úrmælingin. Tað mesta sær banalt út, men hon roynir at finna ein djúpari týdning í tí sum hann ger, helst tí, at hon er so púra tikin av fótum, tá hon hoyrir hann spæla. Tí er tað áhugavert, at hann skjýtur rottur [...] trúgvur ella ella áhugaverdur at vera saman við. Fríðtíðin fer til at skjóta rottur í buchwald, drekka og at hyggja at tokum, sum koyra framvið á jarnbreytarstøðini. Tá tú so leitar í persóninum eftir tí [...] snilt, at seinna konan, sum er spæld av Uma Thurman, fær sama leiklut sum hyggjarin og Woody Allen sjálvur. Hon er nevniliga høvundur, og alt er research fyri hana. Hon fær sær Ray Emmet, tí hon vil vita
hann. Helgi Abrahamsen vísir á, at hann var biðin um at vera við til at leggja uppskot fram saman við Miðflokkinum um at verja ófødda barnið. – Men eg segði nei, tí tað eru ymsar meiningar um tað í flokkinum [...] tað. Eg haldi, at eg má berjast fyri tí, sum eg haldi vera rætt, sigur Helgi Abrahamsen. Hóast Helgi Abrahamsen heldur, at tað er ein stórur brølari, at Eyðdis Hartmann Niclasen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin [...] heldur hann tað vera, at sambandsfólk fara at hjálpa samgonguni, tá øll vita, at samgongan ikki megnar at telja upp í 17 í hesum máli. – So tað er tann taktiski brølarin, at hjálpa teimum at telja upp í 17.
er, at landsstýrið saman við tí privatu vinnuni, til eina og hvørja tíð virkar fyri at fremja neyðugar broytingar, sum fara at hava við sær lægri kostnað og økta kapping, tí tað fer at hava við sær, at [...] ynskja at gera nakað við málið. Men eg vil heita á samgonguna um at syrgja fyri, at áðrenn man fer undir nøkur tiltøk, so verður tað við einari kanning av prísstøðum sum grundarlag, so man við vissu veit [...] veruleikafjarur, at tey ikki halda, at tað er neyðugt at kanna prísstøðið í Føroyum? Vónandi eru teir ikki so góðtrúnir, at teir halda, at ein skattalætti (sum enntá bert nøkur fingu) er nokk til at lætta um
her ber til at samanbera við onnur handilslig viðurskifti, og svarar tað til, at ein bilsøla bert slapp at lýsa við felgum og ikki dekkum. Jóhannes Jensen veit, at lýsingar og alkohol krevja, at mann er varðin [...] men hann metir, at forboðið fyri at lýsa við drykkivørum er búgvið til at verða endurskoðað. -Tað kann gott vera, at vit eiga at upplýsa um vandan fyri ovurnýtslu av alkoholi í sambandi við slíkar lýsingar [...] í Hotel Føroyar samtakinum hava gjørt sær, vísa at 40 prosent at inntøkunum á matstovum teirra, koma frá drykkivørum. -Tí er tað sera umráðandi, at vit sleppa at bjóða okkara kundum tað besta og mest
grind beinini í Føroyum. Hinvegin er torført at fáa seinastu árini at passa inn í skipanina, men tað hevur helst okkurt at gera við, at høgguslokkurin ikki er komin fyri seg aftur síðani í 80’unum. [...] grind. Hinvegin roknar mann við, at grindin hevur livað av svartkjafti seinastu árini, og nú er spurningurin, hvat grindin hevur at veiða. Tað er í hvussu so er heilt víst, at grind ikki kemur til Føroyar [...] eina óvanliga støðu. Tað vil við øðrum orðum hagtalsliga siga, at støðan í ár bara er komin fyri 15 ferðir í tey næstan 300 árini, vit hava hagtøl fyri grindadráp. Grindir koma í aldum Sambært kanning hjá
bókina. Og tað merkist. Eg má viðganga, at eg hevði ynskt, at hon ikki skrivaði so vísindaliga, men í størri mun savnaði seg um sjálva morðgátuna. Ein styrki í bókini er háttur Lizu at lýsa familjulívið hjá [...] langt frá, at tað er mest spennandi at lesa um, hvussu Annika og maðurin fáa børn, arbeiði, strævnar vermøður og fyrrverandi elskarinnur at hóska saman við familjudreyminum. Hesaferð kann sigast, at tað sær [...] eisini vovið inn í spenningssøguna og fyri at koma nærri loysnini á morðinum, granskar Annika søguna handan Nobelheiðurslønina. Hetta hevur sjálvsagt við sær nógv rennarí á Karolinska Institutet í Stockholm
Frá tí at hon var gift, hevði Vina aloftast úr at gera við at halda heimið í Hørnabø, men miðskeiðis í seksti-árunum fór hon í starv sum náttarvakt á hvíldarheiminum, Naina. Her starvaðist hon í gott og [...] og væl 20 ár, og øll hesi árini var hon fastur fúsur millum morgungestirnar í svimjihylinum, áðrenn hon spákaði sær heim í Hornabø.Sanna kom á ungum árum saman við Tórálvi Poulsen (doyði í 1981) í Nólsoy [...] upp gjøgnum barndómsárini, og tó at lívið síðani leiddi tær báðar í egnar leiðir, so hevur sambandið altíð verið tætt.Vina flutti á ungum árum til Havnar, har hon fór at tæna hjá Carl á Lag. Bæði sum genta
nakað fyri meg, men eftir at hava tosað við vinfólkini og míni nærmastu valdi eg at geva tí ein kjans. Eg hugsi sum so, at líka mikið hvat, so kann eg læra av teimum upplivingunum eg fái frá luttøkuni í X-Factor [...] ávísan fyrimun í kappingini: - Eg havi royndir við at standa á palli og fái ikki nervar. Harafturat haldi eg sjálvur, at eg veit nokkso væl, hvat riggar og ikki, av tí at eg havi ymsar royndir frá føroyska [...] gjørdi eg mær nakrar tankar um, hvussu eg sá út, tí útsjóndin er avgjørt við til at geva øðrum eina heildafatan av mær, fyrstu ferð tey møta mær, sigur Sveinur Gaard Olsen. Tankin, um at hann við luttøkuni
frættist, at Christianskirkjukórið skuldi syngja í Dómkirkjuni á ólavsøku, var onkur av teimum royndu kórsangarunum í Tórshavn, sum á andlitsbókini, góvu ilt av sær og hildu fyri, at tað var undarligt, at nakrir [...] a og ikki eitt “rættiligt kór”. Hetta eisini tí, at kórið var so ungt – stovnsett í 2012, og tí tað var eitt kirkjukór bert við fólki, sum høvdu hug at syngja, og ikki eitt "ordiligt kór", eins og tað [...] Christianskirkjukórið sang frálíka væl “Eg vil mínum harra prísa” og “Kirkjan hon er eitt gamalt hús” – Ja, í støðum sang kórið betri enn frálíka góða og stóra kórið – bert við royndum sangarum – undir tinghúsinum
i til tess at forða fyri, at landsins ynski um framleiðslu og skattir skuldi føra við sær slakkan av trygdarreglunum. Flestu minnast rokið, sum stóðst av Brent Spar pallinum, tá hann skuldi riggast av [...] hevur givið búskaparfrøðingunum nógva at gera við at ráðgeva virkjum og londum innan oljuvinnu. Til tess at samskipa ráðgevingina er eitt virkið, AUPEC, stovnað at samskipa konsulentvirksemið, sum universitetið [...] Skotlandi. Teir fegnast um høvið at sleppa til Føroya bestu ársins tíð at halda fyrilestrar um í samband við komandi oljuvinnuna í Føroyum. Fíggjarmálastýrið saman við Atlantic Airways og Strandferðsluni