Tá ið tað frættist, at Christianskirkjukórið skuldi syngja í Dómkirkjuni á ólavsøku, var onkur av teimum royndu kórsangarunum í Tórshavn, sum á andlitsbókini, góvu ilt av sær og hildu fyri, at tað var undarligt, at nakrir “kálvar úr Klaksvík” skuldu syngja til ólavsøkuguðstænastuna og ikki eitt “rættiligt kór”.
Hetta eisini tí, at kórið var so ungt – stovnsett í 2012, og tí tað var eitt kirkjukór bert við fólki, sum høvdu hug at syngja, og ikki eitt "ordiligt kór", eins og tað ikki kundi hava nóg nógvar og góðar royndir til slíkar framførslur.
Men sjón gekk fyri søgn. Christianskirkjukórið sang frálíka væl “Eg vil mínum harra prísa” og “Kirkjan hon er eitt gamalt hús” – Ja, í støðum sang kórið betri enn frálíka góða og stóra kórið – bert við royndum sangarum – undir tinghúsinum eftir guðstænastuna.
Heldur ikki Hanus á Gørðum, prestur gjørdi sær fyri skommum. Hann fekk nógv rósandi orð við á vegnum bæði frá høgum og lágum eftir prædikuna. Sama fingu Ruth og Marni Laksáfoss og Jens A. Heldarskarð, sum høvdu hjálpt Poulinu Andreasen av Syðradali at gera nýggju og stásiligu bispakápuna.
Nei, ikki er altíð so, at tað størsta og royndast er best. Christianskirkjukórið kom væl frá uppgávuni og nýtist ikki at smæða seg burtur. Fordómarnir vóru gjørdir til skammar í hesum føri.










