Amariel Norðoy, og tað er upplagt, at hann fær høvi at hava fyrstu framsýningina. Síðani er ætlanin at sýna fram norðurlendska list – harundir føroyska – og eisini onkuntíð at hava aðra altjóða list á veggjunum [...] nummar 2. – Fyrsta stigið hjá okkum verður at lata gallaríið upp, og vit hava ætlanir um at gera eitt listafelag, sum verður knýtt at gallarínum. Eisini hugsa vit um at gera onkrar pop-up framsýningar uttanlands [...] verður móttøka í sambandi við, at Gallery Nordoy letur upp. Tá verður Amariel Norðoy til staðar, og presturin Bergur Jacobsen heldur røðu. Eisini verður ymiskur live-tónleikur at hoyra.
var tað ein spurningur um at lúka krøvini, og tað hevur eisini gjørt tað eitt sindur torført at byrja samráðingar við veitaran, sigur Hilmar Eliasen. Hann ivast tó ikki í, at ein loysn verður funnin, men [...] fráboðan um, hvat tænastustøðið vit fara at leggja okkum eftir á øllum leiðum okkara í summar, sigur Hilmar Eliasen. Hann sigur, at hetta er ein torfør kabal at leggja, tí fleiri skip skulu eftir ætlan [...] Landsins, sigur, at hóast eingin avtala er fingin í lag um Mykinessiglingina enn, so verður sigling á leiðini frá 1. Mai. - Tað er altíð ein vandi, tá man skal fylgja lógini um alment útboð, at einki nøktandi
til, at Heimir Guðjónsson er endaður í HB. Heimir Guðjónsson greiðir frá, at reint professionelt er FH, sum hann var venjari hjá í 10 ár betur fyri við nógum umstøðum. Men hann leggur dent á, at hann er [...] ein stóran og týðandi lut í at flyta íslendskan fótbólt rætta vegin. Íslendski venjarin hjá HB staðfestir, at skal føroyska landsliðið betra seg enn meiri, so er neyðugt, at tað føroyska landsliðið verður [...] Heimir Guðjónsson torir ikki at lova HB-viðhaldsfólkunum eina endastøðu, har HB endar millum fýra tey ovastu liðini, men hann vónar, at tað gerst veruleiki. Hann slær fast, at Víkingur, NSÍ, KÍ og B36 eru
hevði vónað, at partarnir høvdu flutt seg so mikið síðan, at tað nú bar til at finna eina semju, men so var ikki. - Eg hevði eina kenslu av, at teir høvdu førkað seg, men tað er ov lítið til, at tað kann føra [...] fingu ikki váttan frá partunum um, at tað hevði nakran møguleika at blíva góðkent. So nú eru vit noyddir at gevast, sigur Terje Sigurðsson. Hetta var fyrstu ferð, at stríðandi partarnir møttust aftur við [...] føra til nakað. Tað er enn langt millum partarnar, sigur Terje Sigurðsson. Í løtuni er støðan tann, at pedagogar á stovnum undir Almannaverkinum og allir leiðarar, varaleiðarar og dagrøktarleiðarar, sum
endurgávur av vardum verkum. Felagsskapurin sigur, at teir síðani 30. august hava heitt á Kommunufelagið um at fáa øll sáttmálaviðurskifti í rættlag, soleiðis, at skúlar, stovnar og einstaklingar í kommununum [...] sáttmáli er gjørdur. Tí ger Fjølrit vart við, at fólkaskúlarnir og kommunalu stovnarnir í Føroyum fremja lógarbrót hvønn einasta dag, skrivar Fjølrit. Fjølrit vísir á, at um eingin avtala er gjørd við Fjølrit [...] einstøkum føri at gera eina avtalu um viðurlag við tann, ið eigur rættindini til verkið. - Um ikki, er talan um beinleiðis lógarbrot, skrivar Fjølrit, sum heitir á kommunurnar um hvør sær at taka í egnan
vit í Smárit hjá Havstovuni fyri 2011 sæst, at elsta kúpuskelin, sum er funnin í Norðsjónum, er heili 500 ára gomul. Kanningar vísa eisini, at tað er vanligt at finna kúpuskeljar við Føroyar, sum eru meira [...] árini. Alt bendir á, at kúpuskel veksur væl eitt til tvey ár frammanundan, at gróðurin er góður og fiskastovnar, sum eitt nú toskur og hýsa, eru í hæddini tvey til fýra ár eftir, at gróðurin hevur verið [...] verið góður. Í stuttum merkir hetta, sigur Havstovan í Smáriti frá 2011, at umleið fimm ár eftir, at kúpuskelin er vaksin nógv, eru toska- og hýsustovnarnir í hæddini. Soleiðis kann kúpuskelin møguliga siga
fyrr enn móti endanum, at Hamar slapp framum Háv og kláraði at halda leiðsluna teir seinastu minuttirnar. Hávur kom væl frá byrjan, og tað sást, at teir ikki vóru komnir til Havnar at tapa. Hávur fór skjótt [...] skjótt frammum og kláraði at fáa eina leiðslu á sjey stig, so fyrsti fjórðingur endaði 10–17 til Háv. Í øðrum fjórðingi vóru tað leikararnir í Hamar, sum bardust fyri at vinna Háv aftur, og tá farið varð [...] stigum. Í triðja fjórðingi vóru tað bæði liðini, ið skiftust um at vera frammanfyri. Fyrst Hamar, síðan Hávur, so aftur Hamar, so Hávur - og at enda fór Hamar framum við fýra stigum. Tað var serliga Kristian
læknarnar í heilsudeplar, og tað vænti eg, at talan er um enn. Um vit gera eina slíka loysn, so fara vit eisini at hyggja eftir møguleikanum at taka viðtalurnar í Berjabrekku upp í, tí tær eru eisini í [...] viðtalum til tveir kommunulæknar, umframt at onkrar av verandi viðtalum mugu dagførast, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu. Hann vísir á, at Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur normerað [...] umframt at viðtalurnar í bæði Frúutrøð og á Berjabrekku eru í ringum standi. - Vit hava tí brúk fyri viðtalum til fýra kommunulæknar. Tá Miðlon bleiv gjørt, var eitt ynski frá Heilsutrygd um at samla læknarnar
varð sagt, at tað gekk væl. Men hendan útsagnin til miðlarnar elvdi til stórt kjak á Facebook, har summir grindamenn vildu vera við, at støðan var kaotisk. Ludvík við Stein sigur við in.fo, at eftir hansara [...] eg havi mangan verið í drápum og tað sjáldan, at grindin ger landgongd. So eg haldi ikki tað er nakar trupulleiki, sigur Ludvík við Stein sum vísir á, at tað gekk skjótt fyri seg. Er stór mótstøða móti [...] Tí mótstøðan hevur verið stór, sigur Ludvík við Stein. - Sannleikin er, at menn kappast um grindina, og tað er ikki væl sæð, at tað nú er ein hvalvág aftrat, sigur Ludvík við Stein. In.fo hevur verið í
prestisja at hýsa oyggjaleikunum, og á svensku oynni, Gotlandi í Eystrasalti er tað veruliga farið at merkjast, at tað nærkast til oyggjaleikasetanina í Visby, leygarkvøldið 24. juni. Fyri at gera tað so [...] ið koma til oyggjaleikirnar at ferðast millum ymisku leikvøllirnar, og annars hava møguleikan at njóta oyggjaleikastemningin í miðbýnum í Visby. Hetta er onnur ferðin, at oyggjaleikirnir eru í Gotlandi [...] føroysku miðlafólkini, sum vóru til leikirnar tá, at leikirnir í Gotlandi í 1999 eru millum teir bestu nakrantíð. Og nú ætla gotlendingar so avgjørt, at leikirnir í 2017 ikki skulu standa aftanfyri leikirnar