Samráðingarnar millum Føroya Pedagogfelag og almennu arbeiðsgevararnir, ið eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum, bóru heldur ikki á mál á hesum sinni. Tað upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður, ið stóð fyri samráðingunum í dag.
- Vit eru akkurát givnir. Vit kundu ikki leggja nakað semingsuppskot fyri partarnar. Vit hava arbeitt við einum semingsuppskotið, men vit fingu ikki váttan frá partunum um, at tað hevði nakran møguleika at blíva góðkent. So nú eru vit noyddir at gevast, sigur Terje Sigurðsson.
Hetta var fyrstu ferð, at stríðandi partarnir møttust aftur við samráðingarborðið, síðan báðir partar vrakaðu seinasta semingsuppskotið frá Semingsstovninum 9. desember. Semingsstovnurin hevði vónað, at partarnir høvdu flutt seg so mikið síðan, at tað nú bar til at finna eina semju, men so var ikki.
- Eg hevði eina kenslu av, at teir høvdu førkað seg, men tað er ov lítið til, at tað kann føra til nakað. Tað er enn langt millum partarnar, sigur Terje Sigurðsson.
Í løtuni er støðan tann, at pedagogar á stovnum undir Almannaverkinum og allir leiðarar, varaleiðarar og dagrøktarleiðarar, sum starvast á stovnum undir kommununum, umframt allar eindarleiðarar, leiðarar og samskiparar, sum starvast á stovnum hjá landinum eru í verkfalli, meðan Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur lýst verkbann fyri allar pedagogar og hjálparfólk, ið eru limir í Føroya Pedagogfelag, og sum starvast á kommunalu dagstovnunum og í dagrøktarskipanum kring landið.










