- Nú havi eg bjóðað meg fram og tað merkir, at eg eri til reiðar at fara allan vegin.
Tað staðfestir nývaldi formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen.
Á eykaandsfundi í Javnaðarflokkinum leygardagin varð hann valdur til nýggjan formann við stórum meiriluta, eftir at Jóannes Eidesgaard hevur gjørt av at takka fyri seg.
Men nú er Aksel V. Johannesen ikki bara formaður í Javnaðarflokkinum. Hann er eisini valevni floksins til ein nýggjan løgmann, skuldi flokkurin komið í eina samgongu.
Og mong hava reist spurningin um hann er búgvin til ta uppgávuna, tí royndirnar í politikki eru avmarkaðar við tað, at hann hevur bara hálvtannað ár sum virkin politikkari undir beltinum.
Hann kom nevniliga ikki av álvara upp í politikk, fyrrenn hann bleiv landsstýrismaður í Heilsumálum tá ið Hans Pauli Strøm legði frá sær fyri góðum hálvum øðrum ári síðani.
Men sjálvur skúgvar hann allan iva til viks.
- Sjálvandi eri eg til reiðar at verða løgmaður. Eg havi bjóðað meg fram at verða formaður floksins og í tí liggur, at eg eisini eri løgmansevni floksins og tað eri eg fullgreiður yvir, sigur hann.
Hann leggur eisini dent á, at eftir næsta løgtingsval, fer Javnaðarflokkurin sjálvandi at royna at koma í eina samgongu.
- Endamálið við politikki er altíð at fáa ávirkan, so vit fara sjálvandi at royna at koma í samgongu.
- Vit vita, at enda vit í samgongu, verða vit noydd at gera neyðsemjur og ber tað til at finna eina semju, uttan at ganga okkara kjarnuvirðum ov nær, eru vit til reiðar, sigur hann í morgun, sum er hansara fyrsti veruligi arbeiðsdagur, sum floksformaður.
Ikki treytaleyst
Hann leggur afturat, at ein av nógvum stórum uppgávum, ið liggja fyri framman, verður at vinna næsta løgtingsval.
- Men tað skal ikki verða treytaleyst, tí vit mugu ikki missa okkara kjarnuvirði burtur og vit skulu eisini tola sjónina av okkum og tora at hyggja veljaran í eyguni eftir vali.
Í hesum sambandi hugsar hann mest um, at flokkurin skal vera trygdin fyri, at vælferðartænasturnar í samfelagnum ikki detta sundur.
- Okkara mál skal framvegis verða at teljast ímillum teir fýra stóru flokkarnar, men prísurin skal ikki verða, at tað samhaldsfasta samfelagið dettur sundur og vit skulu eisini hugsa longur fram enn til næsta løgtingsval.
Samríkjaflokkur
Og so staðfesti nýggi formaðurin eisini, at Javnaðarflokkurin er ein samríkjaflokkur, sum ikki setir vælferðina í vanda í strembanini eftir sjálvbjargni.
Men hví er tað yvirhøvur neyðugt at minna fólk á, at Javnaðarflokkurin er ein samríkjaflokkur? Hevur tað nakrantíð verið eitt ivamál?
- Í mínari verð hevur tað ongantíð verið eitt ivamál, men summi hava gjørt tað til eitt ivamál, so hetta er bara ein staðfesting av støðuni.
Er hetta fyri at tryggja tykkum, at tey sambandssinnaðu javnaðarfólkini verða verandi í flokkinum og ikki stinga av yvir í Sambandsflokkin
- Nei, hetta er fyri at staðfesta, at soleiðis hevur tað altíð verið og soleiðis fer tað at verða verandi, sigur Aksel V. Johannesen.
Les eisini greinina: Aksel fekk stóran meiriluta og greinina. Aksel vil hava tey ríku at rinda meiri.