Tórshavnar kommuna søkir nú eftir hølum, sum kunnu nýtast til kommunulæknaviðtalu.
- Vit hava tørv á viðtalum til tveir kommunulæknar, umframt at onkrar av verandi viðtalum mugu dagførast, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Hann vísir á, at Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur normerað eitt kommunulæknastarv afturat í Havn í nýggju fíggjarlógini, umframt at viðtalurnar í bæði Frúutrøð og á Berjabrekku eru í ringum standi.
- Vit hava tí brúk fyri viðtalum til fýra kommunulæknar. Tá Miðlon bleiv gjørt, var eitt ynski frá Heilsutrygd um at samla læknarnar í heilsudeplar, og tað vænti eg, at talan er um enn. Um vit gera eina slíka loysn, so fara vit eisini at hyggja eftir møguleikanum at taka viðtalurnar í Berjabrekku upp í, tí tær eru eisini í ringum standi, sigur Jóan Petur Hentze.
Talan verður kortini ikki um at koyra seks kommunulæknar í somu viðtalu, teir krevja meiri pláss enn so.
- Hvør lækni skal hava so og so nógv høli og skrivarar og annað, so tað er avmarkað, hvussu nógvir kommunulæknar kunnu vera á einum stað, sigur hann.
- Nú hava vit hugt eftir hvørjar bygningar kommunan hevur, sum kundu verið hóskandi, umframt at vit hava søkt eftir hølum. Hóast tað sigst, at kommunan hevur nógvar bygningar, so er ikki so nógvir, sum hóska seg til kommunulæknaviðtalu, sigur Jóan Petur Hentze.