Morð á Nobelveitsluni

10. desember er ein serstakur og nærum heilagur dagur hjá nógvum svium. Hetta er nevniliga dagurin, tá Nobelheiðurslønin verður handað, og stóra Nobelhátíðarhaldið verður hildið.
10. desember er eisini dagurin, tá søgugongdin í nýggjasta bókini hjá Lizu Marklund byrjar. Bókin er tann sætta í røðini um blaðkvinnuna Anniku Bengtzon, sum hesaferð gerst vitni til eitt morð og eina morðroynd. Veitsluskrýdda drápskvinnan sníkir seg inn í ballið, og harðhjartað skjýtur hon stjóran á Nobelstovninum, umframt ein teirra, ið júst hava fingið heiðurslønina.

Annika verður sjálvandi drigin inn í alt hetta, bæði sum blaðkvinna og sum vitni, og ger tað lívið enn meira kaotiskt enn tað er frammanundan, bæði á arbeiðsplássinum og heima hjá familjuni.
Liza Marklund ið er ein best umtóktu svensku rithøvundunum seinastu árini, er sjálv blaðkvinna, og skrivar bæði livandi og veruleikakent um lívið og arbeiðið hjá einari blaðkvinnu í stórbýnum.
Annika Bengtzon, sum høvuðspersónurin eitur, er uppkallað eftir dóttur Lizu, og eftirnavnið hevur Liza lænt frá einum av hennara yndis stjórum, Bengt Bengtzon á blaðnum Expressen.
Í skaldsøgan verður lívið hjá vísindamanninum Alfred Nobel eisini vovið inn í spenningssøguna og fyri at koma nærri loysnini á morðinum, granskar Annika søguna handan Nobelheiðurslønina. Hetta hevur sjálvsagt við sær nógv rennarí á Karolinska Institutet í Stockholm, har nógv vísindafólk starvast.
Brotini í bókini, har Annika Bengtzon roynir at fáa skil á vísindaliga arbeiðinum á Karolinska Instituet gera, at bókin ikki er eins spennandi og hinar hjá Lizu Marklund, sum eisini hevur úttalað, at hon ongantíð hevur gjørt so nógvar rannsóknir og kanningar, sum til júst hesa bókina. Og tað merkist. Eg má viðganga, at eg hevði ynskt, at hon ikki skrivaði so vísindaliga, men í størri mun savnaði seg um sjálva morðgátuna.
Ein styrki í bókini er háttur Lizu at lýsa familjulívið hjá Anniku Bengtzon. Hjá teimum, sum hava lisið hinar spenningssøgurnar, er tað ikki langt frá, at tað er mest spennandi at lesa um, hvussu Annika og maðurin fáa børn, arbeiði, strævnar vermøður og fyrrverandi elskarinnur at hóska saman við familjudreyminum. Hesaferð kann sigast, at tað sær sera myrkt út heima hjá familjuni Bengtzon.
Hóast tey lítið áhugaverdu brotini um vísindaligu granskingina er ”Nobeltestamentið” ein sera vælskrivað og spennandi skaldsøga, ið er torfør at leggja frá sær. Og ein fær avgjørt hug at lesa meira um vísindamannin Alfred Nobel og um skrøppu Anniku Bengtzon. n


Fakta um Nobels Testmente

Høvundur: Liza Marklund
Síður: 507
Forlag: Fremad
Aðrar bøkur frá Lizu Marklund:
Røde Ulv, Primetime, Nedtællingen, Asyl, Hedebølge, Paradiset, Det findes ett særligt sted i helvede for kvinder som ikke hjælper hinanden, Forelskede sig til et mareridt.