Dimmalætting hevði í gjár skipað fyri stórum tiltakið, har teir skuldu avdúka hvat lesarar teirra meta um, hvør hevur framt ársins mentanarbragd, ítrottarbragd og ársins fløgu. Harnæst skuldi ein dómsnevnd kjósa ársins føroying.
Nógv fólk var savnað í blaðhúsinum á Smyrilsvegi, og í millum avdúkingarnar kundu tey mongu uppmøttu nýta frálíka tónleikin og lætta og góða matin, sum var at fáa.
Aldur ongin forðing
Fyrsta ársins handanin sum var, var tá ítrottarskrivarin hjá Dimmalætting, Emil L. Jaacobsen, skuldi avdúka hvør hevði framt ársins ítrottarbragd. Emil L. Jacobsen vísti í lítlu røðu síni á, at tey fimm tilnevndu vóru eitt prógv um, at aldur er ongin forðing, tá tað kemur til at fremja ítrottarbrøgd.
Lesararnir hjá Dimmu flestir samdir um, at unga svimjigentan úr Gøtu hevði framt ársins ítrottarbragd í Føroyum 2006. Hetta er annað árið ár rað, at lesararnir velja hana til henda heiður, og tað í sjálvum sær er eitt prógv um, hvussu dugnalig Elspa Mørkøre er
- Eg eri púra paff. Eg hevði slett ikki væntað hetta, so eg eri ordiliga glað fyri henda heiðurin. Eg haldi, at tað er næstan stuttligari at vinna hetta fyri aðru ferð, segði Elspa Mørkøre við Sosialin eftir hon hevði fingið heiðurin.
Eru betru megin 30
Tá fyrsta handanin var fingin frá hondini, trein Martin Joensen á pallin, saman við Paula Magnussen og Eyðun Hansen. At teir fóru á pallin er kanska í so nógv sagt, tí pláss var bara fyri tveimum teirra á pallinum, sum var heldur lítil. Væl ljóðaðu løgini kortini.
Síðani fekk tónleikaummælarin hjá Dimmalætting, Jan Lamhauge, mikrofonina. Hann gleddist um, at tónleikararnir sum vóru millum teir tilnevndu bólkarnar til ársins fløgu, allir vóru betru megin tey 30, sum hann málbar seg.
Jan Lamhauge greiddi frá, at tveir bólkar høvdu beinanvegin skilt seg frá hinum, men tá saman um kom, var vinnarin ungi punkbólkurin The Dreams, sum millum annað stóð aftanfyri størstu landapláguna í fjør, Sasa Sa, Sa.
Eitt siðsøguligt bragd
Eftir hetta sluppu tey mongu uppmøttu at leggja oyra til framúrskarandi sang frá Rúna Brattaberg, aftur við fylgispæli frá Jóannes Andreassen. Rúni Brattaberg stóð á gongubrúnni uppi yvir samkomuni og hansara orkumikla, djúpa og fantastiska rødd fylti alt blaðhúsi á Smyrilsvegi.
Tá Rúni Brattaberg takkaði fyri seg eftir miklan lógvabrest úr salinum, var tað marknaðarleiðarin hjá Dimmalætting, Signar í Homrum, sum skuldi avdúka, hvør var útnevndur at fáa nýggjasta heiðurin hjá Dimmalætting, ársins mentanarbragd.
Hesum slapp Petur Jacob Sigvardsen at taka ímóti, fyri drúgva verk hansara um torvið í Føroyum.
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í Mentamálum, helt aftaná eina minni røðu.
– Felags mentan okkara er tað, sum heldur okkum saman sum fólk, segði Jógvan á Lakjuni. Hann takkaði Petur Jacob Sigvaldsen fyri stórarbeiðið hann hevði gjørt, og segði seg við vissu kunna siga, at Petur Jacob Sigvaldsen hevur bjargað allari tí vitan um torv, sum finst í skrift og talu.
– Hetta er eitt valaverk, sum eigur at gerast fólkaogn – eitt siðsøguligt bragd er tað, sum Petur Jacob hevur avrikað, helt Jógvan á Lakjuni fyri.
Sjónliga rørd
Frá landsstýrismanninum var farið beinleiðis víðari til hæddarpunktið á kvøldinum, tá ársins føroyingur skuldi avdúkast. Til at finna fram til ársins føroying hevði Dimma sett eina dómsnevnd mannaða av Edmund Joensen, løgtingsformanni, Jóan Paula Joensen, rektara, Heðin Mortensen, ÍSF forseta og Oddfríður Marner Rasmussen, formanni í Listasamband Føroya.
Tað var Ingi Samuelsen, blaðstjóri á Dimmalætting, sum handaði henda heiðurin.
Hann segði, at valið av ársins føroyingi kundi tykjast óvanligt. Avgjørt varð eftir nógvar áheitanir frá lesarunum, at gera tær báðar flogternurnar frá vanlukkuni í Stord til ársins føroyingar. Onnur teirra, Guðrun Hervør Joensen, sála, er ikki millum okkara longur, meðan Maibritt Magnussen var til staðar á Dimmalætting og tók ímóti heiðrinum saman við manni Guðrunar, Oddmar Joensen.
Maibritt Magnussen var sjónliga rørd og segði seg vera takksama fyri henda heiðurin, hon fekk saman við Guðrun. Oddmar Joensen takkaði vegna Guðruna og segði, at hon uttan iva hevði verið errin av einum slíkum heiðri.
Umboða tað besta í okkum
Eftir hetta fekk løgmaður, Jóannes Eidesgaard, sum tann seinasti orðið. Hann helt fyri, at vit øll fara at minnast vanlukkudagin 10. oktober.
– Í tímunum eftir vanlukkuna hildu vit øll ondini, vónaðu og bóðu eftir, at ferðafólkið og manningin fóru at sleppa livandi úr flogfarinum, hóast ófrættakendu myndirnar á sjónvarpsskíggjanum góvu lítla vón um, at so fór at verða.
– Sorgin og vónloysið legðist tung yvir land okkara, tá ið vit frættu, at fýra av teimum, sum vóru við flogfarinum, ikki bóru boð í bý, og at millum teirra var Guðrun Hervør Joensen - Guðrun, sum eg sjálvur, eins og mong við mær, munnu minnast sum eina fyrikomandi og professionella flogternu. Sum við sínum drúgvu royndum og álitisvekjandi framferð legði starvsfeløgum lag á og sum fekk okkum ferðafólk at kenna okkum so væl.
– Tit umboða tað besta, sum býr í okkum menniskjum – nevniliga, at tá ið á stendur, verður medmenniskja og tað at hjálpa øðrum sett í miðdepilin og alt annað skúgvað til viks, segði løgmaður, sum endaði við at heilsa Oddmari Joensen við hesum orðum:
– Og til Oddmar, sum í kvøld er komin at taka ímóti heiðrinum vegna Guðruna. Føroya fólk er errið av konu tíni og mammuni at Borgari og Eigil. Takk fyri tað, hon gav okkum í virki sínum sum flogterna. Guðrun og Maibritt hava av sonnum uppiborið heitið ársins føroyingur, endaði Jóannes Eidesgaard, løgmaður.