Elsta kúpuskelin er 500 ára gomul

Ein kúpuskel kann møguliga siga nakað um fiskiskapin umleið fimm ár fram í tíðina.

 

Kúpuskel, sum kann gerast fleiri hundrað ára gomul, vísir gróðurin á landgrunninum aftur í seytjandu øld. Skelin liggur alt lívið lutvíst niðurgrivin í bleytum botni, har hon sílar æti.

 

Hetta verður sagt í nýggjari grein, skrivað í Journal of Marine Systems.

 

Hyggja vit í Smárit hjá Havstovuni fyri 2011 sæst, at elsta kúpuskelin, sum er funnin í Norðsjónum, er heili 500 ára gomul. Kanningar vísa eisini, at tað er vanligt at finna kúpuskeljar við Føroyar, sum eru meira enn 100 ára gamlar.

 

Tað er tjúkdin á árringinum sum vísir, hvussu nógv skelin er vaksin, og hetta er tengt at, hvussu nógv hon hevur etið. Er árringurin tjúkkur, hevur nógv verið tað árið av plantuæti.

 

Kúpuskel kann tí vísa, hvussu tær náttúrligu umstøðurnar hava verið upp gjøgnum mongu árini.

 

Alt bendir á, at kúpuskel veksur væl eitt til tvey ár frammanundan, at gróðurin er góður og fiskastovnar, sum eitt nú toskur og hýsa, eru í hæddini tvey til fýra ár eftir, at gróðurin hevur verið góður.

 

Í stuttum merkir hetta, sigur Havstovan í Smáriti frá 2011, at umleið fimm ár eftir, at kúpuskelin er vaksin nógv, eru toska- og hýsustovnarnir í hæddini.

 

Soleiðis kann kúpuskelin møguliga siga nakað um fiskiskapin umleið fimm ár fram í tíðina.

 

- Hetta eru tó úrslit, sum byggja á eitt lítið grundarlag, og tí skulu tey takast við fyrivarni, vita tey á Havstovuni at siga.