Stjórin til arbeiðis í Sjúkraflutningstænastuni 

Stjórin á Landssjúkahúsinum hevur roynt hvussu tað er at koyra í sjúkrabili

Vanliga gongur arbeiðsdagurin hjá forstjóranum í Sjúkrahúsverkinum fyri seg á stjórnargongini á Landssjúkrahúsinum, har dagurin er fyltur við fundarvirksemi og uppgávum á kontórinum.

Steinar Eirikstoft roynir tó at koma runt í Sjúkrahúsverkinum, tá høvi býðst, og í sístu viku var ein heldur óvanligur arbeiðsdagur. Tí tá fekk hann høvi at fylgja arbeiðsgongdini á Sjúkraflutningstænastuni allan dagin. Tað skrivar Landssjúkrahúsið á Facebook.

Endamálið var at fáa yvirlit yvir hvørjar uppgávur liggja á deildini, bæði í mun til aðrar deildir og præhospitala virksemið.

Á Sjúkraflutningstænastuni høvdu tey fyrireika dagin, soleiðis at forstjórin fekk høvi at seta seg væl inn í uppgávurnar, sum eru knýttar at deildini. Hesar kunnu í høvuðsheitum deilast upp í uppgávur inni á sjúkrahúsinum, á præhospitala økinum og so tilbúgvingin.

Inni á sjúkrahúsinum er høvuðsuppgávan hjá portørunum primert flutningur - av sjúklingum, tómum sengrum, brúktum klæðum v.m. Steinar fekk fatan av, at arbeiðið er væl fyriskipað og til tíðir hektiskt við nógvum uppgávum samstundis, sum m.a. koma inn umvegis Care Call, sum er ein KT-skipan, har til ber hjá deildunum at bíleggja uppgávur frá Sjúkraflutningstænastuni. 

Hann heldur, at logistiska uppgávan er sera týðandi, tí hon fær gerandisdagin á deildunum at hanga saman. Tað krevur felags stev, bæði innanhýsis á Sjúkraflutningstænastuni og í mun til starvsfólkini á ymsu deildunum.

Út á dagin varð farið í vaktrúmið í forhøllini, har Steinar fekk innlit í vaktarbeiði hjá starvsfólkunum í Sjúkraflutningstænastuni og eina gjøgnumgongd av øllum skipanunum, sum vaktsentralurin brúkar.

Eisini har eru nógvar uppgávur at røkja, og serliga týðandi er greitt samskifti, tá boð vera móttikin og send víðari, soleiðis at starvsfólkini eru fyrireikaði uppá støðuna tey møta, tá ambulansan verður send avstað.

Hann nýtti høvið at spyrja um bæði faklig og praktisk viðurskiftir og fekk gott innlit í arbeiðsuppgávurnar.

Áðrenn forstjórin fekk frí frá Sjúkraflutningstænastuni hendan dagin, skuldi hann royna seg á præhospitala økinum og fylgdi tí við starvsfólkunum í ambulansuni í nakrar tímar. Tveir av viðgerðunum, John og Louis, greiddu væl frá allari útgerðini, sum er í bilunum, og hvussu teir nýta hana. Eisini kom eitt ‘kall’, har hann fekk møguleika at vera við. Lukkutíð var tað ein heldur friðarligur túrur uttan álvarsligan skaða.

Spurdur um hvat hann fekk burturúr degnum, svarar Steinar, at tað var ein sera áhugaverdur dagur.

– Eg var væl móttikin av starvsfólkunum og fekk nógv burturúr. Eg havi stóra respekt fyri týðandi arbeiðnum tey gera í Sjúkraflutningstænastuni, bæði á logistiska økinum og ikki minst í mun til sjúklingin og serstøku støðurnar starvsfólkini koma í, sum kunnu handla um lív.