Hamar vann tepurt á Hávi

Dagsins dystur í Trygd-kappingini í kurvabólti millum Hamar 1 og Háv var sera tættur gjøgnum allan dystin.

Dagsins dystur í Trygd-kappingini í kurvabólti millum Hamar 1 og Háv var sera tættur gjøgnum allan dystin, og tað var ikki fyrr enn móti endanum, at Hamar slapp framum Háv og kláraði at halda leiðsluna teir seinastu minuttirnar.

 

Hávur kom væl frá byrjan, og tað sást, at teir ikki vóru komnir til Havnar at tapa. Hávur fór skjótt frammum og kláraði at fáa eina leiðslu á sjey stig, so fyrsti fjórðingur endaði 10–17 til Háv.

 

Í øðrum fjórðingi vóru tað leikararnir í Hamar, sum bardust fyri at vinna Háv aftur, og tá farið varð til hálvleiks, var Hamar aftan fyri við einans trimum stigum.

 

Í triðja fjórðingi vóru tað bæði liðini, ið skiftust um at vera frammanfyri. Fyrst Hamar, síðan Hávur, so aftur Hamar, so Hávur - og at enda fór Hamar framum við fýra stigum.

 

Tað var serliga Kristian Jakobsen við átta stigum í hesum fjórðinginum, sum syrgdi fyri at fáa Hamar frammum.

 

Fjórði fjórðingur var eins spennandi og triði, og leingi stóð á jøvnum, men endin var, at Hamar kom framm um, og endaði dysturin 47–43 til Hamar.

 

Toppskorari hjá Hamar í dag var Kristian Jakobsen, sum fekk 16 stig, og toppskorari hjá Hávi var leikandi venjarin, Rainer Latupeirissa, sum fekk 16 stig.

 

Næsta vikuskiftið verður aftur dystur á skránni, tá Hamar 2 tekur ímóti føroyameistarunum, Ravni.