Vakurt og dapurt

- Woody Allen filmur um tónlistaúrmæling


FILMUR IN ABSENTIA. Í tveimum greinum viðger Meinhard Jensen úr Gøtu eitt úrval av nýggjum filmum, sum hóast týdningarmiklir í altjóða filmslist, ikki funnu vegin higar í undanfarna ári. Í fyrru greinini viðgjørdi Meinhard filmar hjá brøðrunum Cohen og Wim Wenders. Í hesi seinnu greinini verða filmarnir ?Sweet and lowdown? hjá Woody Allen og ?Wonderboys? hjá Curtis Hanson viðgjørdir

 

Meinhard Jensen

Tað er ikki lætt at viðgera Woody Allen í føroyskum blaði, tí mær vitandi hevur eingin filmur hjá honum verið at sæð í kommersiellu biografunum í nýggjari tíð, og bara hendinga filmur fæst til leigu. Teir eru tó stundum at síggja í sjónvarpi, eins og Filmsfelagið í sínari tíð plagdi at vísa onkran.

Flestu fólk hava eina hugmynd av, hvat ein Woody Allen filmur er. Tað er ein filmur um ein fráskyldan, ørkymlaðan rithøvund, sum stríðist við meiningina við lívinum. Og so plaga fólk at siga, at antin hatar tú hann, ella elskar tú hann.

Men hatta er ikki meir enn eitt sindur satt. Ein filmur er ikki ein annar, og tað eru altíð nýggjar søgur og nýggir vinklar. Men tað er satt, at summi elska hann meir enn onnur, og tey eru ofta serliga glað fyri tað Woody Allenska í einum filmi. Hesaferð er tað Woody Allenskt skemt, hugleiðingar um forholdið millum lív og list, sum vit kenna tað frá Celebrity og Deconstructing Harry, t.d. og so nakrir moralskir spurningar, t.d. um úrmælingurin kann velja listina fram um, tá moralurin noyðist at lúta.

Næstan hvørt ár kemur ein Woody Allen filmur í biografarnar. Ofta gongur ein løta, áðrenn teir koma til Danmarkar, men teir koma allir fyrr ella seinni. Í ár hava tveir havt premieru í har. Tann fyrri æt Celebrity við m.a. Leonardo Di Caprio og Kenneth Branagh. Hann er ikki heilt nýggjur, tí scenurnar við Leonardo eru upptiknar áðrenn Titanic. Tann filmurin hoyrir til tað slagið av Woody Allen filmum, sum Woody ikki spælir við í sjálvur. Men høvuðsleikluturin (Kenneth Branagh) var ein Woody Allen leiklutur, eins og høvuðsleikluturin í Bullets over Broadway (John Cusack) næstan var so Woody Allenskur sum til ber.

Nýggi filmurin

Seinasti Woody Allen filmurin, Sweet and Lowdown, líkist á fleiri økjum nógv frá øllum Woody Allen filmunum, sum eg havi sæð. Í fyrsta lagi hugsar høvuðspersónurin ikki so djúpt um tilveruna. Tað er týðiligt, at okkurt gongur í honum, men hann hugleiðir ikki so orðaríkt, sum Woody Allen vanliga ger. Í øðrum lagi er hann ikki rithøvundur. Og tað er Sean Penn, sum spælir. Sean Penn liggur rættiliga langt frá Woody Allen, sum vit kenna teir á filmi.

Søgan

Sweet and Lowdown (Dur og Mol á donskum) er søgan um guitarúrmælingin Ray Emmet, sum spældi jazztónleik fyri fólki undir depressiónini í USA í 30árunum. Filmurin er gjørdur sum ein dokumentarfilmur, sum hevur til endamáls at finna fram til, hvør Ray Emmet í grundini var. Inn í millum kemur Woody Allen sjálvur og nakrir tónleikaserfrøðingar inn á skíggjan at siga onkra lítla søgu, sum teir vita at siga, og síðani tekur filmurin yvir og sigur, hvussu leikur fer.

Tað gerst skjótt greitt, at persónurin fyrst og fremst er ein mýta, og dentur verður í heilum lagdur á, at tað er ikki vist, hvussu álítandi søgurnar eru.

Søgugongdin er, at Emmet Ray og ein felagi hansara fara út at finna sær gentu eitt kvøldið. Teir finna tvær, men semjast ikki um, hvør skal hava hvørja. Tað verður til tað, at Ray fær ein stumma gentu, Hattie, og tey gerast par. Hann er góður, men ikki altíð so penur, við hana. Tey hava tað upp og niður. Ringast er, at Ray ikki dugir við pengum, og so drekkur hann so illa og møtir illa upp til konsertir. Henda søgan endurtekur seg so við eini aðrari kvinnu.

Høvuðspersónurin

Ray Emmet verður lýstur sum eitt loyndarmál. Vit fáa at vita, hvussu ótrúliga væl hann dugir at spæla guitar, men eingin dugir at fata hví. Hann er ikki serliga skilagóður,dugir ikki so væl við fólk og er hvørki serliga trúgvur ella ella áhugaverdur at vera saman við. Fríðtíðin fer til at skjóta rottur í buchwald, drekka og at hyggja at tokum, sum koyra framvið á jarnbreytarstøðini. Tá tú so leitar í persóninum eftir tí, sum ger hann til úrmæling, hevur tú bara eitt loyndarmál.

Frásøgutekniskt er tað snilt, at seinna konan, sum er spæld av Uma Thurman, fær sama leiklut sum hyggjarin og Woody Allen sjálvur. Hon er nevniliga høvundur, og alt er research fyri hana. Hon fær sær Ray Emmet, tí hon vil vita, hvat tað er, sum býr aftanfyri tann stóra úrmælingin. Tað mesta sær banalt út, men hon roynir at finna ein djúpari týdning í tí sum hann ger, helst tí, at hon er so púra tikin av fótum, tá hon hoyrir hann spæla.

Tí er tað áhugavert, at hann skjýtur rottur og hyggur at tokum. Hvat tað sýmboliserar at skjóta rottur, kunnu vit bara hugsa okkum, men fyri Ray býr onki undir. Hann er barnsliga undirhildin av tí og kundi aldri sæð seg sjálvan sum eina rottu. Tá konan so spyr hann, hvat tað er við tokum, og sjálv gevur sítt boð, sum fleiri hyggjarar eisini gera, so ørkymlar tað, at Ray ongantíð hevur hugsað, at tað skal hava nakra merking. Honum dámar tað, og tað er bara tí. Tað er partur av gátuni um úrmælingin, at hann ikki reflekterar.

Sjálvur heldur hann seg vera næstbesta guitarleikara í heiminum (Django Reinhardt er betri), og tað lyftir hann upp um onnur menniskju.

Tónleikur

Nú snýr filmurin seg um ein tónleikaúrmæling frá tríatiárunum, og tú skalt ikki hoyra nógvar sangir frá teirri tíðin, fyrr enn tú hoyrir orðið ?train? nevnt. Freistandi er at halda, at úrmælingurin veruliga er á lívi, tá hann sær eitt tok, nevniliga tí hann fatar dýpdina í tí, sum tokið úttrykkir. At hann ger tað spontant og tí ikki nýtist at hugsa. Men kanska er hann bara barnsligur.

(Tokið koyrir m.a. gjøgnum sangirnar I?m So lonesome I Could Cry hjá Hank Williams, Mystery Train, sum vit kenna best frá Elvis, Waiting for a Train hjá Jimmie Rodgers og It Takes a Lot to Laugh, It Takes a Train to Cry hjá Bob Dylan. Tað koyrir oftast seint á kvøldið og talar um einsemi, burturferð, sakn og tungsinni.)

Tað er alment kent, at Woody Allen er sera áhugaður í (serliga) jazz tónleiki, og at hann spælir sjálvur, klarinett, haldi eg. Í musical hansara, Everyone Says I love You, er tónleikurin eitt berandi element, og tað er hann so aftur hesaferð, í Sweet and Lowdown. Fleiri passagur í filminum eru, at Ray Emmet, stundum sjálvur, stundum saman við orkestri, situr og spælir. Onkur kønur á økinum sigur, at tónleikurin veruliga er á sera høgum støði og væl í tráð við tað, sum teir spældu í 30árunum. Sean Penn er ikki guitarleikari sjálvur, men hann lærdi at látast sum um til filmin.

Dámar tær ikki Woody Allen ella Sweet and Lowdown, so er Hattie tó pengarnar verd. Hon vísir okkum aftur til stumfilmin, tá kroppur og andlit søgdu tað, sum skuldi sigast. Hon hevur eitt ótrúligt úttrykk.