Atlantic Airways: Privatur stóreigari í øðini inn á Johan Dahl

Landsstýrismaðurin í Vinnumálum krevur fult vald í nevndini í P/F Atlantic Airways, og privatu partaeigararnir missa sítt umboð í nevndini. Stórsti einstaki eigarin, Adrian Noskwith, krevur, at landið keypir partabrøvini aftur fyri upprunaprís. – Føroyska stjórnin hevur brotið sítt lyfti, sigur hann

Ákoyringarnar hekla niður yvir landsstýrismannin í Vinnumálum, Johan Dahl, nú hann vil hava fult vald í nevndini í Atlantic Airways.

Landsstýrismaðurin hevur alment meldað út, at hann vil skifta alla nevndina í Atlantsflogi út tá aðalfundur verður 2. apríl, og at hann harafturat vil skipa so fyri, at privatu partaeigararnir missa rættin til at velja ein nevndarlim, og tí verða fullkomiliga uttan ávirkan, hóast teir eiga tilsamans ein triðing av felagnum.

Hetta hóvar privatu partaeigarunum lítið. Adrian Noskwith er stórsti einstaki privati partaeigarin í Atlantsflogi, og er royndur maður innan flogvinnuna, eitt nú er hann stovnari av flogfelagnum Centerline Aviation í Bretlandi. 10 mars var hann, saman við Arna Gunnarsson, stjóra í Air Iceland, og Petur Eiriksson, nevndarlimi fyri minnilutan í Atlantic Airways, á fundi við Johan Dahl.

Í einum brævi til landsstýrismannin í Vinnumálum, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, harmast og átalar hann harðliga framferðina hjá landsstýrismanninum.

Hann skrivar millum annað soleiðis.

»Føroyska stjórnin hevur ikki livað upp til tey lyfti, ið vóru givin, tá ein triðingur av tjóðarflogfelagnum varð privatiserað í 2007. Føroyska stjórnin gav tá lyfti um, at hon skuldi ikki blanda seg í viðurskifti hjá felagnum. Gerðirnar hjá stjórnini síðan tá hava verið júst tað mótsetta. Hesar gerðir hava gjørt flogfelagið til ein politiskan fótbólt, og hava álvarliga skatt flogfelagið og virðið á partabrøvum tess.«


Íleggjarar mist alt álit á Landsstýrið

Adrian Noskwith skrivar víðari soleiðis. »Ætlanin hjá føroysku stjórnini at skifta nevndina út tí, sum tú eisini endurtók fleiri ferðir á fundinum okkara millum, at tú vildi hava fult vald, fer bara at versna um umdømið hjá flogfelagnum og virðið á partabrøvunum. Tínar gerðir hava gjørt partabrøvini fullkomiliga óáhugaverd. Orsakað av framferðini hjá føroysku stjórnini vil eingin keypa partabrøv frá føroysku stjórnini nú, ei heldur fara møguligir keyparar nakrantíð at kunna líta á, at føroyska stjórnin ikki ger á sama hátt aftur í framtíðini. Sum úrslit av hesum eru íleggjararnir fullkomiliga gíslatiknir av føroysku sjtórnini.«


Ongin verjir minnilutan

Adrian Noskwith steðgar ikki har, men heldur áfram, at hann ivast í motivunum hjá Johan Dahl handan tær ætlanir, hann hevur.

Adrian Noskwith sigur, at hann sjálvur hevur fult álit á bæði nevnd og leiðsluni í Atlantsflogi, og hann heldur tað verða burtur úr vón og viti at skrykkja nevndina upp við rót, og harvið tveita 53 ára royndir í flogvinnuni fyri borð.

Harafturat skrivar hann, at »hvørt nevndin verður skift ella ikki, so tykist eingin ivi verða um, at landsstýrismaðurin fer at útinna vald gjøgnum nevndina. Í ljósinum á hesum fastleikanum er tað ótrúliga vónbrótandi at ongar mannagongdir eru til at verja minnilutaeigarar ella til at regulera forholdið millum stjórnina og privatar partaeigarar. Óansæð um tað vóru slíkar mannagongdir, staðfesti landsstýrismaðurin ferð eftir ferð í gjár, at hann vildi hava valdið«

Út frá tí, sum Johan Dahl hevur sagt á fundinum teirra millum, so sær hann ongan annan veg út fyri privatu partaeigararnar, enn at landið keypir privatiseraða triðingin aftur fyri upprunaprísin.