi onga orsøk til, at t.d. Kirkjubømúrurin skal [...] avgerð. Eg ætli mær at lurta, og so ætli eg mær at taka avgerðir Hvat hevur tú fingist við hesar fyrstu dagarnar? ? Umsitingin er í summarfrí, men har eru nógv mál at seta seg inní. Í síðstu viku las eg me [...] hugburðin vóni og vænti eg, at tingið fer at sýna í verki. Tað verður ikki eftir einum degi, men skal eg nevna nakað, sum eg droymi um, so er tað, at vit fáa ein tjóðpall við øllum listargreinunum. Tað
Kjartan Hoydal vísir á, at Atlants Kolvetni varð stovnað í 1997 við tí miðvísu ætlan at koma sær upp í oljuvinnuna, uttan at man sparlaði burtur allan partapeningin beinanvegin. -Eg haldi tað hevur verið [...] m, við. Nevndarformaðurin í Atlants Kolvetni er annars nøgdur um gongdina í øllum oljumálinum. -Føroyingar hava borið seg rætt at við ikki at stara seg blindar uppá oljuna upp á forhond og siga, at hon [...] virkseminum. Har ivist eg ikki í, at vit hava tí sterkastu umsóknina, hóast eg ikki veit, hvat stendur í hinum. Hetta er í hvussu er ein ógvuliga væl umhugsaður partur av umsóknini, so eg eri sera spentur um
síggi eg, at eingin maður er við róðrið. Hannimann er horvin. Eg kvetti beinanvegin surringina og lesti meg aftureftir. Eg sá tá, at alt uppstandandi var sorlað. Afturkomin varð eg varur við, at ein hond [...] motorbáturin hjá Krisjani í Dali við tjaldursmerkinum blaktrandi frá mastrartoppinum. Menninir, sum gingu sær oman í handilin í Vágsbotni at fáa sær eina øl at byrja ólavsøkuna við, kveittu út á Vág og hildu [...] fall á, at fiskiskapsframsýning skuldi verða í Keypmannahavn í juli sama ár. Johan helt tá fyri, at Føroyingar áttu at vera uppi í har. Kristjan í Dali var beinan vegin fúsur og kundi haft hug at farið
frá, at hvat sosialliberalt merkir, so kemur tú eisini inn á etikk, og so mugu vit meta um hvørji mál eru etisk mál. – Í so máta eri eg samdur við Anniku Olsen, men tað er kortini ikki í ordan at bróta [...] sum ger greitt, at ein avtala altíð skal vera ein avtala. Hann heldur eisini, at um vit hyggja eftir politiska lívinum hjá Anniku Olsen, hevur hon ikki verið so álitisvekjandi: – Hon byrjar sum lands [...] Mortensen og stingur hann í ryggin morgunin eftir, og so kemur hon inn aftur í Fólkaflokkin og stingur samgonguna í ryggin við at gera hatta. – Nei, eg havi einki til yvirs fyri slíkum fólkum. Hví ikki lova onkrum
í Langanes við døgurða sum hon ætlaði. Komin at húsum sigur hann við ommu: ”Sanna, eg væntaði, at tú komst oman,” hon var so forharmað og lovaði, at næstu ferð, so skuldi hon fáa onkran at vera inni hjá [...] ikki, hvussu leingi omma fór at liva. Ikki visti hon, ella nakar annar, at tað bleiv mamma, ið varð tann fyrra av teimum báðum at fara hiðani. Vildu ynskt at hon slapp at upplivað 100 ára dagin hjá mammu [...] sum smágenta, ”tey væntaðu ikki, at eg fór at liva,” hevur hon ofta tikið til. Nú hevur hon so nátt teimum hundrað, so væl hevur hildnast kortini, og er hon einasta eftir av systkjunum á lívi.Skúlaárini á