Tað er við árunum blivið ein størri og størri prestisja at hýsa oyggjaleikunum, og á svensku oynni, Gotlandi í Eystrasalti er tað veruliga farið at merkjast, at tað nærkast til oyggjaleikasetanina í Visby, leygarkvøldið 24. juni.
Fyri at gera tað so høggligt og lagaligt hjá mongu oyggjaleikaluttakarunum og oyggjaleikagestunum sum møguligt ætla myndugleikarnir at seta stórar avmarkingar á ferðsluna í Visby.
Eftir ætlan verður ferðsla og parkering av bilum bannað í fleiri gøtum í miðbýnum í Visby, sum er høvuðsbýurin í Gotlandi.
Hetta verður gjørt so allur miðbýurin í Visby kann verða merktur av oyggjaleikunum, har stórskíggjar verða settir upp, og høggligt og lagaligt verður hjá teimum 3.800 fólkunum, ið koma til oyggjaleikirnar at ferðast millum ymisku leikvøllirnar, og annars hava møguleikan at njóta oyggjaleikastemningin í miðbýnum í Visby.
Hetta er onnur ferðin, at oyggjaleikirnir eru í Gotlandi. Fyrru ferð var í 1999, og semja var millum føroysku íðkararnar og føroysku miðlafólkini, sum vóru til leikirnar tá, at leikirnir í Gotlandi í 1999 eru millum teir bestu nakrantíð. Og nú ætla gotlendingar so avgjørt, at leikirnir í 2017 ikki skulu standa aftanfyri leikirnar í 1999.
Undir oyggjaleikunum fáa vit eisini staðfest um Føroyar skulu hýsa oyggjaleikunum í 2023. Hitt boðið uppá leikirnar í 2023 eiga grannar okkara á Orknoyggjunum.
Oyggjleikirnir í Gotlandi verða dagarnar 24. juni til 30. juni.